Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Eg hoyrdi einaferð um eina kvinnu — vit rópa hana Anna — sum ongantíð kendi seg heima í Føroyum. Hon var fødd og uppvaksin á bygd í 40unum, gjørdist við barn sum ung og hevði tað, sum vit í dag, í øllum førum partvíst, vildu rópt ein góðkendan appetit fyri lívinum. Henni dámdi væl at lata seg pent í, brúka litríka varrastift, og so hevði hon ein hug til lívið, hug á dreingjum og var seksuelt aktiv.
Eg veit í grundini ikki, hvussu seksuelt aktiv hon var, men eftir táverandi mátistokki var tað helst ov nógv. Í øllum førum varð tosað nógv um hana — eisini heilt upp til hennara ellisár, og hon upplivdi tað eisini soleiðis sjálv, sigur søgan, tí hon flutti av landinum og kom ongantíð aftur.

Hvussu nógv fólk mugu vera flutt av landinum, tí tey kenna tað sum, at partar av teimum ikki eru loyvdir í Føroyum? Eg bíti t.d. merki í, at hyggja vit eftir samkyndleika, so veit eg so ikki um nakran samkyndan føroying í Føroyum, sum t.d. er 60+ ár. Er tað tí, at eingin føroyingur var samkyndur áðrenn eitt vist, ella er tað tí, at tey eru flutt ella kanska ikki livað opið enn tann dag í dag?

Tann spurningin kenna vit helst svarið uppá.

Hvussu er so við kvinnum. Føroyskum kvinnum, sum eru aktivar seksuelt, sum ikki passa inn í normin, inn í kassan, sum vit so fegin vilja koyra okkum øll í. Hvussu við kvinnuligum seksualiteti. Tola vit, at kvinnur hava hug til sex, hava eitt aktivt sexlív, og ikki skammast av tí?

Tá eg vaks upp, var seksualundirvísing ikki nakað, mann hevði nakað serligt av. Jú, vit lærdu um hítir, men eg haldi, tað var sirka tað. Eg havi gingið nógv ár í skúla tilsamans, eins og restin av okkum, men ongantíð havi eg hoyrt nakað um kvinnuligan seksualitet, um hvussu kvinnur kunnu njóta sex, ella at tað eru ymisk sløg av seksualiteti o.s.fr. o.s.fr. Ímyndin er ella var onkursvegnað, at menn vilja hava og njóta sex. Kvinnur kunnu gerast við barn, um tær hava sex. The end.

Hendan myndin, eins og høvuðsmyndin, er telduskapt. 

Tað er nú nokk so fátækt og eittsporað og absolutt ikki ein serliga kvinnufrígerandi forteljing.
Við tí forteljingini fylgir skommin eisini. Um nú tú skuldi dittað tær at verið seksuelt aktiv og enntá víst, at tú hevur hug til tað.

Eitt gott dømi um tað er Golden maps-málið. Fyri nógv er tað ein søga, sum byrjaði fyri fáum árum síðani, men Golden maps livdi í besta velgående, tá ið eg var tannáringur. Tá byrjaði hendan mappan at ferðast millum teldur og harðdiskar í Føroyum. Ein mappa, har føroyskir menn samlaðu meira og minni nakinmyndir av føroyskum kvinnum og deildu ímillum sín. Tað vóru typiskt myndir, sum ein ekssjeikur hevði tikið ella fingið frá eksdamuni, sum nú endaði á alskyns teldum kring landið. Til stóra skomm og sorg hjá teimum kvinnunum, sum har endaðu.

Og eg minnist væl, hvussu mann tosaði um tær. Niðrandi, sum vóru tær seksuell dýr, sum uppførdi seg púra ófyrigeviligt.

Hetta er hóast alt bara eini 15–20 ár síðani.

Men so kemur runda tvey av Golden maps-málinum fram í ljósmálan í 2022. Fleiri nýggjar kvinnur eru endaðar í hesari mappuni, sum vit hildu, var ein leivd frá fortíðini.

Men hesa ferð var søgan ein onnur. Hesa ferð søgdu kvinnurnar “hoyr her, hetta er ikki mín skomm. Tað er skommin hjá tí, sum hevur sent hesa myndina víðari”. Og ta søguna, ta forteljingina keyptu vit.

Altso, altso, ein setningur, eitt perspektivskift, kann gera nógv fyri, hvussu vit uppliva eina støðu.

 

Hevur tú hoyrt?
Allir hesir tankarnir liggja til grund fyri, at eg setti meg í samband við Amaliu Danielsen, kommunulækna í Havn. Hon er eisini kend fyri at vera nakinmodell, at leggja stuttligar og øðrvísi eggjandi myndir av sær á sosialar miðlar, og sum hevur eitt opið sexlív, sum summi vildu rópt at vera “swingari”. Alt hetta, veitst tú helst, hevur elvt til nógvan slatur.

Tí hví er tað akkurát, at vit hava so lætt við at fordøma kvinnur fyri teirra seksualitet? Er slaturin um myndirnar og sexlívið hjá Amaliu Danielsen bara ein 2024 forteljing av omanfyrinevndu Annu, sum kendi tað sum, at hon mátti flýggja av landinum, tí hon passaði ikki inn?

Eg veit ikki. Men eg haldi, tað er viðkomandi at hoyra frá fólki, sum bróta frá rúgvuni. Frá tí gráa massanum og onkursvegna provokera, fáa okkum at seta spurnartekn við alt møguligt, og mest av øllum við, hvat mann kann í Føroyum.

Eg veit ikki, nær vit verða liðug við at bróta mørkini fyri kvinnulívið ella fyri seksuellu frígeringini í Føroyum, um vit nakrantíð vera tað, ella hvar presis vit finna tey mørkini, sum ikki burdu verið brotin. Men eg veit í øllum førum, at vit eru ikki har enn. Ikki nær námind.

“Hevur tú hoyrt? — Ein samrøða við Amaliu Danielsen”
Tveir partar eru tøkir nú á heimasíðuni og appini hjá Frihedsbrevet.

 

Hesa vikuna eru enn fleiri partar av Brotsvarpinum komnir, nú dómur er fallin í Føroya størsta hassjmálið. Kjak er á skránni seinni í vikuni, og snýr seg hesaferð um føroyska tíðindaflutningin í sambandi við kríggið millum Ísrael og Hamas. Í vikuni er komin ein partur av Hevur tú Hoyrt? — ein samrøða við Amaliu Danielsen. Tað er eisini komin ein grein um eitt rættiliga sjáldsamt mál hjá løgrelguni, sum snýr seg um brot á grein 266b. Hana kanst tú lesa nú. Og so er Frímælt eins og altíð á skránni seinni í vikuni.

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.

Takk fyri, at tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo