Frímælt #188: Abort, Norðurlandaráðið, Tupac, ervi og telefonvanar
Eitt nýtt og hert lógaruppskot um abort er á veg í løgtingið. Jenis av Rana er avsendari og í Frímælt venda vit hesum, samstundis sum eitt annað lógaruppskot í Norðurlandaráðnum hevur vakt ans, tí helvtin av føroysku limunum, tríggir av seks, atkvøddu ímóti einum uppskoti, sum skal bøta um korini hjá LGBT+-felagsskapum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi — eisini tað tosa vit um, umframt at vit hoyra brot av tí, ið Hermann Samuelsen og Jørgen Niclasen, ið atkvøddu ímóti, søgdu á fundinum. Vit fara eisini ein túr til USA, har ein maður nú er dømdur í málinum um drápið á Tupac Shakur fyri 30 árum síðani. Marius DC er við á tráðnum og greiðir frá, hvør Tupac var og hví hann hevur so stóran týdning. Vit fara eisini til ervið hjá Rødder & vin, nú handilin letur aftur. Barrin er tó framvegis opin, men Sólfinn Danielsen hevur gravøl við til dagsins part. Og so venda vit telefonvanum hjá fólki, tí Bastian Emil Goldschmidt, súkkluviðmerkjari og rithøvundur, hevur givið út tíggju boð um góðar telefonvanar. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Turið Hermansdóttir, granskari, Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo og FM1, Sólfinn Danielsen, ið eigur og rekur Rødder & vin, og Marius Dam Christoffersen, tónleikari.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.