Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Nú er um at vera langt ímillum hesar snapsirnar í Fríu Barbaru. Einamest tí eg eri farin at troyttast av at meina okkurt í tíð og ótíð, og í grundini er tað rættiliga fjart frá journalistikkinum. 

Tí havi eg fyri tíð síðani gjørt av, at eg bara hvessi mær Fría Barbaru-pennin, tá ið eg veruliga haldi, at eg má fara upp á tann høga hestin at vera eitt ódámligt, belærandi moldhøvd eina løtu. 

Tað er so har, vit eru nú. 

Tí seinastu tíðina hava vit á Frihedsbrevet fingið nakrar løgnar viðmerkingum um okkara søgur. Ikki um søgurnar, men um at vit í heila tikið ditta okkum at siga søgurnar. 

Viðmerkingar sum: “Tit á “Frælsisbrævinum”. Vónandi hava tit tað gott við at tæna Statinum og valdinum annars. Skapið nú so nógv splid sum yvirhøvur gjørligt millum okkara borgarar. Aleina “Frihedsbrevet punktum FO”, sigur alt um, hvat tit duga. Wannabees eru ríkiligt til av. Skammið tykkum”. 

Hetta skrivaði ein maður um ein part av Brotsvarpinum, sum snúði seg um eitt rættarmál um verk í hundraðtali eftir William Heinesen, Zacharias Heinesen, Mikines o.s.fr. Eitt arvastríð, sum enn eina ferð er endað í rættarskipanini. 

Hesin Facebook ryttarin er ikki einsamallur um at halda, vit eru av tí ónda. Ein skrivar “So samd, ræðuligur miðil”. Ein annar skrivar “Fantastiskur og uppbyggjandi lesnaður, tit skuldu fingið premiu”. (Hann kann so ikki hava trýst á leinkið, tí har er einki at lesa, men at hoyra. Men gott er).

Tað, sum eg haldi, vera sera áhugavert við slíkum er, at eg veit ikki reiðiliga, hvat fólk meina við. Tí vit finna jú ikki upp á søgurnar. Tað eru ikki vit, sum halda, at tað kundi verið stuttligt, um tað var eitt arvastríð í rættinum um listaverk í hundraðtali, og so finna vit bara upp á restina. 

Tað eru heldur ikki vit, sum lúgva upp á Umhvørvisstovuna um sexchikanumálini, ella upp á ein mann, sum nú skal inn at sita og verður burturvístur úr Føroyum, tí hann hevur framt óvanliga ógvusligan harðskap við knívi móti einum øðrum manni. 

 

Vilt tú heldur ikki vita?
Í grundini er tað, sum ger okkum til ein “ræðuligan miðil” altso eitt av tveimum: 1) Antin er tað ikki vit, sum eru tað ræðuliga, men tað føroyska samfelagið, har alt hetta hendir. 2) Ella eru tað í veruleikanum vit, tí fólk í grundini helst ikki vildu vita av tí, sum hendir í hesum samfelagnum. 

Tí fólk ikki vilja vita um tað, sum hendir í Føroya rætti. Um tað, sum hendir fyri føroyingar, sum arbeiða á ymiskum almennum stovnum. Ella um tað, sum valdshavarar gera í móti lógini ella í móti sínum lyftum. 

Hvat heldur tú, tað er, kæri lesari? Hava vit lyndi til at ilskast inn á skeivleikarnar í okkara samfelagi, ella eru vit ill um, at tað ikki longur ber eins væl til at vera sum strutsurin og smekka høvdið niður í sandin, tá ið okkurt er, sum tú ikki vil síggja? 

Í grundini geri eg strutsum órætt, tí tað er ikki, tí teir ikki tola veruliga lívið, at teir smekka høvdið niður í sandin. Tað er hinvegin, tí teir leggja síni egg niður í sandin, og tí stinga teir høvdið niður til reiðrið viðhvørt. Tað er altso fyri at ansa sínum ungum, at høvdið fer niður í sandin. 

Spurningurin er so, hví vit hava nakrar føroyingar á Facebook, sum vilja gera sum strutsurin við tí eina endamáli at ikki vita. 

Tí hesi tingini henda í Føroyum. Tað gera tey, um tú vilt tað ella ikki. Tað gera tey eisini, um einki Frihedsbrev var til. Tá hevði tú kanska bara ikki vitað av tí. Og er tað í grundini tað, tú vilt, um tú nú hugsar teg um? At eingin vakthundur fylgir við, og at eingin segði tær frá teimum óbehagiligu síðunum av samfelagnum?

 

Rætt og lætt
Eitt annað, sum í grundini heldur ikki hevur nakað við journalistikkin at gera, er at selja sína vøru. 

Vøran í hesum førinum er Frihedsbrevet, og í grundini dámar mær ikki at siga við teg ella nakran annan, hvat tú skalt brúka tínar pengar til. Aftur, tí at selja hevur einki við journalistikk at gera. 

Tó so, má eg prædika viðhvørt, og eg má selja viðhvørt. Ikki tí mær dámar tað, men tí tað er neyðugt. Tí Frihedsbrevet livir bara av sínum haldarum. Tað merkir, at tað eru ongar fyritøkur, sum keypa lýsingar hjá okkum, og tað er eingin politikari, sum skal geva okkum miðlastuðul. Vit eru fíggjað av okkara haldarum, og tí hevur talið á haldarum eisini beinleiðis ávirkan á, hvussu vit menna okkum. Skulu vit hava fleiri greinar og poddvørp, og skulu vit hava fleiri journalistar? Til tað krevst, at vit hava fleiri haldarar. So pínliga einfalt er tað, kæri lesari. 

Ikki tí, vit kundu væl gjørt tað, sum gav fleiri greinar og fleiri poddvørp. Øll redaktiónin hevur jú arbeitt við journalistikki í áratíggju, og vit hava í mong ár skrivað fleiri greinastubbar um dagin ella gjørt fleiri útvarpsinnsløg ella sjónvarpsinnsløg. Tað duga vit væl. Men tað tíma vit ikki, og álvara — hevur tú brúk fyri fleiri løttum kalorium?

Vit gera ikki longur nógv av tí, sum er lætt og skjótt at gera, og sum gevur okkum góðan svøvn og fínar frídagar.

 Vit brúka hinvegin nógva tíð upp á at grava í myrkum avkrókum og siga tær søgur, sum eru truplar. Fyri tann, sum søgan er um, fyri tann, sum lesur, og fyri okkum, sum siga søguna. 

Um tú hevur ta fatan, at tað er lætt og stuttligt hjá okkum at siga hesar søgurnar, so fert tú skeivur. Tað er mangan tungt upp á fleiri ymiskar mátar, men tað er neyðugt. 

Tí enn eina ferð: Hesi tingini henda í Føroyum. Tey henda, um tú ikki vilt hoyra tað, og tey henda, um einki Frihedsbrev var. Tann einasti munurin er, at nú eru tað fleiri ting, sum ikki sleppa at fara aftur við borðinum í hesum lítla samfelagnum, uttan at fólk vera hildin til svars, ella tú fært innlit. 

Í hesari vikuni seta vit tí eina nýggja herferð í gongd á sosialu miðlunum. Tí vit hava hug at minna á, at tað hevur týdning, at vit siga tær tað, sum hendir í Føroyum. Eisini tá ið tað er óbehagiligt.