Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

 

Lat meg byrja hetta tíðindabrævið við tí, sum vit á Frihedsbrevet eru glaðast fyri at kunna siga tær. (Og so skal eg koma til eina merkisverda nýggjársrøðu um eitt bil)

Tí tað er ein frægd at byrja árið 2025 við teirri vitan, at eisini í Føroyum eru vit nóg nógv, sum vilja hava ein gravandi miðil. 

Frihedsbrevet gjørdi eitt átak í nakrar mánaðir í 2024, har vit boðaðu frá, at vit vildu hava 2000 haldarar áðrenn 1. desember, tí við tí talinum vóru vit sera nær við at mala runt fíggjarliga. 

Nú vit byrja nýggja árið, eru vit væl oman fyri hetta málið av haldarum, og tí eru svørtu tølini so mikið nær við, at eg kann sova trygt við teirri vitan, at Frihedsbrevet hevur nóg góða undirtøku millum føroyingar.

Tey, sum hinvegin ikki kunnu sova so trygt, eru tey, sum høvdu ætlað sær at sloppið undan gravandi journalistum í tí nýggja árinum… 

 

Gev mær tínar pengar — sesong tvey
Ein, sum ivaleyst telist millum teirra, er ein ungur føroyingur, sum vit hava fylgt nú í nøkur ár. 

Hann gjørdist umrøðuevnið millum nógv fólk, tá ið fleiri enn 80 føroyingar keyptu fótbóltsferðir frá honum, so tey kundu síggja heimskend fótbóltslið bresta saman á bretskum fótbóltsvøllum. Ferðir, sum ongantíð blivu til nakað og tí kostaðu vónbrotnu keyparunum sera dýrt. 

Hann gjørdist síðani landskendur, tá ið RSP gav út hittsangin, sum snýr seg um, hvussu teir vórðu snýttir av hesum sama manni.

Frihedsbrevet fór aftur um ta søguna í røðini Gev mær tínar pengar, sum kom út fyrstu ferð longu í 2022. 

Nú vit skriva 2025, vísir tað seg, at føroyski falsarin handan miseydnaðu fótbóltsferðirnar, framvegis ger um seg. 

Hann hevur nú funnið nýggjár mátar at snýta pengar úr fólki — bæði í Føroyum og Danmark.

Vit hava fylgt honum, vit hava grivið í tí, hann tekst við og hava tosað við fleiri fólk, sum hann hevur snýtt upp á nýggjar, uppfinnsamari og í roynd og veru meira óhugnaliga mátar, enn vit áður hava sæð. 

Tað kanst tú hoyra alt um í sesong tvey av Gev mær tínar pengar, sum byrjar longu í morgin. (Hevur tú ikki hoyrt sesong 1, so burdi tú tendrað nú!)

 

Áheitan til løgmann
Og nú vit eru í ársins fyrstu Fríu Barbaru, so noyðist eg altso at viðmerkja nýggjársrøðuna hjá løgmanni. Einamest tí løgmaður kom við einum beinleiðis redaktionellum innsparki til fjølmiðlarnar í røðuni. 

Tí løgmaður meinti nevniliga, at tað var hansara uppgáva at heita á fjølmiðlarnar um ikki at tosa Exit Føroyar í gongd. 

Við vanda fyri at vera líka forútsigilig sum røðuskrivararnir hjá løgmanni annars vóru við sínum árligu hondbóltssitatum, so má eg altso nýta høvið at siga, at tað er ikki uppgávan hjá fjølmiðlunum at “tosa um okkurt annað”. Og annars kundi okkurt miðlafólk í Tinganesi sagt løgmanni, at tað generelt er eitt ringt hugskot hjá statsleiðarum at hava almennar, redaktionellar meiningar um nakað sum helst…

Serliga Kringvarpið gjørdi nógv við trupulleikarnar viðvíkjandi fólkafráflyting í 2024, og tað eigur Kringvarpið stórt rós fyri. Góður dekningur um eitt týðandi evni. 

At politikarar halda, tað er keðiligt, at tað verður tosað um hendan trupulleikan, er ikki so løgið, tí kjarnin í Exit Føroyum er í stóran mun miseydnaður bústaðarpolitikkur — ella bara politikkur sum heild — í eitt áratal. Tí hóast fleiri føroyingar hava trupult at fáa endarnar at røkka saman, eru tey onnur, sum hava tjent nógvar pengar seinastu árini, og fyri hesi er tað blivið sera lønsamt at koyra pengarnar í fasta ogn. 

Fyri nógv, serliga ung, er tað tí næstan ómøguligt at fáa ein bústað. Tað er als ikki ein trupulleiki, sum fjølmiðlarnir hava skapt við at “tosa tað upp”. Tað er heldur ikki ein trupulleiki, sum verður loystur við ikki at tosa um hann. At viðgera trupulleikan er júst uppgávan hjá kritiskum fjølmiðlum — og átti tað ikki at verið tað hjá politikarum eisini? 

Eg kundi tí givið løgmanni aftur av somu skuffu og komið við einari áheitan hin vegin: 

Kanska tit politikarar skuldi tosað meira um orsøkirnar til Exit Føroyar, og minni um, hvussu keðiligt tað er at tosa um. Hvør veit — kanska tit so finna uppá ráð at gera føroyska samfelagið meira eggjandi hjá ungum at búgva í og flyta aftur til.

 

Frihedsbrevet og tú
Lat meg enda við einari áheitan til tín, kæri lesari. Tí við tveimum árum á baki hava vit á Frihedsbrevet gjørt okkum nakrar virðismiklar royndir. Vit hava lært, at tað eru hópin av fólki í Føroyum, sum hava hug at avdúka órættvísi, mutur, valdsmisnýtslu o.s.fr. 

Síðani fyrsta dagin á redaktiónini hava innbakkarnir verið á kjafti við tippum, lekum, boðum og frásagnum frá føroyingum, sum vilja hava, at tjóðin fær innlit í, hvat veruliga fyriferst handan leiktjøldini. 

Tað tykist sum, at tey eru nógv, sum eru glað fyri, at tað finst ein miðil, sum ikki er bangin fyri at siga frá veruleikanum, sum hann er, og sum hevur hetta slagið av journalistikki sum høvuðsmið.

Lærdómurin í tí er, at uttan tey fólkini hevði verið soltið við søgum hjá Frihedsbrevet. Vit eru bundin av teimum, sum senda okkum tipp inn og soleiðis peika okkum á, hvar okkurt er, sum vit áttu at grivið fram. 


Frihedsbrevet hevði ikki borið til sum konsept uttan tykkum. Tí hvar skulu vit leita, um eingin peikar okkum á ein veg? Tað hevði verið sum skiparin uttan kumpass ella kort, sum bara sigldi onkran veg. Ja, ivaleyst hevði hann funnið land fyrr ella seinni, eins og vit helst høvdu funnið onkra søgu uttan nakað tipp, men tað hevði verið óneyðuga drúgt og ineffektivt.

Tí er mín nýggjársvón, at tit halda fram við tí. At søgurnar, tippini, lekarnir og alt hitt, tit koma við, framvegis finnur sín veg til redaktiónina hjá Frihedsbrevet, eins og tað hevur gjørt síðani 1. desember 2022. 

Tú veitst, hvar tú finnir okkum — á hey@frihedsbrevet.fo, frihedsbrevet@protonmail.com ella á sosialu miðlunum. 

Gott nýggjár og takk fyri, at tú las við.

 

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri, Frihedsbrevet.fo