Fría Barbara 61: Nú fara vit á val!
Kæri lesari,
Tað prutlar undir lokinum nógvastaðni í landinum, har vónrík uppstillað ímynda sær framtíðina eftir valkvøldið og vóna, at fólkið í Føroyum velur júst tey at stýra landsins kommunum næstu fýra árini.
Venda vit nøsini móti Klaksvík eru fleiri spent um, hvat man fara at henda við Fólkafólkslistanum, sum hevur verið í opnum kríggi seinastu vikurnar — ja, síðani gamli borgarstjórin Jógvan Skorheim kom á listan hjá Fólkaflokkinum. Helst er tað ikki einasta orsøkin, men Frihedsbrevet veit, at tað til tíðir hevur gingið heitt fyri seg. Og tað er nú heldur eingin vælvardur loynidómur, tí sjálvasti Símun á Høvdanum, sum eisini er uppstillaður, hevur málað eina litfagra mynd av orrustuni nakrar ferðir á sosialu miðlunum og í lesarabrævi á Norðportal við yvirskriftini “Eitt at gera tann 12. november og tað er ikki at velja Karl og Jógvan”
Hetta skrivaði Frihedsbrevet um í hesari greinini: Opið kríggj í Fólkaflokkinum í Klaksvík: Farin í valdyst ímóti hvørjum øðrum
Í hinum endanum á landinum — á Tvøroyri — ganga bylgjurnar eisini høgt, og hava gjørt tað í fleiri mánaðir. Tí nógv stuðla Kristini Michelsen, og nógv halda, at hann skal burtur av ovastu rók í bygdini og tað ongantíð ov skjótt. (Tað hava vit eisini skrivað eina rúgvu um, forrestin.) Men spyrt tú lokala viðmerkjaran hjá Frihedsbrevet, Sonna Smith, so vænta fleiri, at valdsmikli borgarstjórin heldur fram í sessinum í nøkur ár aftrat.
Í Havnini er alt víðopið. Tað heldur Bogi Andreasen, sum Frihedsbrevet eisini hevur brúkt sum politiskan viðmerkjara. Skulu vit trúgva veljarakanningunum hjá Portalinum, so merkist tað av álvara hjá Lista C — Javnaðarlistanum — at Tróndur Sigurðsson og hini, sum hava staðið á Javnaðarlistanum, hava trekt seg og stovnað ein nýggjan lista Kommunulistan. Men hvat tað fer at merkja, tá ið tey nývaldu ætla sær at telva seg fram til valdið á Vaglinum er framvegis víðopið — tað veldst alt um, hvør verður valdur og á hvørjum lista.
Hvussu endaligu úrslitini í teimum ymsu kommununum fara at síggja út, er bara fólkið í Føroyum, sum kann avgera, og tí bara tíðin, sum kann vísa.
Frihedsbrevet hevur blandað seg upp í kommunala valstríðið á tann hátt, at vit hava skrivað fleiri avdúkandi greinar um kommunupolitikarar og kommunal viðurskifti. Tær hava vit allar savnað saman undir teiginum “Frí Kommuna”, sum tú kanst finna á heimasíðuni og appini.
Og í gjár kom ein serligur partur av Klubb33 út, har vit lodda dýpið kring landið og spyrja, hvørjir toppkandidatarnir eru, hvørji wildcards kunnu gera um seg, o.s.fr.
Hoyr tað her ella finn tað á appini undir “poddvarp”.
KVF í besta blóma
Tað eru fáar dagar á árinum, har Kringvarpið er meira týðandi enn júst valdagar. Og soleiðis verður eisini týsdagin. Kringvarpið er savningarstaðið hjá tjóðini, sum frá morgunstundini kann hoyra um valfepur, um spent valevni ella sorgblíðar fráfarandi politikarar. Vit hoyra politiskar viðmerkjarar og hagtøl frá valstøðunum. Ja, bæði útvarp og sjónvarp vísa seg frá síni bestu síðu, tá ið val er í hondum.
Hjá Frihedsbrevet fara vit tí eisini at leggja okkum trygt undir leiðsluna av Kringvarpinum, skilt á tann hátt, at okkara valdekningur steðgar her.
Tað merkir ikki, at okkara kommunudekningur steðgar — hann fer bara í dvala í nakrar dagar, og so halda vit fram at skriva avdúkandi søgur um kommunal viðurskifti, eins og vit gera hvørja viku, hvønn mánað, alt árið.
Í dag og í morgin skalt tú tó vænta tær frið frá okkum.
Vit arbeiða nevniliga við nøkrum størri framleiðslum, sum vit fara at brúka okkara tíð uppá (meðan vit lurta eftir útvarpinum, sjálvandi…). Vit siga ikki meira um tað nú — annað enn gleð teg!
Vit á redaktiónini hjá Frihedsbrevet ynskja tykkum øllum gott val og eitt enn betri valkvøld!
Sum altíð, hevur tú nakað, sum tú heldur, at vit eiga at vita, so er at senda mær ein teldupost á barbara@frihedsbrevet.fo ella frihedsbrevet@protonmail.com
Takk fyri, at tú las við.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.