Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Í dag leggi eg pennin til viks, og lati Jan Lamhauge orðið hesa vikuna. Orsøkin er, at vit mugu tosa um samgonguna og fiskivinnupolitikkin, og eg eri inhabil, tí beiggi mín er landsstýrismaður í fiskivinnumálum. So. Uttan nakað hóvasták — ger so væl Jan Lamhauge:

Kæri lesari,

Týdningarmestu søguna í farnu viku segði Frihedsbrevet ikki. Hana segði Marjun Dalsgaard í Breddanum hjá KvF. Og tað var søgan um, at Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ikki fer at gera nakað við sonevnda makrelstuðulin. Í øllum førum ikki enn, tí tað er ikki partur av tí, sum hann nú hevur lagt fyri tingið. Tað kemur kanska seinni. Kanska.

Og bara fyri at repetera, so merkir “makrelstuðul” í hesum føri, at skip, sum ikki fiska makrel, fáa makrelkvotur, sum tey selja til onnur fyri nógvar pengar. Ja, ella í veruleikanum eru tað ikki “skip”, sum fáa kvotur. Tað eru persónarnir, sum eiga skipini, sum vinna mest við hesari skipanini. Men tað dáma politikarar ikki so væl at siga. Teir siga altíð, at kvotur fara til skipabólkar, sum um at ein klumpur av metali knappliga fær pengar á bók — tað ger líkasum persónarnar við bankabókini meir ósjónligar.

Í hesum føri eru persónarnir við bankabókini eigararnir av skipunum, sum fáa stóran part av makrelstuðlinum, eitt nú Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, og Hanus Hansen, stjóri í JFK. Altso persónar, sum ikki beinleiðis eru kendir fyri at líða nakra neyð, fyri nú at brúka eina vending, sum ein triði reiðari brúkti í Degi og Viku eina ferð. Teir eiga eitt nú í hesum stóru nýggju Barentshavs-trolarunum, sum vit eru blivin tvangsfóðrað við í miðlunum seinastu tíðina.
Og so í hvør sínum oljufelagi, sjálvandi.

Hesin góði makrelstuðul byrjaði beinanvegin, tá Føroyar ásettu sær størri makrelkvotur frá 2010 og frameftir. Makrelur fór hvørt ár til skip, sum ikki fiskaðu makrel, og keyptu fleiri stórreiðarar tí hesi skipini fyri at fáa makrelstuðulin. Í byrjanini var tað ikki væl dámt at kalla tað ein stuðul, men við árunum er tað blivið góðkent. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður, himprast eitt nú ikki við at kalla tað makrelstuðul. Ja, talan er um ein stuðul, sum hann tó heldur, er neyðugur, tí makrelstuðulin fer til heimaflotan, sum ikki hevur klárað so væl í seinastuni.

Her er ein mynd av nýggja Gadus:

 

Well, fyri at fara aftur til byrjanina: Hví var hetta týdningarmesta søgan í farnu viku? Ja, fyri tað fyrsta er søgan týdningarmikil, tí hon sigur nakað um, hvussu handlingsveik sitandi samgonga er. Somu flokkar vóru annars sera greiðir, tá teir sótu í andstøðu. Tá hildu teir, at makrelstuðul var blóðskeivur, og tí ætlaðu teir at seta eina brúksskyldu í gildi fyri teir, sum fingu makrel. Tað vil siga, at fekst tú eina kvotu, skuldi tú brúka hana, ikki selja hana. Men nú samgongan er komin til valdið, megnar hon ikki at gera tað. Bæði Dennis Holm og Aksel V. Johannesen, løgmaður, gramdu seg í Breddanum í farnu viku um, at tað vísir seg, at tað er rættiliga innviklað. Tað krevur, at tú eisini mást hyggja nærri at, hvussu makrelkvoturnar skulu skattast og Gud-viti-hvat-meir. Tað skilji eg lutvíst. Hvør segði, at tað skuldi vera lætt? Tað er trupult, eg veit.

Men tað, sum eg ikki skilji, er, at teir ikki vistu hetta, tá teir stillaðu upp. Byrjaðu teir totalt á punkt null, tá teir komu til valdið? Er tað ikki fyrr enn nú, at teir mugu seta seg inn í, hvussu tingini rigga? Ella hugsaði teir als ikki um møguleikan, at teir kundu blíva valdir og harvið skuldu standa til svars fyri tað, sum teir hava sagt?

Hetta skal sjálvandi eisini tulkast í ljósinum av, at hetta verður helst vikan, tá vit loksins fáa at vita, hvat landsstýrið fer at gera við Russlandssáttmálan. Ikki tí, tey flestu vita longu úrslitið. Alt bendir á, at tað verður sama søgan. Samgongan megnar ikki at gera tað, sum hon segði, var rætt at gera. Bæði í sambandi við makrelstuðulin og Russlandssáttmálan verður úrslitið tað, sum sterku fyritøkurnar vilja.

Her er ein mynd aftrat av nýggja Gadus:

 

Hetta er tó ikki einasta orsøk til, at søgan hjá Marjuni Dalsgaard í Breddanum var týdningarmikil. Tað var hon eisini, tí stuðulsskipanir í fiskivinnu eru í stríð við allar tær dýrt keyptu royndir, sum túsundtals føroyingar fyrr hava sviðið fyri.
Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, segði við Útvarpið mikudagin, at avreiðingarvirði hjá makrelstuðlinum, sum eitt nú var latin til línuskip í ár og falda tey við 11 (tí kvoturnar eru rullandi í 11 ár), er útvið ein milliard. Eg má endurtaka: Ein MILLIARD.

Um vit so rokna aftureftir, hvat er latið síðan 2010, so er kanska talan um eina líknandi upphædd. Kanska er tað høgt sett? Kanska er tað “bara” hálv milliard? Men óansæð.

Um somu tíð so hava sjúkrarøktarfrøðingar verið í verkfall í fleiri vikur nú. Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur seg ikki kunna gera, sum fakfeløgini vilja. Slakar hon, koma hini fakfeløgini við sama kravi, og tey mugu fáa eins viðferð. Tað sigur seg sjálvt. Øll mugu jú viðfarast eins, tað vita vit.
All men are created equal. Tað er líkasum tann kollveltandi grundtankin í øllum fólkaræðinum.

Tí kann Ruth Vang ikki yppa øksl og geva lønarhækkingar, sum var talan um makrelstuðul. Tá hini fakfeløgini koma, spreingir tað lønarkarmin. Ja, onkur segði, at tað kundi kanska spreingja karmin við 100 milliónum.

Harraguð, aftaná tíggju ár verður tað til eina heila milliard! Tað ber ikki til. Tað eru øll samd um, sum var tað skrivað í stein. Og so eru vit har.
Ein milliard her og ein milliard har.

George Orwell skrivaði í Animal Farm:

All animals are equal. But some animals are more equal than others.

Tað er á leið har, vit eru. Sum ein óstuttlig útgáva av Animal Farm.

Heilsan
Jan Lamhauge, journalistur

Her er enn ein mynd av nýggja Gadus:

 

 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Hesa vikuna byrja vit við fótbólti — í morgun kom ein grein út við yvirskriftini: Har er eitt disconnect á føroyska fótbóltsmanslandsliðnum: Lemjandi atfinningar móti Håkan Ericson
Les hana á heimasíðuni ella appini nú. Somuleiðis byrja vit vikuna við Klubb33. Hesaferð við einum politiskum kjaki um fiskiveiðuavtaluna við russar. Bylgjurnar ganga høgt í kjakinum millum Torbjørn Jacobsen og Sjúrð Skaale.
Í vikuni skalt tú vænta tær fleiri greinar og poddvørp — sum so mangan áður fáa vit ikki sagt tær so nógv meira enn — gleð teg!

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit eiga at vita ella grava í, so er bara at senda ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com