Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

 

“Eg skammist av Framsókn”. So bersøgin var stovnarin og politiski risin í Framsókn, Poul Michelsen, um sítt politiska hjartabarn, sum Ruth Vang nú hevur leiðsluna á.

Sum tú veitst, kom hendan útsøgnin í kjalarvørrinum av, at tvey av trimum tingfólkum hjá flokkinum atkvøddu ímóti uppskotinum um fría abort í Føroyum, sum teirra egni landsstýrismaður hevði lagt fram.
Politiskt drama, sum vil nakað fyri ein flokk, sum á allan hátt stendur fyri “frælsi”. Frælsi fyri land, fólk, vinnu og alt annað, tú kanst koma í tankar um.

Men ikki fyri kvinnur, vísir tað seg.

Tey, sum minnast valstríðið seinast, minnast kanska eisini, at Ruth Vang fleyg í krovið á Jenisi av Rana til seinasta forfólkaorðaskiftið í sjónvarpinum upp undir valið, tá ið hon setti Jenisi ein spurning um abort. Hon fekk spakan undir Miðflokkamannin og skoraði ivaleyst nógv stig sum ein pro-frí abort politikari. Tí er tað undrunarvert at hoyra Sólvit E. Nolsø siga, at hann boðaði flokkinum frá, áðrenn hann stillaði upp fyri Framsókn, at hann var ímóti fríari abort.

Vil tað siga, at Ruth Vang visti tað, tá ið hon valdið at stilla seg fram fyri veljarunum sum stríðskvinnu fyri fríari abort bert fáar dagar fyri valdagin? Visti hon, at hon ikki fór at fáa tað ígjøgnum í egnum flokki, um onkur ávísur á hennara egna lista var valdur á ting? Burdi hon ikki sagt tað fyri veljarunum?

Sólvit E. Nolsø var so mikið at sær komin, at hann stillaði seg upp at greiða frá sínari støðu fyri Degi og viku fríggjakvøldið, har vit m.a. fingu hetta at vita. At hann hevði sagt Ruth Vang frá hesum, áðrenn hann kom á listan.

Soleiðis flutti hann apuna yvir á forkvinnuna, sum nú eigur eitt forkláringsproblem fyri, hví hon letur ein anti-frí abort politikara á sín lista, tá ið Framsókn jú stendur vítt og breitt fyri frælsi hjá tí einstaka.

Men verri er við Honnu Jensen. Enn einaferð vil tingkvinnan ikki út at siga Føroya fólki og sínum veljarum frá sínari støðutakan. Í skrivandi stund er tað seinasta á Facebook hjá henni um hvítusunnu og síðani um Fróðskaparsetrið. Og so er hon eisini sera imponerað av, at í Fólkaflokkinum ynskja tey hvørjum øðrum tillukku, tá ið tey fylla (sum í grundini kanska sigur mest um, hvussu forfjónað hon kennir seg í Framsókn).

 

Hanna Jensen sigur tó einki um, hví eisini hon sýtti kvinnum abortrættindi hendan dagin í løgtinginum. Og hetta er ikki fyrstu ferð. Vit fingu heldur einki svar, tá ið hon fyrst fór í farloyvi í løgtinginum í longri tíð, tí hon skuldi røkja rektarastarvið á Miðnámsskúlanum í Kambsdali, og síðani segði starvið frá sær, tí tað var eitt ella annað, sum hon brendi so ómetaliga nógv fyri í tinginum, men sum hon ikki vil siga, hvat er.

Hvat er tað, sum Hanna Jensen ikki vil siga Føroya fólki?

Vit sóu øll somul brotið í Degi og viku í farnu viku, har Elin Mirjamsdóttir upp undir valið í 2019 tráspurdi Honnu Jensen um abortrættindi í valsendingini í sjónvarpinum, og Hanna Jensen bedýraði, at hon tók undir við fríari abort.

Hóast tað lyftið til veljararnar, feldi hon uppskotið hjá sínum landsstýrismanni, men hon heldur eftir øllum at døma ikki, at hon skyldar Føroya fólki eina forkláring.

 

Men aftur til Ruth Vang.

Forkvinnan í Framsókn er nú í einari ómetaliga truplari støðu. Við Frihedsbrevet segði hon í farnu viku, at hon nú hevði brúk fyri at hugsa seg væl um í nakrar dagar. Og tað skilja vit væl.

Tí hóast Poul Michelsen leggur dent á, at hann ikki er vónbrotin av Ruth Vang, so slepst ikki undan, at tað er ein lemjandi atfinning av forkvinnuni, tá ið stovnarin sigur, at “hetta (at Framsóknar tingfólk fella uppskotið um fría abort) tekur grundarlagið undan Framsókn”.
Hevur Framsókn onga greiða støðu til spurningar um persónligt frælsi, er tað skjótt, at flokkurin endar sum ein onnur útgávu av Sjálvstýri — og øll vita, hvussu tað endar.
Ruth Vang sigur seg nú hugsa seg væl um. Vit eru spent at hoyra, hvat fyri niðurstøðu hon kemur til.

 

Well played Javnaðarflokkurin
Tá ið tað er sagt, so vil eg eisini draga títt uppmerksemi til Javnaðarflokkin. Tí hóast Framsókn endaði við at spreingja seg sjálvan í luftina við hesum uppskotinum, so var Javnaðarflokkurin jú einki frægari. Jóhannis Joensen og Henrik Old atkvøddu eisini ímóti uppskotinum, men sum so ofta áður, endaði apan ikki hjá teimum.

Kanska ein orsøk er, at Sjúrður Skaale var skjótasti “journalisturin” úti við rívuni hendan dagin við greinini “Hanna Jensen er nærri Jenisi enn Ruth. Framsókn stemmaði ímóti tí, sum vann teimum valið”, sum hann sendi til allar miðlar, og sum allir miðlar so siðiliga útgóvu.

Flott. Enn einaferð prógvar Sjúrður Skaale her mín pástand um, at hann er altso besti spunasmiðjurin í landinum.

Verri gekk tað hjá Sambandsflokkinum. Kaj Leo Holm Johannesen fekk ongan at cleara við seg, sigur hann, men var hann í tinginum hatta kvøldið, hevði hann atkvøtt fyri uppskotinum, og sostatt hevði veruleikin fyri føroyskar kvinnur verið ein heilt annar í dag.

Um tað er rætt, sum fyrrverandi løgmaður greiðir frá, so hevur Sambandsflokkurin ein risa trupulleika. Flokkurin var klovin hetta kvøldið. Eyðdis Hartmann Niclasen og Johan Dahl atkvøddu fyri, meðan Bárður á Steig Nielsen, Helgi Abrahamsen, Erhard Joensen og Magnus Rasmussen atkvøddi ímóti. Tað vil jú siga, at ein av hesum síðstnevndu er tann, sum noktaði Kaj Leo sína atkvøðu.

Tað er annars púra vanlig mannagongd í løgtinginum, at um ein tinglimur ikki fær møtt, ger hann eina “clearingsavtalu” við ein, sum heldur tað øvugta. Erling Eidesgaard gjørdi tað hendan dagin — hann clearaði við Jacob Vestergaard, sum hevði atkvøtt ímóti uppskotinum.

Men innanhýsis í Sambandsflokkinum vildi eingin cleara við Kaj Leo Holm Johannesen. Áhugavert? Ræðandi? Og eitt stórt problem fyri tann sokallaða liberala Sambandsflokkin?

Ja, absolutt.

Men fyri føroyskar kvinnur er tað kanska fínt. Bjarni Kárason Petersen kann tí bara leggja sama uppskot fram aftur, og tryggja sær, at tað kemur til 2. og 3. viðgerð ein dagin, tá ið Kaj Leo Holm Johannesen fær verið í tingsalinum. So verður tað samtykt. Tær konservativu røddirnar í Framsókn, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum verða settar til viks, og kvinnur sleppa undan einari elligamlari lóg frá 1956.

Og sum eitt síðubonus fær Poul Michelsen kanska náttarfriðin aftur…

 

Valdið aftanfyri valdið
Tað eru nú tvær viku síðani, at vit høvdu frumsýning av dokumentari okkara Valdið aftanfyri valdið. Eg skal ikki siga so nógv um hann, annað enn, takk fyri stóra áhugan øll somul, og vælkomin umborð tit, sum hava meldað til seinastu tíðina.

Hevur tú ikki sæð hann enn, so finnir tú hann undir “dokumentarur” á appini og heimasíðuni.

Hetta er ikki tað fyrsta ella seinasta vit hava gjørt um JFK í Klaksvík, hollendsku PP og teir stovnar, sum eru partar av søguni. Tí skalt tú í vikuni vænta tær eina uppsamling á heimasíðuni og appini, har tú kanst finna viðkomandi leinkjur við øllum teimum greinum og poddvørpum, sum vit hava gjørt um málið, síðani Frihedsbrevet byrjaði í desember 2022.

Hesa vikuna eru vit á feltinum og fylgja verkfallinum. Tú skalt tú vænta tær eitt poddvarp um tað heilt skjótt. Somuleiðis hava vit bæði kjak og greinarøðir á trappuni — tað fært tú alt meira at vita um, tá ið tíðin er búgvin.

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.

Takk at tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo