Fría Barbara #9: Menn og politikkur er ein lívsfarligur cocktail!
Kæri lesari,
Onkuntíð má mann bara ásanna, at mann hevur valt sær skeiva starvið. Tað er býráðslimur á Tvøroyri, mann skuldi verið. Tí vissi mann nú var tað, so hevði mann nýtt hendan annars rotna januarmánaðin til nakað so forkunnugt sum eina Tour de Europe rundferð saman við Varðanum Pelagic.
Í síðstu viku skrivaðu vit nevniliga um, at tá ið Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, segði við útvarpið fyrst í januar, at býráðið og umsitingin fóru at hyggja eftir líknandi virkjum í Evropa, sum tað sum Varðin Pelagic ætlar at byggja í miðbýnum á Tvøroyri — ja so meinti maðurin tað bókstavliga.
Nokk so snilt allíkavæl — at bara siga tað í útvarpinum og lata sum um, at mann hevur spælt við opnum kortum. Tí tað er eingin livandi kjansur, at Frans Jensen hugsaði, at maðurin var bókstavligur.
Men tað var hann, og í síðstu viku fóru tey mannsterk avstað. Fyrst til Danmarkar, Póllands umvegis Týskland, Skotlands og síðani til Føroya umvegis Norra. Huff, sikken eitt res hjá teimum.
Men tað var umráðandi, søgdu tey, tí tey vildu vita, hvat tað var, tey skuldu taka støðu til.
Okey, eg kann skilja tað til eitt vist, men altso — at alt býráðið á Tvøroyri umframt fleiri starvsfólk skulu fara valfartandi við átta starvsfólkum hjá Varðanum Pelagic runt helvtina av klótuni, tykist altso nakað yvirdrivið (júst sum hendan lýsingin av ferðini).
Men tað er ein viðkomandi spurningur at seta — nær er tilknýtið millum politisku skipanina og vinnulívið ov sterkt?
Sum ein gløggur viðmerkjari skrivaði um hesa støðuna:
“Um eg søki um loyvi at gera ein golfvøll og bjóði eina luksusferð til Fancourt í Suðurafrika, kann tað eisini bókast edrúiligt undir “rannsóknarferð”, sum er heitið, sum kommunustjórin á Tvøroyri kallar hesa Varðaferðina?”.
Onkur annar spyr spurningin — “hvat høvdu Føroyar verið uttan Varðan?”.
Og onkur triði heldur fyri, “at tað er snilt at fara at kanna tað, sum mann ikki veit nakað um, men skal viðgera”.
Tað er tó ein spurningur, um trúvirðið á hesari rannsóknarferðini er intakt, tá ið Varðin Pelagic sjálvt hevur fyriskipað og spurt sínar komandi samstarvsfelagar úti í heimi um at leggja ferðina til rættis… Er tað óheft vitan, mann tá fær? Og hvar gongur markið fyri, nær ein fyritøka kann leggja eina rannsóknarferð til rættis fyri eitt býráð? Og nær er tað rímiligt, at eitt býráð, alt sum tað er, fer av landinum at hyggja eftir hesum og hasum?
Eg havi tað eitt sindur sum teir gomlu, tá teir síggja á luftini, at nú er stormurin á veg. Eg fornemmi, at seinasti leikurin ikki er spældur um hesa rundferð, og komandi illveðrið um nýggjastu ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic sæst í luftini, um mann dugir at lesa politisku skýggini…
Ein tokvanlukka fyri opnum skermi
Nakað, sum hinvegin kanska ongantíð fer at síggja sín seinasta leik, er tað fantastiska fuck-upið, sum hevur spælt seg út fyri opnum skermi og útvarpi seinasta lítla mánaðin. Bill, Farhat og Fast Track-skipanin.
Fyrsta innslagið varð sent í ársins seinastu Dagur og viku í fjør. Eitt frálíkt innslag, ein vigtig søga og tríggjar sterkar og sannførandi keldur. Skide gott!
Men so byrjar tað at blíva gruggut.
Fyrst av øllum — ein lítil skjót leiting á almennum databasum vísir, at har var ein stjóri, Jóan Petur á Stongunum, í Sp/f 20/10/20 (sum hvørt mansbarn í Føroyum eftirhondini kennir til). Ja, eg veit, KvF hevur nevnt hann nakrar ferðir, men hvar er hann? Og hví er hann ikki partur av søguni? Hann sat immervekk sum stjóri í felagnum frá oktober í 2020 til desember í 2022. Hví hoyra vit einki um hann og hansara ábyrgd?
Næst av øllum — Bill Justinussen dukkar loksins upp á skíggjan í vikuni, tá ið Hansa Hansen skal gera samrøðu við garvaða politikaran um málið. Har má eg siga — toppkarakter til Hansu fyri hennara dirvi (sum eg annars haldi, hon hevur víst fleiri ferðir í hennara lutfalsligu stuttu karrieru í KvF). Tó so haldi eg, at tað vóru kanska nakrar løtur, tá ið Bill slapp ov lætt (t.d. tá hann ikki visti um sms-boðini, og tí kundi Hansa ikki ordiliga fáa hann at fyrihalda seg til tað, tí hon visti heldur ikki ordiliga). Okey, tað gert ikki við, poengið kom væl og virðiliga fram og hóast løtur við ivamálum frá journalistinum, so koppaði sympatiin totalt yvir, tá ið Bill Justinussen byrjaði at geva journalistunum skuldina fyri hesa margháttligu søgurnar, sum eru komnar fram. “Tit trúgva øllum”.
Álvaratos. Ja, vit í Føroyum (um eg kann loyva mær at tosa fyri kollektivið), trúgva væl og virðiliga hasum seks!! monnunum, sum Elin Mirjamsdóttir hevur funnið fram til. Og tað er eingin orsøk, einki prógv um, at teir hava sagt ósatt. Inntil tað prógvið kemur, hava hasir útlendingarnir í øllum førum mítt oyra og mína sympati.
Shit tey eru glað fyri hasa søguna
Kenna tit hatta, at tá mann ætlar sær at mála húsini, so eru lýsingar fyri máling tað einasta, mann brádliga sær, hóast mann ongantíð hevur varnast hesar lýsingarnar fyrr? Sindur soleiðis hevur KvF tað við Fast Track-skipanini. Nú er alt tað bera Fast Track, óansæð hvar tey hyggja, hvør hyggur og fyri hvørja redaktión. Eg bíði bara eftir, at Tórður Mikkelsen fer at hava eina serliga Við Tóri á Túri í Fast Track-skipanini….
Pitsa-gate er kanska ein tann besta søgan, sum KvF hevur havt í áravís. Og tað er týðiligt, at tað halda tey eisini sjálv. Tað halda tey í sjónvarpinum hvørt kvøld, og tað halda tey í útvarpinum hvønn dag.
Tað er næstan blivið so galið, at vit fáa Fast Track tíðindi, og so fáa vit dagføringar frá Ukraina krígnum. Tað er okkurt fittligt við tí. At líkasum ikki vilja steðga við at tosa um hesa skipanina, óansæð um hvørt innslagið sær kanska hevði tolt at verði sett saman til eitt størri evni annan hvønn dag ella okkurt sovorðið. Ikki hvøøøørja tíðindasending.
Hinvegin — skilji tey væl. Tey kunnu saktans vera errin av Pitsa-gate.
Tá lítlar gentur spæla politikk
Tað er heilt ómetaliga provokerandi at síggja viðmerkingarnar, sum Anna Falkenberg fær í hesum døgum. Hon hevur dittað sær at siga sína hugsan um Barentshavsavtaluna við Russland, tá hon varð spurd um tað í Fólkatinginum. Og hóast hon hevði eitt nuanserað svar, so eru reaktiónirnar, at “hendan lítla gentan er lívsfarlig”.
Ella sum hesin FB kjakarin viðmerkir:
“Tað er ein spurningur um tíð. So eru hesi tíðindini at hoyra. Andlát: Føroyar — fiskivinnu tjóð doyr um kvinnur fáa makt. Kvinnur og politikkur er ein farligur cocktail.
Sikken nakað óbegávað, steinaldarmøsn at koma við. Hygg hvar heimurin er í dag og hygg í søgubøkurnar. Eru menn nakað statsgaranti fyri góðum politikki? Og hví er tað, at kyn hevur nakað sum helst við Barentshavsavtaluna at gera?
“Smágentugrenj”
Ingilín Strøm slapp heldur ikki undan mannsjavinismuni í vikuni. Hon ætlar sær nakað so ræðuligt sum at seta avmarkingar á nýtsluna av fýrverki. Eg havi onga meining um tað sum so, men at tað skal blíva til ein spurning um kyn, er tíverri ikki ótrúligt — tað er sera trúligt — tað er bara so ynkeligt.
Komið nú dreingir — hetta klára tit betur. Tosið innihald, roynið og fáið onkur góð argument, sum undirbyggja tað, tit halda, og latið nú undirlívið sleppa undan fokusinum eina løtu. Heimurin hevur langt síðani spolað framvið tykkum, tit hava bara ikki varnast tað enn…
Onkuntíð er tað ein stuttlig tankaroynd at seta tingini saman við øvutum forteknum. T.d. at seta “maður” inn í allar løgnu setningarnar, sum vit annars eru von at síggja “kvinna” í. Sum hendan Facebook síðan — Man who has it all — meistrar.
So nú prøvi eg.
Tíðindi: “Uni Holm Johannesen vil hava vissu fyri umstøðunum hjá útlendsku arbeiðsmegini”.
Frihedsbrevet komandi viku
Í dag er triði partur av poddvarpsrøðini Forførd av einum pedofili komin á síðuna. Hesa ferð tosa vit um, at nú dømdi pedofilurin brúkti allar snildur at koma framat børnum — m.a. prentaði hann sær “Ungdómsráðgevi” á ein jakka, ringdi til løgregluna og bjóðaði seg til at koyra full ung fólk heim um vikuskiftini. Umbønin til løgregluna var, at tey skuldu ringja beinleiðis til hansara…. Hetta er ikki fyri sartar sálir, men eg haldi, søgan er umráðandi at siga, tí pedofili er ein trupulleiki í Føroyum, sum vit mugu tora at tosa um.
Umframt hetta skriva vit í dag eisini um, at Pál Weihe er farin at kanna málið um sklerosusjúklingarnar, sum hava siglt við Nærabergi. “Vit skylda teimum at taka tað í álvara”, sigur hann m.a.
Í morgin kanst tú hoyra og lesa um ein mann av Tvøroyri, sum er blivin ein frontfigurur fyri “hvítu rørsluna” í Svøríki. Hann vil ikki kalla seg nasist, men hann er ímóti rasublanding. Tú kanst í morgin hoyra fyrsta partin í frálíka poddvarpinum “Suðuroyingur í hvíta stríðnum”, sum Jan Lamhauge hevur gjørt. Longri grein kemur eisini út á síðuna í morgin.
Mikudagin er vikuliga politiska poddvarpið Klubb33 á skránni, og fríggjadagin er tað aftur Frímælt-tíð. Umframt tað koma fleiri aðrar søgur út á síðuna í vikuni.
Og — um tú ikki hevur hugsað um tað, so burdi tú altso valt tíðindabrøvini FríMentan og FríurPolitikkur til. Tað eru væl skrivað tíðindabrøv frá Rólanti Waag Dam og Jan Lamhauge, har teir borðreiða við tí nýggjasta innan politikk og mentan, og samstundis hvessa teir sær pennin um tað, sum teir ganga og eygleiða ígjøgnum eina viku. Tað er avgjørt herligur og viðkomandi lesnaður.
Takk fyri, tú las við
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.