Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Hetta tíðindabrævið verður eitt sindur øðrvísi enn tað plagar. Hetta er bæði ein oddagrein og ein tíðindasøga, men av tí, at tað snýr seg um okkum sjálvi, hava vit valt ikki at viðgera málið í einari grein, og heldur valt at siga frá tí í hesum formatinum, har eg eisini kann loyva mær at viðmerkja tað, sum gongur fyri seg. 

Tað er uttan iva ein røtt avgerð, tí satt at siga havi eg, seinastu dagarnar, verið snøgt sagt rasandi. Og enn einaferð eri eg blivin sannførd um, at hendan uppgerðin við tað niðrandi kvinnusýnið hjá summum, sum heilt greitt er í gongd í hesum døgum, er tann mest umráðandi uppgerðin vit hava havt í nýggjari tíð. Og hon kemur also ikki ein minutt ov tíðliga. 

Lat meg byrja við tí nýggjasta.

Tí so seint sum fríggjadagin kærdi Frihedsbrevet ein løgreglumann til fútan fyri sexistiskan atburð. Hetta er forsøgan:

Fríggjadagin 14. mars var eitt mál fyri í Eystara landsrætti, sum endaði við, at ein løgreglumaður var dømdur sekur fyri blúnisbrot, tí hann hevði følt upp á ein kvinnuligan starvsfelaga á løgreglustøðini. Tað málið var annars fyri í Føroya rætti í august í fjør, og tá dømdi Føroya rættur hann eisini fyri blúnisbrot. 

Okkara starvsfelagi, Durita Fagradal Augustinussen, var í rættinum til hetta málið, sum hon hevur verið so oftað fyrr. Hon er eftirhondini ein tann mest royndi rættarjournalisturin í landinum, tí hon hevur verið óteljandi ferðir í rættinum og fylgt málum frá morgni til myrkurs, sum hon millum annað greiðir frá í Brotsvarpinum hjá Frihedsbrevet. 

Men hesa ferð var dagurin í rættinum øðrvísi enn allir hinir. Tí hesaferð fekk Durita sjálv eina keðiliga uppliving við á vegnum. 

Júst sum ein steðgur í málinum er um at vera av, stendur Durita Fagradal Augustinussen í einum horni í gongini í rættinum og skrivar notatir. Tá gongur ein løgreglumaður, sum hon forrestin ikki kennir, framvið henni og sigur: 

“Um tað er ov trongt inni har, so kanst tú bara seta teg á her”, sigur løgreglumaðurin flennandi og klappar á lærið hjá sær. Altso: Durita kundi bara seta seg á hansara lær. 

 

Løgreglu”vinmenn”
Hetta er, ikki tær at siga, kæri lesari, fullkomiliga óakseptabult. Eg eri skuffað av, at ein løgreglumaður, sum gjarna skal umboða eitt týdningarmikið og tignarligt starv í Føroyum, kann finna upp á at siga slíkt við eina kvinnu í 2025. Ja, tað var eisini langt úti í 1930, men í dag burdi mann jú vitað tað, ha?

Tað, sum ger hesa upplivingina meira enn bara eitt sindur ørkymlandi er, at hetta ikki er á einari barr klokkan trý um náttina (har tað forrestin heldur ikki er ókey). 

Hetta er á alljósum degi, í púra edrúum tilstandi, í Eystara landsrætti! 

Og ikki nóg mikið við tí – hetta er til eitt rættarmál um ólógligan atburð hjá einum løgreglumanni móti einari kvinnu. 

Til hetta rættarmálið, eins og tá hesin maðurin seinast sat á ákærubonkinum fyri sama mál, vóru fleiri løgreglumenn í rættinum, og sera demonstrativt stuðlaðu teir hesum manninum, meðan fleiri kvinnur í starvi hjá løgregluni vóru á staðnum og stuðlaðu tí órættaðu kvinnuni. 

Tað er nú í grundini eisini heldur merkisvert, at fleiri løgreglumenn, hvørs arbeiði tað er at upprætthalda lógina, tvær ferðir seta seg í rættarsalin at stuðla “sínum vinmanni”, sum nú tvær ferðir er dømdur fyri at fremja ólógligan ágang móti einari kvinnu, sum eisini er í starvi hjá løgregluni. Er tað tí teir halda, at hetta lógarbrotið hevur einki upp á seg? Ella hvussu skulu vit í grundini tulka tað?

Og tá tað so er steðgur í rættarmálinum, sigur ein av hesum monnunum – hvørs arbeiði er at upprætthalda lógina – at Durita Fagradal Augustinussen kann bara seta seg á lærið hjá sær. 

Hetta hendir annars til seinna rættarmálið í farnu viku, sum snýr seg um blúnisbrot móti kvinnum, framt av løgreglumonnum … Also aðru ferð upp á ein viku, at ein løgreglumaður er í rættinum um blúnisbrot móti kvinnum.

 

Uppgerðin er neyðug
Vit á redaktiónini hava valt at siga hesa søguna alment. Hetta tí, at vit halda tað hevur týdning, at vit alment tala at, tá ið vit eru fyri órætti. Ikki tí at “Durita er ein sart lítil tulipan”, “Vit eru snowflakes” ella “nú kunnu menn einki siga longur”.

Vit halda tað hevur týdning, at vit ikki finna okkum í slíkum sexistiskum viðmerkingum, og at vit alment tosa um, hvar mørkini ganga, tí annars heldur alt bara fram sum var einki hent. 

Og tað kann tað jú ikki. Vit kunnu ikki longur liva við, at menn, sum hesin løgreglumaðurin, koma við slíkum niðrandi viðmerkingum, og vit bara hyggja hinvegin. 

Vit síggja týdninginum av at siga frá í uppgerðunum, sum eru í samfelagnum júst nú. Tað veri seg bæði við sexchikanumálunum á LS, við dickpick-málunum í Sunda kommunu og við stríðnum í tónleikavinnuni. 

Fara vit upp í tyrluperspektivið í øllum hesum málunum, so er felagsnevnarin, at kvinnurnar, sum siga frá sínum upplivingum og uppfatanum av hendingum og orðum, í fyrstu atløgu ikki verða tiknar í álvara, ikki eingang vera hoyrdar, men heldur tileinkisgjørdar, niðurgjørdar, feiðaðar av borðinum av teimum við størri valdi.

Eg bleiv Kvinnustríðsdagin mint á, av nøkrum ungum, klókum kvinnum í Fuglafirði, at tað hevur sera stóran týdning, hvussu vit (eldri) kvinnur seta orð á sexismu, sexchikanu ella annan ágang móti kvinnum. Eisini hóast tað ikki rakar okkum persónliga. Tí tað er okkara ábyrgd at siga frá, so at tær, sum yngri eru, ikki noyðast at liva við teimum somu skeiklaðu kvinnufatanunum, sum vit uppliva umaftur og umaftur. 

Tí tað handlar jú ikki um tað ítøkiligu støðuna. Tað handlar ikki um Duritu, tí Durita er ein dugnaligur, skrappur journalistur, sum bæði er før fyri at svara líka frekt aftur, skuldi hon ynskt tað, og før fyri at hongja hendan mannin út, skuldi hon ynskt tað. Men tað snýr seg ikki um hana. 

80 ára gamla mamma mín, mín stóra fyrimynd, minti meg eisini á í dag, at tað samfelagið vit nú búgva í, er so nógvar ferðir betri enn tað var, tá ið hon var ung. Men samstundis minti hon meg á, at tað er vigtigt, at vit ikki lata ting sum hesar viðmerkingarnar fara aftur við borðinum. Tí tað er eisini uppgávan hjá okkum, sum nú eru í velmaktini, at tala at, so vit sum 80 ára gamlar konur kunnu siga við okkara døtur: “åhh tað er blivið so nógv betur, men enn mugu tit berjast”. 


So tað gera vit. Og tí kærdu vit fríggjadagin hendan løgreglumannin formliga til Michael Boolsen, fúta.