Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Eg skal erliga viðganga, at viðhvørt má eg klóra mær í nakkanum, tá ið eg síggi fokusið, sum ávísir miðlar og journalistar velja og frávelja. Tað gjørdi eg aftur í síðstu viku, tá ið in.fo siteraði eina grein hjá Frihedsbrevet um, at Tórshavnar kommuna hevur tryggjað fyritøkuni Articon arbeiði fyri slakar 400 milliónir upp á tvey ár, og hetta uttan at arbeiðið var boðið út.

Tí — ikki tær at siga kæri lesari — land og kommunur hava leiðreglur, politikkir, og landið eisini lóggávu, sum áleggur teimum at bjóða arbeiðir út, sum fara upp um eitt ávíst minstamark. Hetta er ikki bara fyri at tryggja gjøgnumskygni, men eisini fyri at tryggja, at allar fyritøkur í Føroyum hava javnbjóðis atgongd til almenn arbeiðir, og fyri at tryggja, at tey fólkavaldu fáa sum mest burturúr skattaborgarans pengum. Logiskt, hugsar tú helst, og tað hugsa tey flestu, tí eingin hevur avtikið hesar útboðsreglur ella mær vitandi talað alment ímóti teimum.

Men tað eru sanniliga nógv, sum ikki hava hildið tær. Tað hava vit sæð eina ørgrynnu av fjølmiðlasøgum um og so seint sum í ársfrágreiðingini hjá landsgrannskoðanini fyri 2022 sæst tað eisini nevnt. Har stendur m.a.:

Í hesari frágreiðingini sæst enn eina ferð, at stovnar fylgja ikki altíð reglunum um útbjóðing av vørum og tænastum, og hava heldur ikki søkt um undantak frá at bjóða út. Dømi eru um, at stovnar eru tongdir at einum veitara ella tænastusáttmála við veitara. Eisini er dømi um, at stovnar halda ávísar veitarar vera bestar at gera uppgávurnar, ella tænastan er so serstøk fyri stovnin, at hon ikki kann bjóðast út millum fleiri.

So tá ið vit á Frihedsbrevet (eftir eitt gott tipp var komið) søktu um alment innlit í avtalur millum Tórshavnar kommunu og Articon seinastu árini, og har vit serliga vildu hava at vita, hvørjar avtalur vóru gjørdar við Articon, har arbeiðið ikki varð boðið út áðrenn, ja tá hildu vit tað vera sera áhugavert at síggja, at Tórshavnar kommuna hevur altso tryggjað hesari eini fyritøkuni slakar 400 milliónir í arbeiði upp á tvey ár, uttan at onnur eru sloppin framat at bjóða. (Kanska tryggjaði kommunan sær bestu avtaluna, tað vita vit av góðum grundum ikki, tí eingin annar slapp at bjóða seg fram)

Men hjá in.fo var tað als ikki tað, sum var áhugavert. Tær mongu milliónirnar av tínum og mínum pengum hvørva sum døgg fyri sól, tá ið politiskt fluguknepparí kemur upp í leikin hjá blaðstjóranum á Sosialinum. Tí hann heldur absolutt ikki, at tær 400 milliónirnar, brot á útboðsreglur ella nakað sovorðið er tað mest áhugaverda her — nei, hann fer heldur eftir søguni um, at landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen í somu grein eftirlýsir gjøgnumskygni á økinum og heldur, tað er ein trupulleiki, at tað ikki altíð er so gjøgnumskygt, hvør fær ymsu uppgávurnar, hví júst tey og út frá hvørjum kriterium. Og so sigur hann. “Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum diktera val og frával. Tað er í øllum førum tað inntrykkið, eg standi við”.

Hetta fekk blaðstjórin á Sosialinum til, at landsstýrismaðurin skal hava sagt, at “Persónlig sambond leska Articon”, og so koyrdi annars ein greinarøð við borgarstjóranum, sum kravdi eina umbering, tí landsstýrismaðurin skuldi hava ákært kommununa fyri mutur, og eitt munnhøggarí um, um landsstýrismaðurin nú spesifikt meinti við Articon, Tórshavnar kommunu ella um hann tosaði generelt.

 

Sjálvur segði landsstýrismaðurin, at Frihedsbrevet hevði siterað hann rætt, men in.fo mátti sjálvt svara fyri sínari yvirtulking av greinini.

 

Well. Flott klárað, ha? Tí, hvat hendir, tá ið vit enda við at diskutera, hvør meinti hvat við tí, sum hvør segði ella ikki segði? Tað hendir sjálvandi tað, at fokusið fer frá teimum mongu milliónunum, sum eru farnar út úr kommunukassanum í Havn, uttan um alment útboð. Tínir pengar og umsitingin av teimum er tá gloymd, vaskað burtur, grivin niður í eitt tætt við týdningarleyst kjak um, hvør segði hvat.
Ja, eg skilji politisku fasinatiónina av spurninginum um, hvør segði nú hvat, og hvat meintu tey við.

Men hetta er tað, sum hendir umaftur og umaftur hjá fleiri miðlum og fleiri journalistum (og helst kann eingin okkara siga okkum púra ósek).

Nevniliga — heldur enn at tosa um abort, so tosa vit við politikararnar, sum eru ónøgdir við, at onkur hevði ein tíðindafund um abort, uttan at tey vistu av tí. Heldur enn at tosa um gongd í haga, so tosa vit við teir politikarar, sum ikki halda, at landsstýrismaðurin dugdi so væl at gera uppskotið.
Heldur enn at tosa um russlandssáttmálan, so tosa vit um teir politikarar, sum eru ónøgdir við stýringina av arbeiðnum.

Fokusið, kæri lesari, fer óalmindiliga ofta frá tí, sum tað burdi snúð seg um, til at snúgva seg um dramað aftan fyri tjøldini. Eg kann gita og illgita nakrar orsakir til tað, men tað er soleiðis sæð líkamikið.

Og í einum valári til kommunuvalið skilji eg væl, at borgarstjórin í Havn vil flyta fokusið yvir á, hvør nú segði hvat og vil krevja eina umbering — um enn eg ikki skilji hví journalistar halda tað er tað vigtigasta at tosa um í hesum sambandinum.

Tí hvat heldur borgarstjórin í Havn um vantandi útboðið av arbeiðnum? Hvat halda hinir býráðslimirnir í Havn um tað? Og hví letur in.fo borgarstjóran flyta fokus uttan at fyrihalda seg til milliónirnar?

Tað eru teir veruligu spurningarnir, sum vit heldur áttu at tosað um.

Tú kanst lesa greinarnar hjá Frihedsbrevet um hetta málið, aðrastaðni á síðuni og appini. 

 

Eitt viðmæli…
Nú um dagarnar bórust deyðsboðini av Alexei Navalny. Í 2020 gjørdist russiski andstøðingurin brádliga deyðiliga sjúkur á einum flogfari á veg til Moskva. Seinni vísti kanningar, at hann varð eitraður. Nalvalny og ein bólkur av gravandi journalistum kanna drápsroyndina í frálíkum dokumentari við heitinum “Navalny”, sum eg avgjørt viðmæli tær at hyggja eftir nú. Hann er eitt nú at finna á heimasíðuni hjá DR og á HBO max.

 

Aftur í ár 🙂
Lat meg enda við góðum tíðindum. Nú vit skriva 20. februar er dagurin longdur umleið 1 tíma og 45 minuttir bara síðani 1. februar! Tað gongur altso við rúkandi ferð móti ljósari tíðum, og hóast vit øll vita júst, hvussu tað plagar at vera, so er gott at merkja, at dagarnir gerast longri og ljósari eisini í ár! 🙂

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.

Takk fyri at tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo