Fría Barbara #59: Fallosin í rangastúpan
Kæri lesari,
Tað er torført at spáa frammanundan, hvør kavaflykra fer at gerast til ein kavabólt, og hvør bara stillisliga hvørvur út í atmosferuna aftur. At útsøgnin hjá Kristini Michelsen í útvarpinum miðskeiðis í juni um, at hann hevði guglað, hvat “fallos” merkir, og tí fór at seta bæði advokat og landsstýrismann á málið, skuldi gerast ein kavabóltur, átti eg kanska at hava roknað út. Einamest tí eg sjálv lurtaði nakrar ferðir eftir samrøðuni, tí eg helt hana vera rættiliga merkisverda.
“Segði Kristin Michelsen júst metoo?”, hugsaði eg, tí tað vendi púra skeivt í mínum høvdi, at hetta lesarabrævið um kommunusamanlegging, sum rektarin í Hovi hevði skrivað, skuldi gerast Føroya fyrsta stórsak um sexismu..
Eg var eftir øllum at døma ikki einsamøll í hesum ivamálunum, tí í tímunum og døgunum aftaná komu fleiri boð frá kvinnum og monnum um hendan valdsmikla mannin, sum hevði hótt við advokati í útvarpinum.
Tað kendist, sum kavabólturin fór á rull, fyri nú at halda fast í myndataluni — ella í grundini kendist tað, sum hol kom á svullin. Fólk, sum høvdið hildið sær frá at siga nakað, tóku nú blaðið frá munninum.
Tað er annars eitt tema, vit hava havt á breddanum á redaktiónini nú í eina tíð. Teir sterku borgarstjórarnir kring landið og teirra vald. Tí teir lokalu keisararnir skulu kjósast um nakrar mánaðir, tá ið krossarnir skulu setast til kommunuvalið 12. november.
Hetta er sjálvsagt eitt evni fyri okkum á Frihedsbrevet, tí okkum dámar væl at reypa okkum av, at vit eru ein valdskritiskur miðil. Tað er týdningarmesta uppgávan hjá pressuni og orsøkin til, at ein fræls pressa verður nevnd í alskyns yvirlýsingum sum ein fyritreyt fyri fólkaræði. Tí skal alt vald ikki miðsavnast, má valdið tola eitt kritiskt eyga.
Fá hava líka stórt vald í føroyska samfelagnum, sum borgarstjórarnir kring landið. Í hesum fallos-døgum er tað lutfalsliga einfalt: Størri kommunan, størri vald hevur borgarstjórin. Tað er í grundini rættiliga ótrúligt, at vit hava eina skipan, sum vit hava. Tí, tá ið tað er kommunuval, er tað, sum um at vit velja 29 lokalar keisarar. Um vit samanbera við landspolitikk, so eru lokalu borgarstjórarnir Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Ruth Vang í einum. Borgarstjórar eru bæði ovasti fyrisitingarligi myndugleiki, teir býta pengar til sín sjálvan at umsita og teir stýra býráðsfundunum. Ja, borgarstjórar eru í grundini meir enn Aksel, Bjørt og Ruth í einum, tí tey trý kunnu hóast alt koppast, um tey fáa ein meirluta ímóti sær. Tað kunnu borgarstjórar ikki. Ikki fyrr enn á næsta kommunuvali. Tey fýra árini, sum eru harímillum, sita borgarstjórar tryggir, tá ið teir eru valdir.
Hetta bleiv m.a. staðfest á Tvøroyri fyri nøkrum árum síðani, tá ið Kristin Michelsen misti sín meiriluta í býráðnum, men framvegis var sitandi sum lokalur høvdingi, sum hann hevur gjørt síðan 2003. Og júst, Kristin Michelsen er høvuðspersónur í einari greinarøð, sum vit á Frihedsbrevet settu hol á í síðstu viku. Higartil hava fimm navngivin fólk og ein dulnevndur persónur greitt frá støðuni á Tvøroyri til sitat í tveimum greinum og einum poddvarpi, sum vit hava givið út. Og meira er á veg.
Redaktiónin hevur í hesum sambandi brúkt nógva tíð uppá at tosa um tað faktum, at tað er valár. Tað merkir, at tey, sum úttala seg, hava kanska eisini ein áhuga í útfallinum av kommunuvalinum í november. Nógv av teimum, sum finnast at Kristini Michelsen, hava tilknýti til Javnaðarflokkin, og síðani Javnaðarflokkurin og Kristin Michelsen fóru hvør sín veg bæði í lands- og kommunalpolitikki, hevur tað verið … ljótt, fyri at siga tað milt. Tað hevur í tíðarbilum mint mest um ein ordiliga ringan hjúnarskilnað, har næstan hatur hevur verið millum partarnar. Og tað er ikki vorðið merkisvert betri, hóast fleiri ár eru farin. Í hesari farvuríku myndataluni eru tvøráfólk og suðuroyingar sum heild børnini hjá tí fráskilda parinum, sum standa sum lús millum tvær negl og svíða fyri ringa stevinum hjá foreldrunum.
Tað er einki ivast í, at tey flestu av teimum, sum vit hava tosað við, vóna, at Kristin Michelsen verður koppaður á kommunuvalinum seinni í ár. Hinvegin — um tú ikki skalt tosa við javnaðarfólk á Tvøroyri, avskrivar tú ein stóran part av fólkunum, tí Tvøroyri er gomul javnaðarháborg. Talan er eisini um nógv fleiri fólk enn “bara” javnaðarfólk, og er heldur ikki talan um fólk, sum øll vóna, at tey sjálvi kunnu gerast tann næsti lokali keisarin. Tey flestu gera tað ikki, tí tey sjálvi vilja hava vald, men tí tey vóna, at valdið á Tvøroyri verður umsitið øðrvísi, enn tað hevur seinastu árini.
At fáa stórt vald hevur nevniliga stóra ábyrgd við sær. Eisini ímóti almenninginum. Tí við valdi kemur altíð freistingin um at misnýta valdið, soleiðis at tú ikki tænir borgarunum, men tær og tínum. Við øllum hesum í huga, hava vit gjørt av at varpa ljós á, hvussu valdið verður umsitið á Tvøroyri. Næsta greinin kemur í vikuni.
Helvtin undir 35.000
Hvussu er støðan á arbeiðsmarknaðinum, og hvør er tann sáttmálatryggjaða lønin hjá fólki í Føroyum? Tað eru spurningar, sum redaktiónin á Frihedsbrevet hevur arbeitt við seinastu vikurnar. Í dag er fyrsta greinin útkomin — næsta evnið er kommunali og almenni arbeiðsmarknaðurin. Frihedsbrevet hevur hugt at umleið 800 ymiskum lønarásetingum, sum eru ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og oman fyri 30 arbeiðarafeløg. Oman fyri helvtin av lønarsatsunum á privata arbeiðsmarknaðinum liggja undir 35.000 krónum um mánaðin. Lægsta sáttmálatryggjaða lønin er 21.491,47 kr, meðan hægsta lønin er 93.445,00 kr. Her er talan um ein lønarmun á knappar 72.000 kr um mánaðin, altso, meira enn tvífalt tað, sum miðal lønarsatsurin er.
Havast skal í huga, at greiningin einans fevnir um sáttmálatryggjaðar lønir. Tað merkir, at tað er ólógligt hjá arbeiðsgevaranum at gjalda arbeiðaranum minni í løn, enn tað sum er ásett í sáttmálanum. Hinvegin er tað onki, ið forðar einum arbeiðsgevara at gjalda meiri enn ásettu minstusløn. Havast skal eisini í huga, at ein stórur starvsbólkur ikki er við í greiningararbeiðnum. Tað eru sjómenn. Hýran hjá sjómonnum hevur ikki verið alment atkomilig síðani 2016, og er tað framvegis ikki. Tískil hava vit ikki roknað hýrur á t.d. línuskipum og uppsjóvarskipum við í hesum arbeiðnum, tó lønarlagið á farmaskipum og ferðamannaskipum er alment, og er tí við í uppgerðini.
Og ja — hetta við at hýrurnar hjá sjómonnum skulu dyljast sum mansmorð, eru vit avgjørt eisini áhugað í og fara helst at finna fram til so ella so, fyrr ella seinni.
Frímælt aftur til Føroya
Tað er hægsta summartíð og fyri okkara yndis fríggjadagspoddvarp, Frímælt, merkir tað, at nú flytur Frímælt aftur til Føroya, eftir at hava verið á flatlondum í nakrar mánaðir. Minst til — tú kanst hoyra Frímælt hvønn fríggjamorgun, sama um tú ert limur ella ikki.
Hesa viku eru fleiri poddvørp og greinar á skránni — og hevur tú enn ikki hoyrt poddvarpið, sum kom út gjár, har vit vitjaðu Mildrid á Lógv, nú frákoyrda leiðaran á Skálagarði í Klaksvík, so finnir tú tað poddvarpið undir røðini “Frí Mikrofon”.
Eftir er bara at siga, hevur tú nakað tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost á barbara@frihedsbrevet.fo ella á frihedsbrevet@protonmail.com.
Takk at tú las við.
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.