Seinasti parturin áðrenn Frímælt fer í summarfrí er komin út. Vit taka saman um G!, tosa um bestu og um minni góðu upplivingarnar, ið var merktur av góðveðri allar dagarnar.

Vit tosa um Pride og um ælabogan í Steinatúni í Havn, sum hevur fingið sinnið í kók hjá summum. 
Eisini tosa vit um Tórsfest og um ólavsøku.

Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Siri Súsonnudóttir Hansen, leiðari í City Tórshavn og virkin í LGBT Føroyar, og Uni Leitisstein Hansen, heimasíðusamskipari í Kringvarpi Føroya og vertur í Leitisstein.

Vertur er Rólant Waag Dam.