Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

 

“Politiskt og journalistiskt atgerðarloysi: Mannalív í Gasa verða vanvird”. Tað er yvirskriftin á einum lemjandi lesarabrævi frá Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ung.

UT og SU harta sínar móðurflokkar fyri politiska líkasælu og eru óvanliga kritisk um føroysku miðlingina (ella mangul upp á sama) av ræðuleikunum í Gasa.

Tey skriva m.a.: “Miðlingin er eisini nógv frá ísraelskum vinkli og endurspeglar ofta ísraelskan retorikk, t.d. tá palestinar, sum Ísrael hevur tikið, verða umtalaðir sum krígsfangar, meðan ísraelar tiknir í Palestina verða umtalaðir sum gíslar”.

Hetta skrivið kom út fyrst í mars, og umleið samstundis spurdi ein íðin palestinastuðul meg, hvussu tað ber til, at Frihedsbrevet ikki hevur nakað fokus á kríggið millum Hamas og Ísrael og ræðuleikarnar í Gasa. Eg svaraði tað, sum rætt er — vit eru einans fýra journalistar, og hava ikki fokus á uttanlandstilfar sum so á føroysku redaktiónini (tó vit hava tvey framúrskarandi poddvarpsmagasin frá donsku systurredaktiónini, Fri Ukraine og Friis Diplomatpost).

Men tá eg so hugsi meg um, so eru fá praktisk ting, sum kundu fingið meg at hildið fingrarnar frá russisku innrásini í Ukraina og øllum teimum mongu føroysku vinklunum til tað kríggið, sum vit so ella so mugu fyrihalda okkum til.

Hvør í sínum lagi á redaktiónini komu vit so smátt eftir, at tað er okkurt um illgrunan um løgnan føroyskan tíðindaflutning, ella mangul upp á sama, um hetta kríggið, og tað eru orsakir til at hyggja nærri eftir, hvussu vit umrøða eina so týðandi altjóða hending.

Og so komu vit samstundis eftir, at tað er allíkavæl áhugavert, hvussu stóran serstatus Ísrael hevur ímillum summar skarar av fólki í Føroyum. Og stríðið hjá palestinum ímillum aðrar skarar av fólki í Føroyum. Sum Brynhild Thomsen, journalistur, segði um orsøkina til sterku kenslurnar og ógvusligu orðaskiftini á sosialu miðlunum um hetta málið.

“Ein heimabryggjað diagnosa hjá mær er, at tey eru nógv í Føroyum, sum eru uppald við bíbliusøgum um Ísrael og Guds útvalda fólk. Tað er tí eitt átrúnaðarligt eyga og oyra, sum fylgir við. Á hinari síðuni hava vit eisini eitt hampiliga stórt politiskt segment í Føroyum, sum eru ídnir stuðlar av palestinum og søguni um tað statsleysa fólki”, greiðir Brynhild Thomsen frá í grein á Frihedsbrevet sunnudagin. 

Tí byrjaði Frihedsbrevet at savna saman alt tilfar, miðlað í føroysku miðlunum, um kríggið í Gasa ímillum Hamas og Ísrael. 1.000 síður og 773 greinar og tíðindainnsløg seinni setti Durita Fagradal Augustinussen, journalistur, alt inn í eitt greiningarforrit, sum skjótt kann spýta ymisk hagtøl og vitan út um samlaða tíðindaflutningin. 

Tí tosa miðlarnir øðrvísi um deyðar ísraelar enn deyðar palestinar? Eru summi gíslar og onnur krígsfangar? Hvør journalistur skrivar mest, og er ymiskt fokus á, hvat hevur týdning? Nýta miðlarnir einans keldur frá øðrum parti, og hvussu konstantur er tíðindaflutningurin? 

Hvussu ávirkar orðaskiftið og miðlingin palestinar og ísraelar í Føroyum? (Ja, teir hava vit eisini her í Føroyum, og tey skilja tað, vit skriva í miðlunum og á sosialu miðlunum…)

Sum tú helst fært kensluna av — vit hava nógv upp á hjarta aftaná hetta greiningararbeiðið, og tað skalt tú vænta tær eina rúgvu av greinum og poddvørpum um næstu tíðina. Fyrsta greinin kom út í sunnudagin 7. apríl, sum var hálvtára dagurin fyri álopið hjá Hamas á Ísrael. Tú finnur hana aðrastaðni á heimasíðuni og appini. 

Hesa vikuna eru vit í Føroya rætti, og tú skalt vænta tær minst ein part av Brotsvarpinum — okkara poddvarpi úr rættinum. Tú skalt eisini vænta tær nógva vitan um føroysku miðlingina av krígnum ímillum Ísrael og Hamas — bæði sum greinar og sum poddvørp.

Lat meg so tríva í tøkkirnar aftur — tí vit fáa ótrúliga nógv tipp inn, takk fyri tað. Um so er, at tú hevur sent okkum okkurt og einki hoyrt aftur, so skalt tú bara vita, at vit lesa alt, sum kemur inn og tað kann meira enn so vera, at júst títt tipp verður til eina søgu hóast alt.
Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.

 

Takk, at tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo