Frímælt #182: Ein dulnevndur ummælari og ein fløga í 100 eintøkum
Den anden anmelder er ein brúkari á Instagram, sum undir dulnevni ummælir føroyska list. Vit skifta orð um hetta, um týdningin av ummælum, um at ummæla dulnevnt og hvat tað ger við sjálvt ummæli.
Silvurdrongur er fløguaktuellur — og tað skal skiljast heilt bókstavliga, tí hann hevur givið út eina fløgu. Hvørki meiri ella minni. Bønir eitur hon og hon finst ikki talgilt — bara fysiskt og bara í 100 eintøkum.
Vit runda eisini Roskilde Festivalin, sum er farin aftur um bak og hyggja fram í móti G!, sum verður í næstu viku.
Gestir í Frímælt hesa ferð eru Trygvi Danielsen, tónleikari, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðusamskipari í Kringvarpi Føroya, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.