Fría Barbara #60: Fast Tracka-mordarar
Dagført 8. august. Yvirskriftin á hesari oddagreinini er misvísandi, tí júst hesin útlendingurin, sum vit hava skrivað, kom ikki til Føroya ígjøgnum Fast Track skipanina. Tað er eisini skrivað nakrar ferðir í oddagreinini, tó tað ikki er rætt í hesum førinum. Fast Track skipanin er galdandi fyri borgarar uttanfyri ES og Norðurlond. Borgarar úr ES og Norðurlondum koma tó til Føroya uttan krav um revsiváttan. Sostatt er støðan hin sama fyri ES borgarar og ikki ES borgarar, tá ið umræður eitt nú revsiváttanir, og poengið hitt sama, hóast formliga skipanin er ein onnur enn Fast Track skipanin. Tú kanst hoyra meira um hetta í poddvarpinum Fregnartænastan, sum snýr seg um útlendska arbeiðsmegi. Haldið mær til góðar.
Kæri lesari,
Sum tað er skakandi og syrgiligt at finna út av, at maðurin, sum framdi eitt óvanliga ógvusligt álop á eina føroyska kvinnu við Sandá í apríl í ár, er frammanundan dømdur drápsmaður. Ein útlendingur, fast trackaður til Føroya í arbeiðsørindum.
Álopið var óvanliga ógvusligt. Kvinnan gekk sær ein túr í náttúruvakra umhvørvinum við Sandá millum Havnina og Argir, sum so mangar kvinnur undan henni. Tað var eitt sunnukvøld í apríl, klokkan var umleið 20, tá ið hon var álopin. Hon bardi seg fría, og løgreglan varð boðsend. Maðurin var handtikin stutt aftaná og hevur sitið varðhaldsfongslaður í Mjørkadali líka síðani.
Eg vænti ikki, at nakar í Føroyum visti, at maðurin var dømdur drápsmaður. Hann hevði einans verið í Føroyum í heilt stutta tíð, áðrenn hann framdi hetta álopið, og hevði neyvan nakran stóran føroyskan vinaskara fingið hetta stutta tíðarskeiðið. Eingin kendist veruliga við hendan mann, sum hevði sitið í útvið 15 ár í fongsli í heimlandinum Póllandi fyri morð. Ein mordari, umbiðin at koma til arbeiðis í Føroyum. Fast trackaður uttan nakra revsiváttan ella nakað hóvasták. Tað er skjótt, lætt og ómakaleyst, vísir tað seg. At fáa drápsmenn til landið.
Eg kann ómøguligt seta meg inn í, hvussu tann kvinnan hevur tað, sum var fyri hesum álopinum. Men eg ímyndi mær, at var tað eg ella ein av mínum nærmastu, so hevði eg verið eyka tyngd við vitanini um, at hetta kundi verið fyribyrgt. Um so var, at onkur myndugleiki, sum loyvdi hesum persóni til Føroya, hevði biðið um revsiváttan fyri at vita, um hann nú var til vanda fyri meg ella onnur. Ella fyritøkan, sum fekk hesa arbeiðsmegi til Føroya, við revsiváttan setti seg inn í, hvør hesin persónurin var.
Hann er ikki tann einasti útlendingurin, sum er tikin av føroysku løgregluni fyri persónsvandamiklan kriminalitet. Hetta er eitt evni, Frihedsbrevet hevur grivið í. Vit hava sitið hjá løgregluni og blaðað gjøgnum bunkar av skjølum, og í morgin kemur enn ein grein út um hetta evnið, eins og vit fara at halda fram við at viðgera tað.
Tí hvussu ber tað í grundini til, at vit hava latið landamørkini á víðan vegg, uttan so mikið sum at hyggja eftir, hvørji tey eru, sum koma til landið at arbeiða? Tá mann hugsar um tað við tí vitan, sum vit nú hava, er tað jú til at fáa reyð oyru av.
Hava vit veruliga gjørt skipanir í Føroyum, sum gera tað lætt og ómakaleyst at innflyta mordarar og neyðtøkumenn til okkara lítla, viðbrekna samfelag, uttan at vit vita av tí? Hava vit veruliga loyvt fyritøkum at fáa fólk til Føroya uttan at kanna teirra bakgrund?
Ansið eftir rasismuni
Tá ið tað er sagt, so er tað sjálvandi lætt at gerast bangin fyri útlendingum, tá ið vit hoyra um slíkar søgur. Men lat meg skunda mær at minna á, at vit hava eitt hav av dugnaligum, fittum, hjartaligum, evnaríkum og gløggum útlendingum í Føroyum, sum hvønn dag ríka okkara samfelag á so mangan hátt. Mong fyritøka lítur á evnini hjá útlendingum fyri at fáa hjólini at mala runt. Mangur føroyingurin er ríkaður mentanarliga við tí, sum hesir útlendingar hava at bjóða. Og fyri búskapin hevur tað eisini stóran týdning, at tað finnast fólk úti í heimi, sum tíma at koma til okkara at liva og arbeiða. Vit høvdu verið fátækari uttan tey, er so heilt vist.
Lat okkum minnast til tað, nú kjakið um útlendska arbeiðsmegi av álvara hevur tikið seg upp. Tí tað ber væl til, og er rætt eftir mínum tykki, at tosa um, hvørt okkara skipanir rigga nóg væl ella um øðrvísi treytir skulu setast í sambandi við t.d. Fast Track-skipanina. Men lat okkum kjakast hóvliga og við tí vissu, at tey allar flestu fólkini, sum koma her, eru friðardýr, sum bara vilja liva og virka her.
Les greinina um “Skuldsettur fyri ógvusligt álop á Argjum og dømdur fyri morð í Póllandi”, aðrastaðni á heimasíðuni og appini.
Aftur við fullari skrúvu
Juli var nakað sløvur hjá okkum á Frihedsbrevet, og helst hjá tær eisini, kæri lesari. Og soleiðis skal tað vera. Vit hava øll tørv á at løða battaríini viðhvørt. Men nú eru vit aftur við fullari skrúvu. Í teldupostinum, sum eg havi sent til tín, kanst tú síggja nakað av tí seinasta, sum er komið út.
Hesa vikuna skalt tú vænta tær fleiri søgur og poddvørp — eitt nú um útlendska arbeiðsmegi, sum vit jú frammanundan eru byrjað uppá. Næsta greinin um tað, kemur í morgin.
Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost á barbara@frihedsbrevet.fo ella á frihedsbrevet@protonmail.com.
Takk at tú las við.
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.