Fría Barbara #6 — Tá sjálvt røður verða endurnýttar
Kæri lesari,
Gott nýggjár! So er tíðin komin til nýggjárslyftir, nýggjar dreymar og nýggjar vónir. Og hjá okkum á Frihedsbrevet — nýggjar tíðir!
Vit lanseraðu — sum tú helst veit — mitt í einum valstríði. So tá tað var av, vóru samgongusamráðingar og jól í hondum. Tá nyttar lítið at royna at bróta tíðindamúrin, tí vit eru bara áhugað í politiskum aktualiteti og annars jólahygg. Og friður verið við tí.
Men nú eru vit komin til januarmánað og tað merkir, at nú kunnu vit gera tað, sum vit høvdu ætlað at gjørt sum tað fyrsta í hesum nýggja miðlaævintýrinum, um ikki politiska bumban oyðilegði okkara ætlanir.
Tað merkir, at komandi tíðirna fara vit fyrst av øllum at loksins lansera okkara app. Vit á Frihedsbrevet hava havt hana til ummælis nú í nakrar vikur, og hon er á trappuni til at vera almenn hjá øllum at brúka. Hon fer at gera lívið lættari hjá okkara brúkarum — og tað er gott! Tí eg skal vera erlig og siga, at tekniska upplivingin av okkara heimasíðu hevur ikki verið av tí allar besta. Har hava verið barnasjúkur og byrjunarfeilir — og eru tað enn — men tá appin kemur til iOS og Android er vónandi friður yvir feltið.
Nýtt landsstýrið, gamal løgmaður
Áðrenn eg komi til søgurnar, sum eru í væntu, má eg líka kaga aftur á nýggjársrøðu løgmans.
Sum siður er, helt løgmaður sína nýggjársrøðu gamlaárskvøld. Og løgmaður hevði bara sitið í níggju dagar í stólinum, tá ið røðan skuldi haldast. Eg má siga, at eg helt ikki hon hevði uppiborið so góð skotsmál, sum fleiri onnur hava givið henni.
Áðrenn eg las hana, gjørdi eg mær ein lista yvir tey ting, sum eg væntaði løgmaður fór at tosa um. Listin ljóðaði:
- Fegnast um fólkaræðið
- Tosa um flóttafólk
- Nevna skriðulopið í Klaksvík
- Tosa og kanska ávara um búskaparligu støðuna
Hetta leveraði Aksel V. Johannesen sera forútsigiliga, og uttan nakað nevnivert av vøkrum frasum, sum annars plaga at hoyra einari slíkari røðu til. Man skuldi næstan trúð, at løgmaður hevur skrivað hana sjálvur, hann er hóast alt ikki røðuskrivari av yrki, men hevur onkur, sum hevur tað sum sítt spesiali, verið inn yvir røðuna, so hevur viðkomandi sannlíkt havt timburmenn ella krím hasar níggju dagarnar uppundir røðuna.
Eg bleiv bilsin, tá løgmaður brúkti orðini hjá Jóhann Lutzen á Norðlýsinum um Útreiðsluføroyar og Framleiðsluføroyar, og hann hevði hug at rætta peikifingurin eftir hesari spjaðing millum øki í landinum. Løgmaður segði:
“Eg stúri fyri, at vit tosa fram gjáir í okkara samfelagi, og at hetta kann gera óbótaligan skaða. Tí orð hava týdning. Orð ávirka. Einstaklingar, bólkar og alt samfelagið. Vit síggja tað í øðrum londum. Vit hóma tað eisini her. Sjálvt um nøkur arbeiða við stertum og roðslu, og onnur við at lekja og linna, kunnu vit ikki býta landið sundur í einar »Framleiðsluføroyar« og einar »Útreiðsluføroyar«, sum vit javnan hoyra.”
Hetta yvirraskaði meg og mær dámdi tað væl. Mær dámar væl, at løgmaður talar at slíkum einføldum og órættvísum bólkingum av heilum økjum.
Men so bleiv eg allíkavæl eitt sindur skuffað eina løtu seinni. Tí við at hyggja nærri eftir tí, so hevur hann also sagt tað áður. Í 2017 fyri at vera ítøkilig, og tá segði Aksel V. Johannesen:
“Okkara orðaskiftið manar mangan fram gjáir. Kontórshavn — Framleiðsluføroyar. Homofobar — LGBT-samgongan. Cafélattemammur í Havn — Skiparafrúur á bygd.
Tað eru vit ímóti teimum, og tey ímóti okkum. Vit heingja spjøldur hvør á annan — og taka støðu til hesi spjøldrini, heldur enn persónarnar, sum spjøldrini hanga á.”
Okey — onnur orð, men boðskapurin er hin sami.
Kanska verður hetta føroyska útgávan av amerikonsku “your mamma is so fat…” vittigheitunum. “Javnaðarflokkurin er so grønur, at… hann sjálvt endurnýtir sínar røður”.
Og fyri nú at halda fast í hesum nei-hattinum, so smíltist eg eisini eitt sindur, tá júst Aksel V. Johannesen fleiri ferðir nevndi breiðar semjur, at standa saman o.s.fr., tá ið júst Javnaðarflokkurin er tann einasti flokkurin i Føroyum, sum kategorist hevur avvíst at arbeiða saman við einum av hinum stóru flokkunum: Fólkaflokkinum. Hví skuldi Fólkaflokkurin gjørt breiðar semjur við samgonguna eftir ta viðferðina?
Eg vil tó siga, at tá eg upprunaliga las nýggjársrøðuna, hevði eg eina munandi verri fatan av røðuni, enn tá Aksel V. Johannesen sjálvur helt røðuna. Á skíggjanum tókist røðan betur, hann dugdi væl at frambera hana á ein hátt, sum eg upplivdi sum erliga og tiltalandi, og lisin upp hevði hon meira kenslur í, enn eg helt, tá eg las hana. So alt í alt, okey lisin upp, ikki so góð á skrift.
Við buldur og brak inn í 2023
Eg klári næstan ikki at lata vera við at siga tykkum alt tað spennandi, sum vit hava ávegis. Men eg noyðist, hevði jú verið ein vánaligur journalistur, um eg ikki megnaði at halda tætt í berum ovfarakæti, ha?
Men eitt vil eg siga, og fyri at forklára tað, má eg fyrst geva rós til Kringvarpið. Tí í ársins seinastu Degi og Viku, sparkaði Elin Mirjamsdóttir journalistiska reyv, tá hon segði søguna um arbeiðsumstøðurnar hjá útlendingum í einum pitsaria í Saltangará. Also eg mundi farið úr mínum góða skinni, tá eg sá hasa søguna. Tað líkist svartasta ongum, og tað er eingin millumrokning, sum ger hatta okey!
Men tíverri er hatta ikki eitt eindømi. Tað eru fleiri, og eg meini fleiri, dømi um júst vanvirðiliga viðferð av útlendingum í Føroyum. Og tað veit eg, tí vit hava gravað í tí í fleiri mánaðir, og í næstum byrjar ein poddvarpsrøð hjá okkum við júst hesum evninum. Tað skalt tú gleða teg til, hóast tað ikki er fyri sartar sálir.
Er tað nakað, sum drívur meg av eggini, so er tað at síggja, at fólk vera viðfarin sum trælir, bara tí tey ikki fáa nakra kunning um, hvørji rættindi tey hava. Bæði arbeiðsgevarar, men eisini vit øll somul eiga eina ábyrgd her. Vit kunnu ikki fara við fólki á hendan hátt — hetta er ikki Qatar!
Umframt hesa poddvarpsrøðina, hava vit eisini eina ørgrynnu av øðrum søgum ávegis. Eitt nú hava vit funnið eina orsøk til at gera enn ein part av “Gev mær tínar pengar”…
Og júst í dag er seinni parturin av Klaksvíkssyndrominum komin út á síðuna. Tað er søgan um, hvussu danskir embætismenn hava ein ótta fyri at blanda seg í føroysku viðurskifti. Um tú ikki hevur hoyrt part 1 og 2, so vil eg avgjørt viðmæla tær tað!
Eingin vit, uttan teg
2023 er fyri meg skrivað í stein sum tað árið, har valdskritiskur journalistikkur fær eina renesansu. Mítt nýggjárslyfti er at grava so nógv fram, sum onnur vilja fjala, so at vit kunnu siga tær, kæri lesari, søguna um Føroyar. Allar lutir av Føroyum. Ikki bara tær síðurnar, sum onnur vilja vísa tær, men eisini tær, sum onnur vilja fjala. Og tað má tað vera pláss fyri á hesum brimbardu oyggjunum, tí hetta er jú framvegis ikki Qatar, ha?
Eg var í sjónvarpinum gamlaárskvøld og ummældi røðuna hjá løgmanni saman við Árna Gregersen. Summi hildu fyri, at vit vóru ov atfinningarsom. “Tað hoyrir ikki nýggjárinum til, at finnast at løgmanni soleiðis”. Men álvaratos mugu vit also til at fáa eitt sindur meira dannaða kjakmentan. Tað er ikki tvingandi neyðugt at vera positivur alla tíð. Onkuntíð má onkur siga, at hatta var sku nakað lort. Og ja, tað vísir seg at vera mín, og okkara lutur í lívinum. At vera tey, sum oyðileggja tann annars góða stemningin.
Men ein ljósasløkkjari er onkuntíð neyðugur, um sannleikar skulu sigast um eitt hvørt evni. Kanska er tað ikki so tvingandi neyðugt fyri fólkaræði at finnast at nýggjársrøðum hjá løgmonnum, men tað er hinvegin tvingandi neyðugt at seta ein risa ljóskastara á skuggarnar í samfelagnum, har alt tað, sum ikki tolir dagsins ljós, liggur og ulmar. Eins og Kringvarpið gjørdi við søguni úr Saltangará, og eins og vit gjørdu við søguni um útblakingina á Nærabergi og pengarnar til Hollands. Tað má sigast, um tað enn er ópopulert og kanska eitt sindur ljósasløkkjarasligt. Tí hvat er alternativið?
Hesin fyrsti mánaðurin av Frihedsbrevet.fo, hevur tikið okkum á bóli. Vit eru sera takksom fyri stóru undirtøkuna, og vit lova at gera okkara allar besta fyri at liva upp til álitið, sum tit hava víst okkum.
Og hvør einasti brúkari hevur ómetaliga stóran týdning.
Av hjartanum takk.
Eg vóni tú fært eitt eydnuberandi, magiskt og djarvt 2023.
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.