Fría Barbara #8 — Glansbílatið Føroyar
Kæri lesari,
Nú eg siti og skrivi hetta, havi eg júst lagt seinastu hond á næsta part í poddvarpsrøðini Forførd av einum pedofili. Tað tekur mær langa tíð at gerast liðug við partarnar, einamest tí, at søgan er so vemmilig, at eg orki ikki at sita nógvar samanhangandi tímar við somu søgu. Eisini tí — tað er pínufult at fyrihalda seg til síni egnu mistøk, sum eg jú má, tá eg havi svikið sum journalistur í greinarøðini í 2016 um hendan mannin, sum seinni varð dømdur harðasta dóm í Føroya søgu fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd av børnum. Tað er óbehagiligt.
Men eg haldi kortini, tað er neyðugt. Tað er neyðugt at taka ábyrgd, tá vit gera mistøk, og tað er neyðugt at tora at viðganga, at mann hevur gjørt eitt mistak.
Júst at taka ábyrgd er eitt evni, sum eg havi hugsað nógv um seinastu vikuna. Eitt nú, tá vit í síðstu viku hoyrdu um FAS skipanina og stóra vandanum fyri hvítting í Føroyum, sambært seinastu frágreiðingini frá danska ríkispolitinum.
Tað kann ikki koma sum nakar skelkur hjá nøkrum myndugleika. Tí vit journalistar hava sagt upp í leypar av søgum um, hvussu júst FAS skipanin verður misnýtt. Sum ríkispolitiið eisini viðmerkir í rapportini — her um Samherja og Tindhólm:
Og í skrivandi stund eru tvey mál um misnýtslu av FAS skipanini hjá løgregluni. Tað eina er júst hetta um Tindhólm og Samherja, har Samherji nýtti eitt føroyskt FAS felag fyri at fáa skattaafturberingina, hóast lønirnar, tey rindaðu, eftir øllum at døma ikki vóru til sjófólk á FAS skipi, men á fiskiskipi í Namibia (tað er altso ólógligt).
Hitt málið snýr seg um hvítting hjá elituni í demokratiska lýðveldinum Kongo, har undirritaða, Jan Lamhauge, Uni Holm Johannesen og Jógvan Eli Dam í 2021 vóru í altjóða samstarvi við føroyska heitinum Kongoránið, har vit kundu staðfesta, at fyrrverandi forsetin, Joseph Kabila, og hansara nærmastu stjólu hundraðtals milliónir frá fólkinum í landinum og millum annað fluttu ein part av pengunum til Føroya. Og tey virkaðu her orsakað av júst FAS skipanini. Sum løgreglan eisini viðmerkir í rapportini:
Eitt annað dømi, sum ikki neyðturviliga snýr seg um hvítting — men moral og umhvørvi (og sjálvandi at spara pengar), er søgan um skipini Goðafoss og Laxfoss. Tvey FAS skip hjá Faroe Ship, sum flaggaðu út, tá tey skuldu burturbeinast, og heldur enn at gera tað ordiligt, vórðu tey bara rend á eina strond í India at enda sínar dagar. RUV er kelda til hesa mynd av kirkjugarði fyri skip í India:
Sí innslag í Degi og Viku um tað her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2021/12/17/20211217fasskiprendalandiindia
Er hetta ein skipan, sum vit eru errin av sum tjóð?
Ja, má svarið vælsaktans vera, tí hóast áhaldandi søgur um, at FAS skipanin verður nýtt júst so, sum ríkispolitiið sigur her, so er einki yvirhøvur gjørt við FAS skipanina frá politiskari síðu. (GG! Tó Magnus Rasmussen, fyrrverandi landsstýrismaður í Vinnumálum, sigur við Frihedsbrevet, at ráðið hjá honum arbeiddi við at fáa sett hóskandi lóggávu í verk, so hendan støðan við Goðafoss og Laxfoss gerst ólóglig. Tað eydnaðist tó ikki áðrenn valið varð útskrivað)
Heilt erligt haldi eg, tað er eitt sindur flovisligt.
Sambært “International transport workers federation” eru Føroyar á einum lista yvir lond, sum eru hentleikafløgg, og tey lýsa hentleikafløgg millum annað við at siga, at tað er har størsti vandin er fyri tey, sum arbeiða umborð.
Felagið sigur, tað er har, vandi er fyri vánaligari løn, ringum arbeiðsumstøðum, óhóskandi støði á vatni og mati umborð o.s.fr. Her frá síðuni:
Og ja, Føroyar eru á listanum yvir hentleikafløgg sambært hesum altjóða felagsskapinum fyri arbeiðarar í shipping vinnuni.
Tí vil eg siga við politikararnar — eg skilji væl, at tað er tungt og hart og strævið at taka ábyrgd av egnum mistøkum, men gerið tað kortini! FAS skipanin var kanska ein fínur tanki, men er nú blivin tað, sum lokkar kriminalitet til Føroya, og sum ger okkum lim í einum bólki, sum vit kanska ikki vilja vera í.
Góði politikari, tú ella tínir starvsfelagar fara at fáa ilt av tí, men tú má tora at siga, at hetta var nokk ikki akkurát tað, vit ætlaðu, og so er næsta stigið at rætta upp upp á hesa sjúku skipan.
Frihedsbrevet hesa vikuna
Í morgin fert tú at kunna lesa um eitt felag, sum fekk tíggjutals milliónir í fiskirættindum frá landsstýrinum, hóast einki skip var knýtt at reiðarínum. Hetta er sanniliga ein kulørt søga, sum eisini reisir nakrar spurningar um fiskivinnufyrisitingina í Føroyum.
Tú fert eisini at kunna lesa um, at landið hevur gjørt eina skipan, har tey geva fólki í neyð við einari hond, fyri síðani at taka við hinari hondini.
Umframt tað er næsti partur av Forførd av einum pedofili komið á síðuna í morgun, og somuleiðis ein grein við Absalon Hansen, sum sendi sína fyrstu fráboðan inn til Tórshavnar Kommunu í 90’unum, og tað var ein fráboðan um “løgnan atburð við børnum”, hjá tí nú dømda manninum. Hendan søgan er ikki fyri sartar sálir, men neyðug at siga, spyrt tú meg.
Mikudagin kanst tú hoyra Klubb33, sum er okkara vikuliga politiska poddvarp, og fríggjadagin er Frímælt á skránni, har trý fólk og verturin Rólant Waag Dam tosa um aktuell evni, við einum løttum, hálvfrekum tóna.
Hevur tú eitt tipp um onkra søgu, so ert tú meira enn vælkomin at senda mær teldupost. Tað eru tað longu sera nógv, sum hava gjørt, og tað seta vit á redaktiónini stórliga prís uppá.
Hav eina frálíka viku
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.