Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

 

Tað var ein rámur dunstur í løgtinginum herfyri, tá ið bøndurnir komu trillandi til Havnar við sínum traktorum, í einari roynd at vísa sína ónøgd við uppskotið um gongd í haga.

GG! Eg veit, at tað er eitt sindur síðani, men kortini má eg byrja við tí. Tí eg helt kontrastirnar í løtuni vera so stórar, at tað má viðmerkjast. 

Tað var nevniliga eitt heilt serstakt huglag í løgtinginum fyrrapartin, tá ið alt okkara fólkavalda harkalið luktaði politisku spenningarnar spakiliga aka ímóti løgtinginum bara um 40 km/t í ferð. Fólkaflokkurin tevjaði blóð og samgongan luktaði trýst. Seinni komu tey so øll at lukta lortin, sum bøndurnir høvdu drigið við sær, men tað var kanska nokk so spot on: politiskir lortar, einki annað.

 

Tá teir umleið 30 traktorarnir komu rullandi inn á Vaglið, kendist tað eina løtu sum myndirnar av álopinum 6. januar í 2021 á politisku háborgina í Washington. Kanska taki eg ov rívan til, men tað var nú eitt splittsekund her og har, har eg helt, at har vóru nakrar líkheitir.

Sum t.d. tá ein ovasti herførari hjá bóndunum stóð á traktorinum við Merkinum í hondinum og brølaði Frælsi leingi livi, meðan teir koyrdu niðan eftir Tinghúsvegnum og runt løgtingið.

Um tað var kuldin ella langi traktor-túrurin til Havnar, veit eg ikki, men líkheitirnar við 6. januar fingu ein bráan enda, tá ið orðaskiftið byrjaði í løgtinginum og bøndurnir lurtaðu bæði í forhøllini og í løgtingssalinum. Ikki eitt orð. Ikki eitt einasta ljóð kom frá teimum, meðan teir so fittir og smædnir stóðu og lurtaðu eftir orðaskiftinum við andakt.

 

Tá var løtan, sum politikararnir á báðum síðum høvdu bíðað spentir eftir. Teir vistu, at nú lurtaðu fólk. Bæði í tinginum, har eisini fólk frá øðrum áhugapørtum í hesum málinum høvdu leitað sær oman, men sanniliga eisini umvegis tingvarpið.

Og tað besta av øllum: journalistar vóru áhugaðir. Tað hendir ikki á hvørjum degi hjá okkara kæru fólkavaldu. Tí bleiv tað ikki spart upp á krútið og orðaskifti gjørdist betýðiligt longri enn tað sannlíkt hevði verið, um eingin traktorur varð komin til Havnar.

Tað skulu teir eiga, hesir politikararnir. Teir duga at spæla politiska sjónleikin, tá ið áhoyrarar eru.

Og tað gjørdu teir aftur nakrar dagar seinni, tá ið fosturtøkulógin var á skránni. Eingir traktorar vóru har tá, men hinvegin myndir av børnum og fostrum, og hóast áhugin at síggja til ikki varð eins stórur sum við fyrra málinum, so var hampiliga fult í tingsalinum kortini.

 

Føroyska samfelagi spolað forbí teir?

Sum tú uttan iva hevur fingið við, so var orðaskiftið í løgtinginum í sambandi við fosturtøkulógina so mikið hart, at tað hevur verið evnið til Bredda-kjak í útvarpinum og hevur fingið kvinnur upp á barrikadurnar við skrivum um, at hesin retorikkur er orsøk til, at fólk flyta av landinum og ikki koma aftur.

Spurningurin, sum eg haldi, at mann kann seta er, hevur samfelagið flutt seg forbí hendan heldur avoldaða háttin at føra politisk sjónarmið fram uppá?

Tað tykist mær sum, at vit eru farin frá at bara yppa øksl, til at blíva so mikið troytt av okkara egna politiska landslagi, at vit byrja so smátt at tala at.

Tí tað eru nógv siðilig lesarabrøv skrivað, har fólk greiða frá sínum argumentum fyri og ímóti, at tað verður frí abort í Føroyum. Tað er reelt, siðiligt og virðiligt. Tú kanst vera samdur ella ósamdur, men tú tosar ordiligt um og við onnur.

Tað sama kann ikki sigast um tað, sum varð sagt í løgtinginum. Og tað var so mikið ógvusligt, at tað er blivið millum størstu kjakevni í spurninginum um fría abort.

Men tað er jú ikki nakað nýtt. Vit hava sæð somu runublaking í løgtinginum í áravís — ikki bara millum politisk mótstøðufólk, men eisini móti samfelagsbólkum, sum t.d. samkynd og lgbt+ persónar. Tá hava summi eisini talað at, gamaní, men kanska ikki so nógv sum nú?

Eru vit blivin so troytt av okkara egnu óbúnu politisku skipan, at vit ikki tíma at hoyra tað meira?

Nakrar dagar seinni komu aðrir bollar á suppuna, tá ið Sambandsflokkurin legði saman við samgonguni fyri at fáa eina langtíðarsemju á tøkugjøldunum á alivinnuna. Uppskotið sjálvt er ikki liðugt, men politiska semjan var hendan dagin í Tinganesi, tá ið umboð fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkin skrivaðu undir langtíðarsemju um tøkugjøldini, sum er galdandi til í minsta lagi 2032, uttan so at partarnir eru samdir um at broyta eitt hvørt.

“Hetta er ein søgulig løta”, varð sagt umaftur og umaftur hendan dagin. Ja, tað er tað, og tað er nú eisini eitt sindur pínligt, at tað er so óvanligt at gera breiðar politiskar semjur í Føroyum, at vit skulu notera tað í søgubøkurnar fyri 2024…

Tað er tó hent fyrr — t.d., tá ið makrelsemjan hjá sonevndu “makrelsamgonguni” varð gjørd í 2011 millum somu flokkar, men tann “langtíðarsemjan” var ikki so haldfør. Hon var fokin nakrar mánaðir seinni, tá nýggj samgonga var skipað.

“Ert tú ikki bangin fyri, at samgongan til næsta val fær undirtøku fyri gott politiskt handverk, meðan Sambandsflokkurin missur?”

Umleið hatta spurdi eg Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum um hendan dagin í Tinganesi, men tað helt hann slett ikki — hann heldur hinvegin, at fólkið er so eviga troytt av, at grundleggjandi politisk stórmál verða broytt fjórða hvørt ár, tá ið nýggir flokkar koma í samgongu.

Tað er gott at hoyra, at onkur vaksin er í politiska rúminum hóast alt, og kanska fer tað at smitta av á orðaskiftið í løgtinginum framyvir, so vit sleppa undan at tosa um barnsligar politikarar og heldur um tey stóru og umráðandi evnini, sum eru á skránni.

Frihedsbrevet hevur reportasjur frá øllum trimum politisku hendingunum, sum eg havi nevnt — tú hoyrir tey undir Klubb33. 

Lat meg enda við at takka fyri øll tey mongu tippini, vit fáa frá tykkum lesarum og lurtarum. Hóast tú einki hevur frætt, so lesa vit alt, sum kemur inn so ella so, og tað kann meira enn so vera, at júst tað tú sendi er eitt av tí, sum vit fara at grava í.

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo