Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Tað kom óvart á nógv, sum fylgja óvanliga væl við í føroyskum politikki, tá ið Hans Jacob Thomsen, tingmaður, í fjør fekk at vita frá landsstýriskvinnuni Margit Stórá, at ikki ber til at siga, hvussu nógvar fyritøkur eiga hús í Føroyum, ella hvussu nógv fólk eiga meira enn eitt hús. 

Tær upplýsingar finnast snøgt sagt ikki, var svarið úr landsstýrinum. 

“Kann tað veruliga passa”, hugsaðu vit á redaktiónini. 

Tað er ótrúligt, tá ið mann hugsar um, at hvørt mansbarn í Føroyum hevur vitað í mong harrans ár, at okkara størsta avbjóðing í samfelagnum er bústaðarneyðin. Vit hava hoyrt serfrøðingar ávara um stóra munin millum útboð og eftirspurning. Vit hava sæð sjónvarpssendingar um fólk í neyð orsakað av, at tey ikki fáa nøktandi leigubýli. Vit hava sæð politikarar finna upp á ráð og royna ymsar loysnir fyri at bøta um trupulleikan, og vit hava enntá sæð almennu Bústaðir byggja og byggja júst fyri at nøkta tørvin á einum fleksiblum, fjølbroyttum bústaðarmarknaði.

Men hava vit gjørt alt hetta uttan at vita, hvussu bústaðarmarknaðurin í grundini sær út? Kann tað veruliga passa?

Tað settu vit okkum fyri at kanna nærri. Og tað vísti seg at vera púra rætt. Hús eru skrásett í Tinglýsingini, feløg eru skrásett í Skráseting Føroya og alt møguligt annað skrásett í eitt nú Umhvørvisstovuni. Kortini hevur eingin sett allar hesar skrásetingarnar saman, soleiðis at tað ber til at siga nakað sum helst um nakað sum helst, sum hevur við húsamarknaðin at gera.

Inntil nú. 

Tað byrjaði við, at ein lesari hjá Frihedsbrevet, sum vil vera ónevndur, vendi sær til okkara við einum dátugrunni, sum hann hevur gjørt. Í grunninum ber til at sláa ymiskar matriklar og húseigarar upp. Hendan dátugrunnin hevur Durita Fagradal Augustinussen, journalistur á Frihedsbrevet og sjálvlærdur dátunørdur, síðani tikið til sín, víðkað og sett upp soleiðis, at eisini restin av okkum miðalhampa internet-brúkarum á redaktiónini kunnu finna út av tí. Hon hevur rættað nógvar feilskrásetingar, hevur fingið fleiri tøl frá fleiri myndugleikum og hevur dupulttjekkað so væl, sum tað nú ber til. Hon hevur eisini fingið fleiri køn eygu at hugt upp á stóra grunnin.

Hetta arbeiðið hevur tikið fleiri mánaðir. Og nú, kæri lesari, er tíðin búgvin til at siga tær nakrar faktuellar sannleikar, sum stava úr hesum dátugrunninum. T.d. kann eg siga tær, at tann persónurin, sum privatpersónur er skrásettur at eiga flest hús, sum eru ætlað fólki at búgva í, eigur sjey hús. Tað er kanska meira ella minni, enn tú hevði ímyndað tær. 

Men so skalt tú taka við í roknistykkið, at summi, sum eiga hús, eiga eisini í fleiri feløgum, sum eiga hús. Harvið gerst roknistykkið munandi meira innviklað.

Alt tað koma vit til, og vit byrja við greinini 483 fólk eiga trý heim ella meira, sum er útgivin á Frihedsbrevet í dag. 

 

Hvar eru vit?
Tað er torført at skilja, at vit ikki hava havt ein slíkan dátugrunn fyrr. Tað tykist snøgt sagt dovið og typiskt føroyskt upp á tann minst sjarmerandi mátan, at vit hava hugsað, at vit bara skulu langa til upp á gefühl, og so gongur tað nokk. At tað skal vera nøktandi loysn upp á kanska tann størsta trupulleikan, sum vit yvirhøvur hava sum samfelag. 

Ímynda tær, at vit øll sita umborð á einum skipi. Vit vita áleið, hvar vit ætla okkum. Vit vilja hava tann fjølbroytta bústaðarmarknaðin, sum vit vita skal til, um vit skulu rúma bæði støkum og stórum barnafamiljum, og øllum har ímillum. 

Men trupulleikin er, at vit hava onga hóming av, hvar vit eru stødd. Hvussu stórur partur av samlaða sethúsamarknaðinum er ogn hjá tí sama ella hjá partafeløgum? Hvussu nógv høvdu rindað ognarskatt, um vit settu hann í verk, og hevði hann gjørt mun? Er hugsingur um at seta ognarskatt fyri triðja húsið og meira í verk? Hvussu við íbúðum? Byggja vit íbúðir til feløg at eiga, tí tað er ein góð íløga? Ella fáa tær ungu barnafamiljurnar ella støku uppihaldararnir fatur á teimum? 

Who knows. Vit hava einki yvirlit, men man ikki tað er nøkunlunda, um vit bara geva Bústøðum nakrar hundrað milliónir aftrat? Og byggja gomlu bygningarnar á Landssjúkrahúsinum um til lestraríbúðir? 

Ajú, tað man fara at vera í ordan. 

Men hvussu vita vit, hvønn veg vit skulu fara fyri at koma hagar, sum vit vilja, um vit onga hóming hava av, hvar vit eru?

 

Fyrivarni
Tað vóna vit, at okkara dátugrunnur kann hjálpa við. Men áðrenn vit koma ov væl í gongd, skal eg gera vart við nøkur fyrivarni. 

Fyri tað fyrsta eru upplýsingarnar hjá myndugleikunum ofta gamlar ella hava beinleiðis mistøk. T.d. er matstovan Ræst framvegis skrásett, sum eitt hús til fólk at búgva í, meðan flest øll vita, at tað er ikki eitt sethús. Tað er nú ein vinnubygningur við einari matstovu í. 

Harnæst hava vit funnið hópin av feilskrásetingum hjá myndugleikunum. Eitt nú eru nøvn stavað skeivt, ella fólk skrásett upp á ymsar mátar, so ein má fara í gjøgnum tað stig fyri stig. Og vinnuvirksemi er í húsum, sum eru skrásett sum sethús, eins og fólk búgva í vinnubygningum, sum í grundini ikki eigur at bera til at búgva í. 

Hesi eru umfatandi fyrilit, sum hava við sær, at onkur av úrslitunum skulu takast við ávísum fyrivarni. Serstakliga tey úrslit, sum eru samlað tøl — t.d. hvussu nógvir føroyingar eiga meira enn tvey hús. 

Her er vandi fyri mistøkum, tí tað er møguligt, at feilskrásetingar eru hjá myndugleikunum, sum vit á redaktiónini ikki hava fangað í okkara arbeiði við hesum dátugrunninum. Men allar okkara upplýsingar eru frá myndugleikum, eitt nú frá Tinglýsingini, sum jú eru løgfrøðiliga bindandi tinglýsingar. 

Tá ið umræður søgur, sum t.d. siga okkum, hvussu nógv hús einstaklingar ella ávís feløg eiga, so eru tey tølini minni ávirkað av møguligum feilskrásetingum, tí tá eru vit í smálutum, sum bera til hjá redaktiónini at eftirkanna so hvørt. 

Samanumtikið: Vit gera vart við so hvørt, hvørji møgulig mistøk kunnu gera seg galdandi, og tú skalt vænta, at samlað úrslit hava eina lítla óvissu við sær.

 

Spennandi og kanska torført…
Tá ið tað er sagt, haldi eg, at tú skalt gleða teg. Tí komandi tíðina fara vit á Frihedsbrevet at seta sjóneykuna á sethúsamarknaðin og bústaðarneyðina. Vit fara at siga tær nógv meira um, hvussu sethúsamarknaðurin í veruleikanum hongur saman og fara at viðgera yvirskipaðar avbjóðingar á økinum. 

Vit fara eisini at nevna nøvn. Tað vil t.d. siga, at vit fara at siga tær, hvør eigur flest hús, og tey, sum veruliga gera um seg, fara vit eisini at greina tvørtur um privat- og vinnuligt. Tað kann kanska tykjast sum, at vit ganga fólki nær. Men vit gera tað fyri at lýsa veruleikan so væl vit kunnu. Fyri at gera eitt slag av valdsgreining av hesum virðismikla partinum av samfelagnum, nevniliga okkara hús og heim. Tú skalt ikki lesa tað sum, at tey fólkini ella fyritøkurnar, sum vit fara at taka fram, hava gjørt nakað galið ella ivasamt. Vit nevna nøvn og fyritøkur við gjøgnumskygni í hetta háaktuella økið í huga. Vit kava eisini niður í fleiri ymiskar vinnugreinar og kanna eftir, um ávís feløg ella fólk sita á fleiri húsum, meðan onnur ikki sleppa inn á marknaðin. 

Tí, vit hava, sum sagt, øll hús og tess eigarar í einum umfatandi dátugrunni, sum redaktiónin hevur nørdast í seinastu nógvu mánaðirnar. 

Hevur tú eitt hugskot til, hvat vit burdu kannað, so kanst tú senda okkum eitt prei á barbara@frihedsbrevet.fo ella á hey@frihedsbrevet.fo 

 

Víðka um redaktiónina
Og sum eina gleðiliga seinastu heilsan, kann eg siga tær, at tú eisini skalt vænta tær fleiri søgur frá Frihedsbrevet í komandi tíðum. 

Tí hevur tú lurtað eftir dagsins grein, hevur tú hoyrt eina nýggja rødd. 32 ára gamli Kristinn Vang, sum nú er byrjaður á Frihedsbrevet. Og sum tað fyrsta hevur kastað seg yvir hendan dátugrunnin. 

Kristinn Vang er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, hevur arbeitt sum fulltrúi á danska skatta aðalráðnum, og hevur royndir í journalistikki í eitt nú Kringvarpinum. 

Hann er okkara fimta starvsfólk. Tað merkir millum annað, at tað gongur væl hjá Frihedsbrevet. Og tað mann eisini merkja, at Føroya fólk veruliga vil hava valdskritiskan journalistikk, sum tann vit umboða. 

Takk fyri tað. 

Og takk fyri, at tú las.