Fríur Sunnudagur: Sanktiónir móti Russlandi, eitt uppróp frá fakfelagskempu og øl til børn
Ert tú á appini, finnir tú Fríur Sunnudagur undir “poddvarp”.
Ert tú á heimasíðuni, er Fríur Sunnudagur tøkur á hesari leinkjuni
Fríur Sunnudagur snýr seg hesaferð um samanhaldsmegina hjá vesturheiminum, tá ið umræður kríggið í Ukraina og felags frontin móti Russlandi. Tí tað eru ábendingar um, at vesturlendsku londini ikki standa eins væl saman um handilsbannini ímóti Russlandi, sum tey hava. Tað sigur Flemming Rose, uttanlandsserfrøðingur hjá Frihedsbrevet, sum hevur nærlisið nakrar av nýggjastu greiningunum úr USA.
“Vit kunnu ikki siga, at Føroya er eitt vælferðarsamfelag”. Tað sigur fakfelagsstríðskvinnan Ingeborg Vinther í kjalavørrinum av syndarligu støðuni hjá minst 50 eldri føroyingum, sum standa á akutlista til at sleppa á ellis- ella røktarheim. Hon heitir á landið, um at yvirtaka eldraøkið aftur í stundini.
Og øl hevur verið í miðdeplinum hetta vikuskiftið, nú stórur ølfestivalur hevur verið í Havn. Marknaðurin fyri øl uttan alkohol veksur støðugt. Alkoholfrítt øl er sunt og børn burdu drukkið tað, sigur heimskendur bryggjari. Men er øl av hesum slagnum veruliga sunt? Og er tað eitt gott hugskot at lata børnum tað, spyrja vit professara í nýggjasta partinum av Fríur Sunnudagur.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.