Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Tað er val og tað merkir, at hvør journalistur, sum gongur á tveimum beinum, er raktur av ógvusligum valfepri. 

Tað eru vit eisini á redaktiónini hjá Frihedsbrevet. Vit, sum annars alt árið runt, hava nakað høgan politiskan temperatur. So kanst tú ímynda tær, hvussu tað so er, tá ið tvey val verða blakað omaná. 

Tí hava sett okkum fyri, at vit fara at blanda okkum upp í valstríðsdekningin. Tað gjørdu vit longu áðrenn valið varð útskrivað, og síðani løgmaður sveik sínar samgongufelagar og sendi løgtingið út í eitt blóðugt kríggj um tína atkvøðu, hava vit eisini kempað ein harðan dyst. Upp á okkara egna, sermerkta, journalistiska máta. Og tað verður enn harðari!

 

Nørdast tvær ferðir um vikuna
Tað fyrsta, eg kann nevna er, at vit hvørja viku hava minst tvey kjak í Klubb33, okkara politiska poddvarpi. Her venda vit øllum hugsandi lutum í valstríðnum saman við øðrum politiskum nørdum, eins og vit sjálvi. Sum dømi kann eg nevna, at í seinasta parti kavaðu vit niður í valskráirnar, sum eru lagdar fram higartil. Skotsmálini vóru ikki blíð hjá panelinum. 

Hoyr Klubb33 undir “poddvarp”

 

Alt tað, sum vit ikki taka upp í Klubb33, loftar Rólant Waag Dam í vikuliga Val sæð-greinarøðini. Her hyggja vit eftir teimum heldur skeivu tingunum, so sum at Fólkaflokksvalevni heldur, at “uttan góðar menn, nytta vit kvinnur einki” (og tað halda tey so er hóskandi at siga 8. mars…) og at verðin er vend á høvdið, nú Javnaðarflokkurin er myndaður av einum oljustjóra, meðan Fólkaflokkurin tosar um at seta ferð á grøna orkuskiftið… 

 

Knívin á barkan
Frá sunnudegnum koma okkara hardtalk. Tað eru kritiskar samrøður, sum forfólkini í flokkunum stilla upp til. 

Tær samrøðurnar hava eg sjálv og Jan Lamhauge. Vit fara at leita aftur í tað, sum forfólkini hava lovað áður. Og fara at seta teimum truplar spurningar um tað, sum tey lova nú.

Tað er eitt klassiskt konsept í journalistikkinum — tann harða samrøðan, sum vónandi skal gera teg betri ílatnan til at seta krossin tann 26. mars. 

 

Val á Veg — LIVE í Reinsarínum og á netinum
Umframt hetta fara vit at bjóða flokkunum til kjak tey bæði komandi leygarkvøldini. Tað gera vit í Reinsarínum í Havn. 

Val á Veg seinast tað var. 

Tað fyrsta er nú leygarkvøldið. Har fara vit at tosa um bústaðarneyðina og útlendska arbeiðsmegi. Tað eru tvey kjak og tiltakið verður í umleið tveir tímar. Tað byrjar klokkan 20.00, er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. 

Fært tú ikki luttikið, so kanst tú fylgja við á netinum, tí vit stroyma eisini beinleiðis frá tiltakinum. Og so kemur tað eisini út sum poddvarp seinni.

Við øllum hesum halda vit, at tú burdi valt Frihedsbrevet, nú val er. Vit eru tín politiski vakthundur. Bæði tá tað er valstríð og tá tað ikki er!

Takk fyri at tú las

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri