Rólant Reginsson Biskupstø sá í farnu viku sítt egna andlit í teiginum yvir andlát í Sosialinum. Vit tosa við Rólant um margháttligu hendingina. Eisini skifta vit orð um filmin No Rest for the Wicked við Sofíu Nolsøe, Egor Venned og Pilou Asbæk í høvuðsleiklutunum. Eisini hava vit onkra søgu handan leiktjøldini, tí ein av dagsins gestum var location manager á filminum. Og so venda vit samrøðuni, sum Barbara Holm hevði við Mariannu Winther Nagata í Fríari Mikrofon. Hetta er ein samrøða um tónleik, kyn og ættarlið og tekur útgangsstøði í kjakinum, sum setti eld á interneti fyri hálvumøðrum ári síðani. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Anna Sofía Holm Skoradal, sjónleikari, Bjarni Richardt-Mortensen, location manager, og Andrias Høgenni, leikstjóri.