Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Tað er nú ikki á hvørjum degi, at fólk rópa meg brita (ella eina ljótari útgávu av orðinum), og faktist meina nakað jaligt við tað. 

Tað gjørdu tey leygarkvøldið, tá ið eg fekk heiðurin sum Ársins Brita, til eitt frálíkt tiltak í Fuglafirði. Túsund takk fyri tað tit, sum skipa fyri. 

Tað eru, tíbetur, nógvar britur til í Føroyum. Tað eru tær mongu, sum hava sagt frá um sexchikanu á LS. Tað eru tær mongu, sum hava sagt frá um dickpicks frá einum borgarstjóra. Tær eru tær mongu, sum hava sagt frá um alt í millum himmal og jørð, sum hava gjørt, at mørkini fyri, hvat er vanligt og ikki í Føroyum, verða flutt, og samfelagið verður betri av tí sama. 

Til hesa Fríu Barbaru, sum tað eftirhondini er langt ímillum, havi eg tí valt at senda mína takkarrøðu í sambandi við Ársins Britu. 

Tímir tú ikki at lesa ella lurta eftir tí, so haldi eg hinvegin tú skuldi lisið og lurtað eftir øllum teimum greinunum og poddvørpunum, sum vit hava savnað á okkara heimasíðu og app undir teiginum “altjóða kvinnudagur”. Har eru t.d. kjak, greinar og samrøður við kvinnur, sum vit hava gjørt seinasta árið, sum onkursvegna skilja seg burturúr úr rúgvuni, hava eina týdningarmikla søgu at siga o.s.fr. 

GG! Á appini finnir tú “Altjóða Kvinnudagur” bólkingina, allar ovast á forsíðuni, um tú skrollar yvir til endan. 

Til øll tykkum, sum ikki hava so serliga stóran áhuga fyri Kvinnustríðsdegnum, kann eg ugga við, at tað er hóast alt ikki tað einasta, vit gera, hóast Kvinnudagurin hevur fylt nógv í okkara dekningi seinastu dagarnar. 

Eg kann gleða tykkum við, at Billbugt er aftur við næstu rundu! Í dag er ein partur komin út, har Niels Uni Dam og Símun Jóannesarson Hansen kjakast um rúsevnir. Skal eftirlit við rúsevnum herðast ella strikast? 

Rúsevni eru nevniliga eisini evni fyri fleiri partar av Brotsvarpinum, tí vit hava fylt dúgliga við í stóra narkomálinum í síðstu viku, og hava gjørt fleiri partar um tað, fyri nú at taka okkurt úr rúgvuni. 

Hesa vikuna skalt tú vænta tær fleiri umráðandi søgur, kjak og ikki minst Brotsvørp. 

 

Ársins Britu 2025 røðan 

Nú eg fái høvið at siga okkurt í kvøld, havi eg hug at siga okkurt um tær kvinnurnar, sum ígjøgnum árini hava sagt sína søgu. Um tað er um abort, sex-chikanu, talgildan ágang, tá tær eru sviknar av skipanini, ella hvat tað nú skal vera. Og um, hvussu tær hava broytt samfelagið hjá okkum til tað betra.

 

Lat meg taka nøkur dømi:

Tær allar fyrstu greinarnar, eg skrivaði í míni karrieru sum journalistur, vóru um abort, og tað var í Sosialinum í 2008.
Tá minnist eg, at tað var púra ógjørligt at fáa kvinnur at tosa um tað við navni. Tær tordu ikki eingongd at møta mær fysiskt, tí hvat nú, um onkur roknaði út, at tær høvdu tosað við meg, og harvið, at tað vóru tær, sum høvdu tikið abort. Tað var ekstremt tabuiserað og ein stór skomm at siga, at mann hevði tikið abort.

Spola tíðina fram til 2023, og eitt videobrot ferðast á sosialu miðlunum, har ungar sum eldri kvinnur í Føroyum umaftur og umaftur siga orðini “eg havi tikið abort“. Hetta video kom út sjálvan 8. mars, og hendan dagin minnist eg, at eg vaknaði og lá enn í songini, tá ið eg sá hetta video og hugsaði: hetta er stórt. Hetta er søguligt. Tí nú var tað brádliga okey at siga frá, at mann hevði tikið abort. Nakað, sum tað 15 ár frammanundan var púra ómøguligt at tosa um.

Golden Maps
Eitt annað dømi er, áðrenn eg bleiv journalistur, tá eg var tannáringur í Vági í 00-unum, minnist eg, at tað bleiv deild ein mappa millum teldur hjá dreingjum og monnum. Mappan æt “Golden Maps“ og var typiskt á einum geyma, sum menn deildu sínámillum og síðani løgdu aftrat so hvørt. Í mappuni vóru meira og minni nakinmyndir av føroyskum kvinnum, sum onkur kanska hevði fingið frá einari eks-damu, onkur hevði tikið av damuni o.s.fr., og sum teir so høvdu samlað saman til aðrar at njóta og byggja upp á. Myndir, sum hesar kvinnurnar absolutt ikki ætlaðu til almenna rúmið.

Eg var ikki sjálv offur fyri tí, men eg minnist skommina hjá teimum kvinnum, sum vóru. Hvussu tær nærmast vóru álopnar í býnum við fúlum viðmerkingum, og brádliga bara gjørdar til almenna ogn orsakað av einum brotsverki, sum var framt ímóti teimum. Tær vóru offrini, men tær bóru eisini alla skommina av mappuni, meðan teir, sum deildu myndirnar, als ikki hugsaðu um tað sum skomm ella nakað galið.

Spola tíðina fram til 2022, og “Golden Maps“ er aftur í umferð, men hesaferð við nýggjum nøvnum á listanum. Og fleiri av teimum sokallaðu nýggju á listanum fóru út í almenna rúmið at frásiga sær skommina, og leggja hana væl og virðiliga á herðarnar á teimum, sum deildu hesar myndirnar. Ein teirra, Rannvá Magnadóttir, stóð her, sum eg nú standi í 2023. Við eitt var fatanin av hesum broytt. Við teirra orðum um, at hetta ikki var teirra skomm, broyttust Føroyar í einum, og tær, sum sótu við skommini í 00-unum, kundu loksins frásiga sær skommina so nógv ár seinni. Tí nú søgdu teirra medsystrar: hertil og ikki longur.

Sex-chikana og dickpics
Eitt dømi frá mær sjálvari var einaferð fyri nógvum árum síðani, tá ið eg júst var byrjað sum journalistur. Eg skuldi gera eina samrøðu við ein toppolitikara, sum júst hevði boðað frá onkrum álvarsligum.
Samrøðan skuldi vera beinleiðis á Rás2 í tíðindunum á middegi, og tá ið hesin toppolitikarin kom í Miðlahúsið, flokkaðust øll rundan um hann. Øll vildu hoyra, hví hann hevði gjørt, sum hann hevði gjørt, og hoyra, hvat hann annars hevði at siga.

Tá ið klokkan var umleið tveir minuttir í middag, breyt eg forsamlingina av, meðan eg stóð í trappuni upp til studio, og segði: “Nú mást tú koma við mær, tí tíðindini byrja skjótt“.
Hann vendi sær ímóti mær, fyri síðani at hyggja aftur upp á forsamlingina og siga: “Hetta er tí, eg altíð komi á Rás2 fyrst: eg elski at ganga aftaná henni upp gjøgnum trappurnar“.

Øll flentu sjálvandi, men eg mátti siga okkurt, og áðrenn eg fekk hugsað meg um, leyp tað úr munninum: “Um tú skalt fleyga tær, er vesið beint har. Tú hevur bara tveir minuttir, men tú sært ikki út til at hava brúk fyri meir“.
Og so fór eg upp á.

Aftaná tíðindini fekk eg av at vita. Ikki frá teimum, sum nú stjórna Miðlahúsinum, men frá einum týdningarmiklum manni í húsinum tá. “Hatta ger man simpelthen ikki,“ segði hann, og eg skilt ímillum linjurnar, at eg var ikki populer handan dagin.


Spyrt tú meg nú, eini 15 ár aftaná hasa upplivingina, so vænti eg ikki, at nakar hevði torað at sagt nakað av hasum. Hvørki hasa viðmerkingina um at ganga aftaná meg upp gjøgnum trappurnar ella at skelda, tá ið eg so svari aftur. Eg vænti nú heldur ikki, at eg hevði sagt tað sama í dag, sum 23 ára gamla eg tá segði, men hinvegin, jú, sannlíkt.

Spurningurin er tó, hví hatta ikki hevði hent fyri meg í dag.

Er tað tí, eg eri eldri og meira etablerað, og tí kanska eitt sindur vandamiklari at siga slíkt við?

Er tað tí, at eingin sigur sovorið meir, tí samfelagið er blivið tað meira búgvið?

Ella hendir hatta í øðrum útgávum alla tíðina, uttan at vit gera nakað við tað?

Um tú spyrt nógvar ymiskar kvinnur á Landssjúkrahúsinum, so er triðja svarið tað rætta. Tað hendir í heilum í øðrum útgávum, og sjálvt tá tær halda seg hava kært um sex-chikanu frá einum leiðara, verður tað ikki tikið hond um.

Ikki fyrr enn tað kemur fram í tað almenna rúmið. Ikki fyrr enn onkur sigur hart: “Far og fleyga tær; eg finni meg ikki í hesum meira“.

Og eg kann siga tað sama um nógvar kvinnur, sum hava fingið ósømiligar myndir ella, fyri nú at kalla tað tað sum tað er, dickpics sendandi frá einum fólkavaldum politikara.

Trupult, men neyðugt
“Hvussu leingi ætla tit at blíva við?“ Tað var tað onkur, sum spurdi okkum á redaktiónini hjá Frihedsbrevet um nú ein dagin.

Tí vit blíva við at siga søgurnar um ósømiligu myndirnar frá borgarstjóranum í Sunda kommunu, og tí vit blíva við at siga søgurnar um sex-chikanu á einum av størstu arbeiðsplássunum í landinum, nevniliga Landssjúkrahúsinum. Í øllum førum so leingi nakað nýtt og viðkomandi er at siga um hesi málini.

Eg skilji so sera væl, at tað er óbehagiligt og trupult. Eg skilji, at tað kennist óføroyskt og óneyðugt at “válka sær í“. Eg skilji, at tað pínir tey, sum tað rakar.

Og eg havi samkenslu við teimum, tí satt at siga vænti eg sum útgangsstøði ikki, at fólk gera slíkt, tí tey vilja øðrum ilt.

Eg haldi hinvegin, at hetta hendir, tí soleiðis hevur man altíð gjørt. Mann hevur altíð havt slíkar hendingar, og man hevur altíð sópað tað undir gólvteppið so ella so.

Og hvussu broyta vit tað, sum altíð hevur verið? Tað er í øllum førum við at tosa um tað. Við at siga hart og týðiliga, at vit vilja ikki hetta meir. Vit vilja hava eitt betri samfelag, vit vilja hava meira virðing fyri hvørjum øðrum. Vit vilja ikki viðfarast sum tann, sum ikki kann annað enn at vera lekkur at ganga aftaná upp ígjøgnum einar trappur.

Tí noyðast kvinnur viðhvørt at taka blaðið frá munninum og tala at. Og onkuntíð noyðast vit at tosa ófantaligt og biðja valdsmiklar menn fara at fleyga sær. Tað er ikki serliga behagiligt hjá kvinnum at noyðast tað, men tað eru ikki vit, sum hava sett okkum í hesar støðurnar.

Tað er øldir av einari sjúkari mentan, sum vit noyðast at sparka til viðhvørt.
Sjálvt um tað er óbehagiligt.

Broyta samfelagið
Tað eru hesar kvinnurnar, sum hava sagt sína søgu um chikanu, um dickpics, um talgildan ágang, um abort, um “Golden Maps“, og tær mongu kvinnurnar undan teimum, sum við navni ella dulnevni hava sagt frá í almenna rúminum, sum eiga tann veruliga heiðurin í kvøld.

Tað eru tær, sum hava gjørt, at tað, sum vit ikki tosaðu um ella vóru sera flovar av fyrr, nú hevur broytt skap so mikið nógv, at vit enntá hava sæð uppskot í løgtinginum um fría abort, og vit hava sæð løgregluna reagera upp á talgildan harðskap við nakinmyndum í umferð. Og tað nýggjasta dømið: vit hava sæð leiðarar rúka, tí teir aftur og aftur hava framt sex-chikanu.

Tað, sum byrjar bara við tí skrivaða, útvarpaða ella sjónvarpaða orðinum, skapar so stórar aldur í okkara samfelagi, at tað grundleggjandi broytir samfelagið til tað betra.

Ger tað lættari hjá næstu kvinnuni at siga frá. Og ger tað betri ítøkiliga – á arbeiðsplássum, tá tað kemur til lóggávuna her í Føroyum, og tá tað kemur til, hvat løgreglan tekur upp og ger nakað við.

Kvinnur við valdi
Og lat meg so siga sum tað síðsta: eg haldi, at tað áliggur okkum øllum, og serliga kvinnum við valdi, altso kvinnum við einari sterkari rødd í samfelagnum, at bakka upp um tær, sum siga frá. Eg veit, at vit hava lyndi til at hyggja hinvegin, serliga tá ið tað er pínligt. Men tað er so sera týdningarmikið, at vit ikki gera tað. At vit hinvegin taka blaðið frá munninum og brøla við teimum, sum tora at siga frá sínum so týdningarmiklu søgum alment.

Tí tað eru teirra søgur, sum broyta Føroyar.

Eg eri ótrúliga errin av, at eg nú havi pappír upp á, at eg eri ein brita.

Takk fyri og góðan kvinnustríðsdag.

Og takk fyri, at tú las við.