Fría Barbara #63: Eg veit, at tað er óbehagiligt viðhvørt
Kæri lesari,
“Find dig i Ekstra Bladet eller find dig i hvad som helst”. Soleiðis ljóðaði sloganið hjá Ekstra Blaðnum í 1999, tá ið miðilin framvegis brúkti nógva tíð, orku og pengar upp á gravandi journalistikk.
Tað sloganið hevur verið í tonkunum hesa seinastu tíðina, nú Frihedsbrevet fleiri ferðir hevur verið í støðum, har okkara søgur fáa beinleiðis avleiðingar fyri valdshavarar, og tað ikki óvæntað eisini viðførir kritikk av søgunum, av miðlinum og av journalistunum.
Lat meg líta aftur á nakrar av teimum stóru søgunum hjá Frihedsbrevet, sum hava skapt ringar í vatninum seinastu tíðina.
1. Kringvarpsstjórin og kringvarpsgjaldið
Tað kom óvart á nógv, tá ið boðini fyri kortum vóru, at Kringvarpsstýrið hevði sent Ivan Niclasen, kringvarpsstjóra, til hús. Orsøkin til tað var ein søga, sum Frihedsbrevet segði bert nakrar fáar dagar frammanundan hesari uppsøgnini.
Um tú hevur búð undir einum steini: Søgan var, at Ivan Niclasen, táverandi stjóri í Kringvarpinum, lat ein borgara, Freddie Poulsen, sleppa undan at rinda kringvarpsgjald orsaka av eini “trygdarmeting” av støðuni. Ivan Niclasen helt sostatt, at hóttanirnar frá Freddie Poulsen vóru so umfatandi, at hann vildi verja seg sjálvan og starvsfólkini á stovninum fyri hesum manninum.
Uttan at fara í smálutir við øllum tí, sum sagt er rundanum hetta, so kostaði tað honum starvið, heilt grundleggjandi tí tú mást jú ikki frítaka nakran fyri ein lógarásettan skatt. Kringvarpsstýrið handlaði skjótt, og tað gingu bara nakrir dagar, so var Ivan Niclasen uppsagdur.
2. Ónærisligu myndirnar hjá borgarstjóranum
Ein søga, sum hevur skapt enn meira kjak, er tann um ónærisligu myndirnar, sum Eyðstein Zachariasen hevur sent til fleiri kvinnum. Ein atburður á netinum, sum ikki bara er farin yvir um mark hjá fleiri kvinnum, men sum eisini er blivin viðgjørdur politiskt av heili tveimum býráðum í Sunda Kommunu.
Sjálvur sigur Zachariasen, at hann ongantíð hevur sent uttan at kvinnurnar ynsktu tað, men keldurnar hjá Frihedsbrevet siga júst tað øvugta — at tær fingu myndirnar uttan at hava biðið um tær .
“Impact”..?
Hesar báðar søgurnar hava elvt til kritikk av bæði teimum, sum søgurnar snúgva seg um, og eisini av Frihedsbrevet.
Útsagnir sum “Frihedsbrevet oyðileggur lívið hjá nógvum” og “hvat vil Frihedsbrevet við hesum her”, sum um Frihedsbrevet hevur onkra langtíðarstrategi, har vit ynskja hendan og handan koyrdan frá ella hendan og handan settan í starv.
(Ofta má eg smílast at, hvussu útspekulerað og genial fólk halda vit eru…Serliga AdHoc toymið á Vágaportalinum, sum fyri kortum helt, at vit vóru partur av onkrum loyniligum bólki, har vit løgdu fleiri ára ætlanir og infiltreraði bæði løgting og landsstýrið og kringvarpsstýrið fyri at hevna og knúsa og bestemma…)
Tá ið vit vóru partur av altjóða samstarvi við fleiri aðrar stórar og viðurkendar miðlar so sum BBC, Bloomberg, Mediapart, Der Spiegel, Le Monde o.s.fr. , og vit øll arbeiddu um eitt ár við tí, sum fekk navnið “Congo Hold-Up” — á føroyskum Kongoránið — hittust vit nakrar ferðir at arbeiða saman og at viðgera ymiskar tættir, andlit til andlits.
Eitt av høvuðsevnunum á einum av felagsfundunum var “Impact”. Also, hvussu vit tryggjaðu okkum, at okkara journalistikkur gjørdi mun. At tey, sum høvdu myndugleika at gera nakað við tað, faktist fingu søgurnar við, viðgjørdu tær og tóku stig til at handla, har sum tey mettu, tað var neyðugt.
Eg minnist, at vit flentu eftir, at hevði hetta verið eitt evni á skrá fyri einum journalistiskum degi í Føroyum, ja, so hevði mann verið hartaður fyri bæði aktivismu og populismu, um ein veruliga helt, at journalistikkur skuldi gera nakran mun. Tað er eitt fy-orð herheima, har søgur helst skula vera eitt sindur hugnaligar og dámligar. Og fyri Guds skyld ikki óbehagiligar fyri nakran!
Ímynda tær…
Lat meg nevna eina aðra søgu, sum hevur fylt nógv hjá okkum hesar seinastu mánaðirnar.
Søgan um 15 ára gamla Andrew, sum mundi blivið tvungin av landinum ímóti sínum vilja av myndugleikunum, tí Almannaverkið kom eftir, at tey ikki høvdu nakað tilboð til hansara longur. Men tíbetur bleiv tað av ongum, tí fyri kortum frættist, at tey nú kortini hava funnið eina loysn í Føroyum til Andrew, og hann tí ikki skal sendast har, sum hann ikki vil, ongantíð hevur verið áður og ikki skilur málið.
Eg veit, tey flestu halda, at tað var frálíkt, at vit søgdu hesa søguna. At tað kom fram, at hesin ungi drongurin var í ringari støðu, og at tað nú er steðgað.
Journalistikkurin hevur nevniliga impact. Eisini journalistikkurin, sum vit halda ikki hevur tað.
Tað ger mun, hvat vit tosa um, og hvat vit tiga burtur. At tiga ymiskt burtur er nevniliga eitt sera sterkt valdsamboð. Alt tað, sum vit tiga um, er jú tað, sum vit góðtaka, og ikki seta spurning við.
Ella fyri at venda aftur til sloganið hjá Ekstra Blaðnum: Tá vit tiga, finna vit okkum í tí.
Tá tað er synd
Eg veit, at tey eru fleiri, sum halda, at tað hevði verið best, um vit ongantíð søgdu søguna um tann eina mannin, sum megnaði at hótta seg undan kringvarpsgjaldinum ella søguna um komandi borgarstjóran, sum hevur sent ónærisligar myndir til nógvar kvinnur.
Tí tá søgurnar ganga einum persóni nær ella hava avleiðingar fyri ein persón, um enn hann er stjóri ella politikari — ja, tá deila søgurnar vøtnini. Tá fáa vit ilt, tí vit taka synd í fólki, tá ið tey vera alment útstillað fyri tað, sum tey hava gjørt.
Eg skilji tað. Og trúgv mær, eg havi tað eisini so. Tað er menniskjaligt. Men eg haldi ikki føroyska fólkaræðið kann liva við, at vit í Føroyum feiða hesi tingini undir gólvteppið, tí vit eru bangin fyri at spilla tann góða stemningin.
Eg haldi eisini, at tað er rotið, tá ið stemningurin er ringur; tá ið fólk halda, vit eru farin ov langt, ella tá ið onkur persónur skal rinda ein prís fyri tað, sum vit hava funnið fram til. Tað er mogið, men tað er ikki okkara feilur, at støðan er, sum hon er.
Vit hava ikki tvingað Kringvarpsleiðsluna at frítaka Freddie Poulsen fyri kringvarpsgjald og vit hava ikki tvingað komandi borgarstjóran í Sunda kommunu at senda myndir til nakran.
Vit hava bara funnið útav tí. Ja, í summum førum var næstan einki at finna út av, tí “øll vistu tað”. Vit hava bara valt ikki at hyggja burtur.
Privat og politiskt
Eg veit, at serliga nógv halda, at vit ikki burdu havt áhuga fyri myndunum, sum komandi borgarstjóri í Sunda kommunu hevur sent til ymsar kvinnur, tí tað skal eitast at vera privat.
Jú, gamaní er tað nógv, sum eigur at vera privat, og sum fjølmiðlar ikki eiga at blanda seg í. Heimið hjá fólki, teirra børn, foreldur, parløg, o.s.fr. Men um somu tíð er nógv av tí, sum ber orð fyri at vera privat, umgirt av valdi.
Serliga politikarar duga væl at blanda tað privata og tað politiska. Tá valdystur er, snýr alt seg um “hygg at mær”, tí politikarar verða eina og aleina valdir uppá, hvørjir teir eru.
Tí persónligheitin hevur týdning í politikki. Borgarin hevur rætt til at vita, hvør tað er, sum bjóðar seg fram. Er talan um ein persón, sum tolir at fáa stórt vald og álit frá fólki. Ein, sum ikki letur seg freista ella trýsta. Ein, sum hevur nóg góða dømikraft til at fáa álitið at taka sær av áhugamálunum hjá borgarunum.
Og ein kann spyrja, hvat alternativið er. Skuldu vit sagt við allar hesar kvinnurnar “tig nú, ignorera tað bara, hann kann ikki gera við tað”? Ella hvat heldur tú er eitt hóskandi alternativ til at siga søguna?
Mugu liva við tí óbehageliga
Í 1999 søgdu tey “Du kan finde dig i Ekstra Bladet, eller du kan finde dig i hvad som helst”. Nøkur ár seinni søgdu tey “Forestill dig en verden uden Ekstra Bladet”.
Eg veit, at nógvir føroyingar brúka hugtakið “Ekstra blaðs-journalistikkur” sum nakað neiligt, men tað var ein tíð — og hon sæst til tíðir enn — har journalistikkurin hjá Ekstra Blaðnum veruliga var týdningarmikil.
Og hóast tíðin er nógv broytt síðani hasi sloganini, so er veruleikin enn hin sami — vit kunnu ikki hava eitt vælvirkandi, demokratiskt samfelag, har eingin miðil er, sum torir at spilla tann góða stemningin.
Eg veit,at tað er óbehagiligt, men tað er neyðugt at siga hesar søgurnar viðhvørt. Tað er neyðugt at tosa um, hvat fer fram, og so mugu onnur við ábyrgd avgera, um tey vilja handlað upp á tað.
Og tú, kæri lesari, kann kenna teg vísan í, at vit fara so altíð at siga tær søgurnar, sum vit halda, at tú hevur rætt at vita. So er tað upp til tín, hvat tú gert við vitanina.
Tí vit kunnu gott liva við, at tað er óbehagiligt viðhvørt. Tí at tiga ymiskt burtur er eisini óbehageligt. Kanska ikki fyri tey, sum tað nú er óbehageligt fyri, men fyri nøkur onnur.
Koma sterkt aftur í nýggja árinum
Tá tað er sagt, so verður friður av okkum nú í nakrar vikur. Ímillum jól og nýggjár kanst tú vænta tær ein ”nýggjárs-spesial” av Frímælt, men annars fer redaktiónin í jólafríð til næsta ár.
Vit hava júst lagt eina poddvarpsrøð frá okkara donsku kollegum út á síðuna. Hon eitur Prins Henriks krig, og hevur Mads Brügger gjørt hana. Hon snýr seg um eitt ógranskað tíðarskeið í lívinum hjá danska Prins Henrik, tá ið hann var ungur, franskur soldatur undir borgarakrígnum í Algeria, har Prins Henrik var aktivur, tá ið orrustan var allarmest skitin og blóðug.
Eins og altíð (tað kann eg siga nú vit fara í gongd við triðja árið), fara vit m.a. at byrja nýggja árið við eini sera spennandi poddvarpsrøð.
Hevur tú okkurt, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú seta teg í samband við okkum á barbara@frihedsbrevet.fo ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Túsund takk fyri í ár. Takk fyri áhugan, tippini, samrøðurnar, rísið og rósurnar.
Gleðilig jól og gott nýggjár øll somul
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.