Í Frímælt hesa ferð minnast vit Dolly Parton, tónleikaran, sum andaðist í vikuni 80 ára gomul. Vit ringja til Siri Súsonnudóttir Hansen, sum umframt at syngja sjálv, eisini er stórur Dolly Parton-fjeppari. Vit tosa eisini Norðfestivalin á Viðareiði, sum bara hevur eina kvinna á skránni. Vit skifta orð um grein hjá Frihedsbrevet um, at Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, eisini er ávirkari á sosialu miðlunum. Frímælt bjóðar eisini ein túr á Blábar, sum hevur fingið handilsrekandi og íbúgvar í miðbýnum at ilskast, tí tey fáa ikki flutt seg fyri piss og spýggj um vikuskiftið. Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og tónleikari, Ragnar Sjúrðarson, løgfrøðilesandi og miðlamaður á Fólkatingi, og Róar Mørkøre Hansen, ið lesur til datamatikara og er postmaður.