Frímælt #180: Voxbotn, coolcation og ein føroyskur vampyrfilmur
Føroyska festivalsummarið verður sparkað í gongd hetta vikuskiftið við Voxbotn. Vit umrøða tónleikatiltakið, skránna og tað, sum Voxbotn kann fyri — serliga — føroyskan ungdóm.
Vit hava eisini eina hotline til Copenhell, har helviti av sonnum má sigast at vera heitt í hesum døgum — Helviti, sum er høvuðspallurin á tungmálmsfestivalinum í danska høvuðsstaðnum.
Niels Uni Dam er har og kemur við einari feskari dagføring um hitan og tónleikin.
Sum andsøgn til tað hava vit fyribrigdið coolcation — altso ferðafólk, sum leita móti kaldari heraðshornum, tá tey vitja fremmand lond. Og har eru lond sum Føroyar og Ísland í høgum kursi.
Vit tosa eisini um filmin No rest for the wicked við Egor Venned og Pilou Asbæk í høvuðsleiklutunum. Ein vampyrfilmur við samkyndum monnum, sum gongur fyri seg í Føroyum í 1800-talinum.
Gestir í Frímælt eru Svanna Hentze í Gong, teknmálstulkur, Marius Dam Christoffersen, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.