Fría Barbara #62: Føðingardagur við bróstsviða
Kæri lesari
Tað er eitt blandað tíðindabræv, sum tú fært í dag, tí eg eri bæði takksom og irriterað, nú eg sessist við knapparnar. Men hey — tað er langt ímillum hesar snapsirnar eftirhondini, so kanska kann eg loyva mær at blása og hava moðið mjøl í munninum í senn.
Fyrst til takksemið! Tað var nakað av einari nervapirrandi støðu at standa í fyri tveimum árum síðani, tá ið vit trý (sum nú eru fýra) Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og eg sjálv 1. desember í 2022 fóru undir ein nýggjan, gravandi miðil.
Tímir nakar at rinda fyri journalistikk í Føroyum? Vilja fólk hava gravandi journalistikk, ella vilja fólk helst hava frið fyri okkara slagi av søgum? Hvat gera vit, um tað ikki riggar?
Tankarnir vóru sjálvandi nógvir, tí eingin hevði roynt ein haldsmiðil av hesum slag í Føroyum fyrr, og vit hava tað jú við at halda, at vit eru ov fá til, at tað ber til at hava tær tænastur, sum tey hava í øðrum — størri londum.
Men tað vísir seg, nú vit skriva 2. desember 2024, at tað ber altso væl til. Vit hava nú meira enn 2100 haldarar, og tað er næstan nóg mikið til, at vit eru sjálvberandi fíggjarliga.
Næsta stigið
Síðani vit byrjaðu, hava vit sett ein journalist aftrat. Durita Fagradal Augustinussen, sum brúkar størsta partin av sínari tíð í rættinum, har hon fylgir teimum málum, sum mynda henda partin av føroyska samfelagnum. Tann ultimativa skuggasíðan, har tey, sum ikki spæla eftir reglunum, føla avleiðingarnar av tí.
Hetta høvdu vit ikki kunnað gjørt uttan Duritu, eins og vit ikki høvdu kunnað gjørt Frímælt uttan Rólant ella dokumentararnar “Valdið aftan fyri valdið” uttan Jan.
Og hóast vit hava lagt aftrat redaktiónini og útboðnum, síðani vit byrjaðu, eru vit als ikki komin á mál.
Eins og øll onnur halda vit sjálvandi, at hetta bara er byrjanin. Kanska skuldu vit verið takksom og steðgað á her, men vit eru sum menniskju flest — vit vilja áhaldandi hava tað størri, betri og meira umráðandi.
Okkara dreymur er, at vit kunnu víðka um redaktiónina og økja um útboðið. Gera fleiri dokumentarar, grava í fleiri søgum, gera fleiri poddvarpsrøðir, kanska beinleiðis útvarp, sjónvarp á netinum, ja — bara hugflogið setur markið. Vit eru ikki har enn, men vit eru væl á veg.
Túsund takk fyri tað, tit mongu, sum hava teknað hald á Frihedsbrevet. Eg vóni, at tit uppliva tað, sum at tit fáa nakað fyri pengarnar.
Halló, er nakar har?
Og so til bróstsviðan. Tí eg má viðmerkja eitt aktuelt mál, sum eg má viðganga, eg eri gott og grundiga troytt av.
Tosið um fráflyting, sum, tá ið eg búði niðri, populert varð rópt “Exit Føroyar”, sjálvandi orsakað av bókini hjá Hera á Rógvi og Høgna Reistrup við sama heiti, sum kom út í 2012.
Nú meira enn eitt áratíggju seinni tosa vit Gud hjálpi tú meg enn um tað sama evnið. Tey ungu flyta.
Tað er ikki evnið, sum eg fílist á sum so, tí sjálvandi er tað týdningarmikið. (Og frálíkt, at Kringvarpið hevur gjørt fínar sendingar og fínan dekning annars um tað). Tað er hinvegin loysnina, sum eg, snøgt sagt, ikki orki at hoyra meira um.
Tú skalt hava búð undir einum steini, um tú annars hevur ráð til tað, um tú ikki veit, at høvuðstrupulleikin er, at tey ungu ongastaðni kunnu búgva, um tey nú vildu verið í Føroyum.
Her er einki lestrarumhvørvi, einki spennandi universitetsumhvørvi, her er eingi studentabýli a la Oyrasund, sum mann kann droyma um, meðan mann gongur á Glasi. Her eru bara tvinnir møguleikar: at flyta av landinum eftir miðnám ella búgva heima hjá foreldrunum í nøkur ár aftrat. Og vit vita jú øll, at fyrr ella seinni er tann kapittulin liðugur, og tey ungu vilja sleppa undir ein nýggjan kapittul ella kanska eina heilt nýggja bók.
Kortini sita vit enn og yppa øksl av manglandi útboðnum av øðrvísi bústøðum, har sum m.a. hesi ungu kundu búð fyri ein hampuligan prís. Vit hava ikki loyst tann trupulleikan enn, men síðani Exit Føroyar kom út, hava vit havt tíð til at byggja tveir undirsjóvartunlar og so allar hinar vanligu tunlarnar aftrat, fyri nú at nevna tað villasta…
Okkum nýtist ikki fleiri kanningar um fráflyting, sum støðan er, tí vit hava tonsavís av teimum, men ongar politikarar, sum faktist gera nakað fyri at loysa trupulleikan.
Halló, tit fólkavaldu — kunnu tit ikki fáa fingurin út nú? Eg veit! Lat sum um, at tey ungu eru trailarar fyltir við fiski, sum í nøkur ár mugu hava eitt bíligt vøruhús at halda til í, áðrenn tey kunnu fara víðari út í (vinnu)lívið — so skal tað nokk rúka í gjøgnum allar politiskar skipanir, áðrenn jóladunnan verður tikin úr ovninum.
Eg vænti, eg tosi fyri sirka allar føroyingar, tá ið eg sigi, at eingin av okkum orkar at tosa um fjølbroyttar bústaðarmøguleikar meira. Nú má tað bera til at gera okkurt munagott, so vit í grundini hava nakað at bjóða hesum ungu, sum halda betongblokkarnar á Amager vera so lokkandi. Sjálvandi gera tey tað, tí valmøguleikin er at útseta frælsa lívið við minst fimm árum, og tað er tað sku eingin, sum tímir…
Tipp og søgur
Lat meg enda har, sum eg byrjaði, og við einum jaligari tóna. Hesi seinastu tvey árini hava vit upplivað nakað, sum veruliga tók meg á bóli. Vit hava fingið eitt hav av áheitanum, tippum, lekum og frásagnum, har fólk høg sum lág hava vent sær til okkara, tí tey hava eina søgu, sum tey halda føroyingar skulu vita.
Tað hevur verið tað mest eggjandi við hesum seinastu árunum á Frihedsbrevet. Tí tað hevur undirstrikað okkara egna pástand um, at eisini í Føroyum hava vit tørv á gravandi journalistikki.
Tað eru vit takksom fyri, og vit eru somuleiðis áhugað í fleiri slíkum. Hevur tú eina søgu, sum tú heldur, at vit eiga at vita, so kanst tú annaðhvørt senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.
Hvør veit — kanska verður tað júst tín søga, sum vit kasta okkum yvir næst.
Hesa vikuna kanst tú vænta tær fleiri gravandi søgur. Vit fara í rættin til tvey mál hesa vikuna, nýggir partar í poddvarpsrøðunum, Sjórænararnir úr Nólsoy og Læknin og Loyndarmálini, eru á veg og tá ið fríggjadagurin kemur, er tað Frímælt tíð.
Takk fyri, at tú las við.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.