Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Ikki tær at siga er tað 8. mars um nakrar dagar, og tað merkir, at hendan vikan er á tremur við áhugaverdum javnstøðutiltøkum — alt frá kjakum til sofaprát til bókaframløgur, ja tú gongur ikki andaliga svong hesa vikuna! Men innflúgvingin til Femifagnaðarvikuna gjørdist kanska ikki so virðilig, sum eg kundi ynskt mær. Fyrst av øllum skuldu vit lesa í Dimmalætting, at ein “Kvinnuhond skal stýra tilfeingisdeildini”.

 

“Kvinnuhondin” í hesum førinum er Eydna í Homrum, sum altso er lívfrøðingur og ph.d, sum nú er vald sum deildarleiðari fyri nýggju Tilfeingisdeildina á Havstovuni. Hennara fremsti førleiki í hesum starvinum er sostatt ikki, at hon er ein “kvinnuhond”, men at hon er ph.d í lívfrøði…

Hvussu ber tað til, at vit enn eru so skelkað av, at kvinnur kunnu leiða, at vit mugu framhevja kynið, tá ið vit umrøða teirra starv? Blívur tað við at vera so óvanligt, hóast kvinnur sita í einari ørgrynnu av tungum postum í dag?

Eg kundi t.d. nevnt Evy Jacobinu Jacobsen, forstjóra í Betri samtakinum. Ella Ingun Eiriksdóttir, forstjóra í Betri Trygging. Turið F. Arge, forstjóra í BankNordik. Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways. Katrina Petersen, tíðindaleiðara í Kringvarpinum. Bjørt Samuelsen, forkvinnu í Løgtinginum o.s.fr. o.s.fr. o.s.fr.

Kvinnur hoyra heima í tungu sessunum, og so eiga tær at umrøðast, vigast og mátast eftir teirra førleikum og gerðum í teimum, og ikki teirra kyni, sum absolutt einki hevur við nakað at gera.

 

ST-ráðstevna 

Hin eitt sindur ivasami parturin av innflúgvingini til Femifagnaðarvikuna er reaktiónin á sosialu miðlum um, at okkara fólkavaldu løgtingskvinnur fara til New York á javnstøðuráðstevnu hjá ST nú um dagarnar.

Tað hevur fingið fleiri at finnast at á sosialu miðlunum og biðja um, at tær heldur vera verandi heima og seta seg betri inn í, hvussu føroyskar kvinnur hava tað. Her verður víst til tær, sum ikki hava ráð til dagin og vegin og tíansheldur til eina ráðstevnu í New York.

Tað kann væl vera, at hetta er eitt vet tónadeyvt. Serliga tá hugsað verður um, at fólk í hópatali í hesum døgum eru ónøgd við lønarvøkstur og ætlaðan lønarvøkstur hjá okkara fólkavaldu politikarum, og tað serliga orsakað av, at seinastu árini eru lívið  blivin fíggjarliga tyngri hjá okkum øllum.

Sjálv haldi eg, at tað er týdningarmikið, at okkara fólkavaldu líða út um landoddarnar til størri samanhangir og størri kjakevnir enn tey, sum vit hava har heima. Eg haldi, tað er beinleiðis jaligt fyri javnstøðukjakið her á landi, at fólkavaldu kvinnurnar leita sær til ST-ráðstevnuna.

Hyggja vit á heimasíðuni hjá ST-Kvinnur, sum hesin felagsskapurin í ST eitur, so er fokusið t.d. kvinnurnar í Gaza og Ukraine og lýsingar av teirra umstøðum. Tað er fokus á lønarjavnvág millum kynini, á harðskap móti kvinnum, og yvirskipað á mál, sum kunnu “lata upp fyri framgongd í javnstøðu millum kynini” og tað bæði í lokalsamfelagnum og globalt.

Tað er jú bara gott, at okkara fólkavaldu kvinnur tosa um hesi tingini, hoyra aðrar tankar og onnur sjónarmið enn tey her heima í mikro-Føroyum. Kanska tað í roynd og veru setir nakrar tankar í gongd, sum fer at leiða til størri javnstøðu her heima?

Eg skilji væl, at tað eru føroyskar kvinnur, sum høvdu ynskt sær størri fokus á tær avbjóðingar, sum tær hava, og vit sum samfelag hava. Spyrt tú meg, so vil eg tosa um fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, so vit í roynd og veru hava nakað at velja í, tá vit skulu seta búgv, og ikki bara eru noyddar til at keypa ella leiga fyri okursprís. Eg vil tosa um abort og um betri tilboð í samband við barnsburð. Eg vil tosa um haldføran búskap, um at fáa munandi betri umstøður til okkara gomlu og veiku og tey, sum arbeiða við teimum. Eg havi túsund ting, eg vil tosa um, nógv av teimum kunnu als ikki bólkast í “javnstøðukjak”, hóast alt er ein spurningur um javnstøðu eisini. (T.d. hvat ger tað við okkara samfelag, at vit hava nakrar politiskt útvaldar menn, sum eru blivnir millióningar og milliardingar, tí teir hava fingið einarætt til tilfeingi hjá tjóðini?)

Vit hava eina rúgvu at tosa um, nú vit eru farnar inn í Femifagnaðarvikuna.
Vit fara at tosa um nógv av tí til tiltøk, í bókum, í sendingum, tíðindunum og á netinum.

Men tað eina útilokar ikki hitt, og eg eri spent at hoyra, hvat okkara fólkavaldu kvinnur koma aftur við, tá ið tær hava fingið íblástur frá fleiri øðrum av heimsins kvinnum, til tær avbjóðingar, sum vit eru felags um.

Og enn spentari at hoyra, um reaktiónin verður eins ógvislig, tá ið tað eru løgtingsmenn, sum leita sær til ráðstevnur uttan fyri Føroyar. (Bíða nú, hava teir ikki gjørt tað onkuntíð??) 

 

Les meira um ST-Kvinnur ella UN-Women her

 

Fekst tú alt við? 

Seinastu vikuna hevur tað verið møguligt at lesa allar okkara greinar á heimasíðuni Frihedsbrevet.fo ókeypis. Púra erligt er tað sjálvsagt tí, at vit vóna, at hetta gevur teimum, sum enn ikki hava keypt sær hald, áhuga í at gerast limir hjá Frihedsbrevet.fo
Og greinarnar kunnu lesast ókeypis í dag aftrat. Her eru nakrar útvaldar frá seinastu vikunum. Vilt tú viðmæla onkrum tú kennir at lesa ein ókeypis grein, so kanst tú tað í dag aftrat.

Lat meg enda við at siga, at hesa vikuna fer abortspurningurin at fylla nógv í samfelagnum — bæði við nýggjari bók “Abort — grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv”, sum Turið Nolsøe og Turið Hermansdóttir hava ritstjórnað, og við fleiri sofaprátum og kjakum um tað sama.

Á Frihedsbrevet hava vit eina røð í átta pørtum um abortspurningin, hon eitur “Vit hava tikið abort”, og tú finnir hana á heimasíðuni og appini.

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo