Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

 

Tað var sum at síggja (ella rættari sagt hoyra) Loch Ness monstrið, tá ið fráfarandi aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, segði sína hugsan um áramálssett aðalstjórastørv í útvarpinum hjá Kringvarpinum fyri stuttum. 

Ikki tí, at eg haldi, at Rógvi Reinert er eitt monstur, men hann mann vera mest loyniligi aðalstjóri, eg nakrantíð havi vitað um (okey, saman við øllum hinum aðalstjórunum). Sum journalistur hevur tað verið at kalla ógjørligt at fáa Rógva Reinert at úttala seg um nakað sum helst. Hann skal eiga, at hann tók altíð telefonina og ringdi aftur, men at fáa hann at siga nakað alment — tað kundi mann skjóta ein hvítan píl eftir. 

Og nú rokadur eru í aðalráðunum av fleiri ymsum orsøkum, havi eg hug at hugleiða eitt sindur um júst aðalráðini. 

Tí hesir aðalstjórar, deildarleiðarar og embætisfólk annars, eru altso eitt veruligt politiskt vald í Føroyum. Tað kann væl vera, at ein landsstýrismaður kemur inn “frá gøtuni” og skal taka avgerðir um sjúkrahúsverkið ella umhvørvispolitikk, men tann veruleikin, sum eg ímyndi mær, tey møta, er ofta nógv øðrvísi enn, hvat vit ganga og ímynda okkum. Tí meðan politikarin situr í mesta lagi fýra ár, situr aðalstjórin kanska ein heilan mansaldur — ella í førinum hjá Loch Ness, í 17 ár. Hvussu mann valdsjavnvágin laga seg tá?

Kanska tí er tað, at Rógvi Reinert er farin. Hann sær ivaleyst skriftina á vegginum — at her er ein kanning ávegis av fiskivinnuumsitingini seinastu árini (sum Frihedsbrevet eisini hevur skrivað um her), og hvør eigur høvuðsábyrgdina av tí? Jú, tað ger aðalstjórin sjálvsagt.. Hann, sum hevur sitið við róðrið í 17 ár. 

Vit skulu eisini minnast til, at hóast politiska leiðslan stingur út í kortið og leggur politiskar ætlanir, so eru embætisfólkini okkara verja. Altso, tey eru í tænastu hjá fólkinum í landinum. Tey arbeiða í roynd og veru ikki fyri politikararnar, tey arbeiða fyri okkum, og teirra fremsta uppgáva er at tryggja, at lógir landsins verða hildnar og fyrisitið verður á rættan hátt. Spurningurin, sum helst verður svaraður í hesum valskeiðnum, er: Hevur fiskiríkidømið verið fyrisitið rætt? 

Mítt boð er nei — tí vit hava sjálvi skrivað eina søgu um ólógliga fyrisiting hjá Vørn. Hana kanst tú lesa her. 

Og vit hava eina aðra søgu á veg um enn meira ólógliga fyrisiting frá Vørn..

 

(GG! Her er tað so, eg skal minna á, at beiggi mín er landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað, eg skrivi, er einans grundað á tað, eg sjálv havi skrivað um og varnast í mínum yrki sum journalistur, og ikki á nakra inside vitan um nakað sum helst.)


 

Forførd av einum pedofili
Fyri sjey árum síðani gjørdi eg ein fakligan brølara av format. Eg gjørdi eina greinarøð í Sosialinum um Kim Nielsen, sum segði, at sítt lív var oyðilagt av slatri um, at hann var pedofilur. Eg kannaði mál væl (helt eg sjálv tá), tosaði við vaksin fólk, sum hann hevði ansað, tá tey vóru børn, tosaði við løgreglumann, sum hevði brúkt Kim sum sína egnu persónligu barnagentu heima við hús — ja eg tosaði við skítfult av fólki og myndugleikum um hetta slatrið. Og svarið var krystalklárt — maðurin er av órøttum lagdur undir at vera pedofilur. 

Men trupulleikin var bara, at í 2021 varð maðurin dømdur fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd av børnum. Og fyri at gera tað verri: Hann er eisini dømdur fyri lógarbrot móti børnum í tí sama tíðarskeiðnum, sum hann vitjaði meg á Sosialinum í 2016. 

So hvat er til ráða at taka, tá mann ger eitt álvarligt mistak? 
Eftir at hava hugsað nógv um hetta málið, síðani maðurin varð dømdur, valdi eg í summar at fara í gongd við at kanna málið umaftur. Hvør er hesin maðurin, sum eg møtti í 2016? Hvat hevur hann gjørt, og var tað nakar, sum visti ella burdi vitað sannleikan um hann? Nú eri eg liðug við fyrstu partarnar í poddvarpsrøðini, og nú eg fari undir at leggja tað alment út, kennist tað næstan sum at ganga nakin frá Sumba til Viðareiðis til almennan skoða. At leggja seg skerflatan, viðganga eitt mistak og síðani grava í onkrum, sum tú so ella so er kensluliga partur av — ja tað er øðrvísi enn nakað, eg havi upplivað fyrr, og eg kenni meg onkursvegna úrlatna nú, eg havi latið fyrsta partin úr hondunum.

 

Hinvegin haldi eg, at tað klæðir okkum journalistum, at vit eisini tora at viðganga mistøk. Tí sjálvandi eru vit sum øll onnur menniskju, vit gera mistøk. Okkara mistøk eru bara sera almenn. Men hví er tað, at tað er so trupult hjá okkum menniskjum at viðganga, at vit ikki eru feilfrí? Hvat er tað fyri stremban eftir perfektión, sum leiðir okkum til at vera púra uttan evnini til at hyggja inneftir — eisini alment? Tað er — so segði hann — ein góður spurningur, sum klókari fólk enn eg mugu svara. Men eg havi so roynt at viðgingið mína egnu inperfektión í hesari poddvarpsrøðini. 

Fyrsti parturin av sendirøðini Forførd av einum pedofili kom út í morgun. Hvønn mánadag leggja vit nýggjar partar út. 

 

Vakmyndatól
Eftirhondini gamli klassikarin — vakmyndatól í miðbýnum í Havn, “ja” ella “nei”? — hevur nú tikið seg uppaftur. Orsøkin er, at nývaldi landsstýrismaðurin segði seg alment ivast í tí. 

Satt at siga, hevði eg heldur vilja sæð eitt vakmyndatól inni í hølunum hjá Javnaðarflokkinum. 

Ja altso, eg meini sjálvandi ikki við Javnaðarflokkin í Tórshavnar Kommunu ella Javnaðarflokkin á Fólkatingi, men móðurfelagið — har sum Aksel V. Johannesen er formaður. 

Tí hvussu ber tað í grundini til, at Javnaðarflokkurin hevur megnað at sannført okkum øll um, at tey eru slett ikki ein og sami flokkur, men fleiri politiskar fraktiónir, sum virka púra ótongdar av hvørjum øðrum?

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi prikaði til Framsókn á Facebook í vikuni, har Sjúrður Skaale helt fyri, at liberalisman hjá Framsókn mátti snúgva seg um annað enn vakmyndatól, alkohol og løpihjól. Og so endaði hann við 

 

“Hetta er eitt sindur lætt og popput sett upp, eg veit, men seriøst: Verða okkara grundleggjandi sosialdemokratisku og / ella konservativu strukturar nóg nógv og nóg væl avbjóðaðir av Framsókn?”


 

Hetta fekk sjálvsagt Bjarna Kárason Petersen og Sólvit E. Nolsø at tala at. Bjarni gav speiskliga Sjúrði rætt í, at tað var popput sett upp, meðan Sólvit hartaði Javnaðarflokkin á Fólkatingi fyri atfinningarnar.

 

Hetta meðan Javnaðarflokkurin í Havn, Heðin Mortensen, helt fyri, at útsøgnin hjá Bjarna Kárason Petersen var heldur “primitiv”. 

Tað er at kalla eingin politiskur flokkur, sum kemur upp á øklarnar á Javnaðarflokkinum, tá tað snýr seg um spinn. Tey hava enntá megnað at sannført okkum um, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi og Javnaðarflokkurin í Havn saktans kunnu vera størstu kritikarar av sitandi samgongu, sum altso er undir leiðslu av Javnaðarflokkinum (tann við Aksel V. Johannesen og teimum í).

Eg hevði vilja sæð, hvussu planlagt hettar er. Virka hesar fraktiónir veruliga púra leysar av, hvat formaðurin nú mann halda um tað heila, ella er hetta planlagt, so mann kann blása og hava mjøl í munninum í senn? Og hvussu reagerar floksapparatið, tá ið borgarstjórar og fólkatingsmenn byrja at skjóta eftir samgonguni bert fáar vikur inn í valskeiðið? 

Eg veit ikki, men eg stemmi fyri einum vakmyndatóli inni hjá Javnaðarflokkinum (altso móður-Javnaðarflokkinum)

Burtursæð frá tí, so havi eg trupult við at skilja trupulleikan við at seta vakmyndatól upp í útvaldum støðum í Havn. Um tað verður handfarið á rættan hátt — t.v.s., eingin hevur atgongd til upptøkurnar, og tær einans verða tiknar fram av løgregluni, tá ið okkurt ógvusligt er farið fram — ja so haldi eg, at tað er fínt! 
Í fjør hoyrdu vit um eina ógvusliga neyðtøkuroynd í býnum. Kvinnan var næstan komin til hús, tá ið maðurin, sum hevði fylgt aftaná henni frá Steinatúni, leyp á hana. Løgreglan fann tíbetur mannin beinanvegin, og hann varð fongslaður. Men tað er áður komið fyri, at ein hópneyðtøkumaður gongur leysur í langa tíð, áðrenn løgreglan finnur útav, hvør viðkomandi er. Hví skulu vit útseta okkum fyri tað?

 


Frihedsbrevet hesa vikuna

Í morgun hava vit lagt nýggjastu tíðindini út um, hvat hollendski Hægsti rættur heldur um, at nakrir hollendskir journalistar ikki fáa innlit í samrøðuna millum hollendska forsætirsráðharran og Aksel V. Johannesen (tá hann var løgmaður frá 15–19). Forførd av einum pedofili er komið út á síðuna eisini. 

Og í morgin kanst tú lesa um, at fleiri menn, sum hava arbeitt sama stað, hava av onkrari orsøk fingið júst somu, herviligu sjúku. Teir standa spyrjandi og vilja hava, at onkur fer at granska í, hví teir eru blivnir sjúkir. 

Seinni í vikuni er tíðin komin til eina samrøðu við Ruth Vang í vikuliga Klubb33 poddvarpinum, og vikuligi Frímælt er eisini á skránni fríggjamorgun sum altíð. 

 

Takk fyri, tú las við

Barbara Holm

Ábyrgdarstjóri

Frihedsbrevet