Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Gjøgnumskygni, opinleiki og eins viðferð. Tað plagar at vera nevnt sum nakrar av grundsúlunum, sum skula tryggja, at fólkaræðið riggar optimalt. Til tað hava vit eitt hav av lóggávum. Vit hava lógir, sum áleggja valdspersónum, myndugleikum og skipanum at fara líka við øllum fólkunum í samfelagnum — t.d. um eg fái parkeringsbót aftaná 30 minuttir í einari parkeringssonu, so fært tú eisini tað, tí tað er ikki munur á okkum. Sama brot = somu revsing.

Ein av høvuðsreglunum, sum vit journalistar eru sera tengdir at, er prinsippið um alment innlit. Altso, at vit kunnu fáa innlit í viðurskifti, sum liggja aftan fyri eina avgerð, sum ein myndugleiki hevur tikið. Júst fyri at halda valdinum í oyrunum hava vit tí eisini reglur um notatskyldu. Tú skalt skriva niður og skráseta fundir, samrøður v.m., sum hava týdning fyri eitt mál, sum ávirkar borgararnar so ella so.

Hetta er jú eitt álitisforhold onkursvegna, tí tað er einki notat-politi, sum heldur eyga við hesum — tað vænta vit, at tú, kæri valdspersónur, dugir at umsita. Nógvar av hesum reglunum eru eisini fyri at tryggja, at eingin einstakur persónur gerst ov valdsfullkomin. Tí tá tú hevur vald, so er tað lætt, at tú umsitur hetta valdið til fyrimuns fyri onkran, sum tú heldur eigur at fáa fyrimun, og harvið brýtur prinsippið um, at vit øll eru líka fyri lógini.

Og júst hatta seinasta er eitt evni, sum vit á Frihedsbrevet hava brúkt nógva tíð upp á. Vit hava sagt nógvar søgur um mál, sum potentielt kunnu seta býráðslimir ella teirra nærmastu til fyrimuns fram um onnur í samfelagnum. Vit hava sagt søgur um notatskyldur, sum ikki verða hildnar, um politisk ynski at veita útvaldum felagsskapum risa stuðul og um undrunarverda fyrisiting í sambandi við parkeringsbøtur.

Skuldi eg reksað allar søgurnar upp, sum vit hava gjørt við hesum felags yvirskriftum, ja, so vildi hesin telduposturin blivið ólesiligur. Tí tað er ofta, at vit við regluni um alment innlit og eftir at vit eru tippað av onkrum lesara/lurtara, kunnu finna fram til ivasamar politiskar avgerðir, sum koma onkrum valdshavara til góðar. Ikki bara í Havn, men um alt landið.

Men hvat hendir, tá ið t.d. notatskyldan ikki verður yvirhildin? Hvat hendir, tá ið loyniligir, óskrásettir fundir verða hildnir, sum hava avgerandi týdning fyri eitt mál, men sum einki orð finst skrivað niður um?

Well. Tað er brot á alt møguligt, kanst tú ivaleyst rokna út. Og tað segði Sólja í Ólavsstovu, fyrrverandi løgtingsins umboðskvinna, í fyrsta parti av Fregnartænastan — okkara nýggja poddvarps-magasini, sum byrjaði í farnu viku. Tað snúði seg nevniliga um ivasamar avgerðir og valdið á Vaglinum í Havn. Tí burdi tú lurtað eftir — tú finnir tað undir “poddvarp”.

 

 

Um tú skuldi ivast, kæri lesari, so er orsøkin til, at vit journalistar fáa innlit eftir einari lóg um alment innlit ikki, at eg skal nøkta mítt forvitna lyndi, so eg havi okkurt at skriva um og annars slatra um í bindiklubbanum.

Tað er hinvegin tí, at journalistar eru settir í verðina fyri at siga tær frá tí, sum valdshavararnir í samfelagnum gera, ikki gera, burdu gjørt ella burdu latið vera við at gjørt. Eg haldi, at tú skal vita, tá ið tínir fólkavaldu politikarar ikki yvirhalda fyrisitingarlógina ella onkra aðra týðandi lóggávu.

Hóast einki notat-politi er, so ert tú politiið, kæri lesari, tí tað er tú, sum skal døma um gerðirnar hjá teimum valdsmiklu, tá ið hesi aftur skulu á vágskálina. Og tá vil eg tryggja mær, at tú veitst alt tað, sum vit vita ella sum vit kunnu finna útav.

Í næsta parti av Fregnartænastuni skulu vit tosa um manningarfeløg og fakfeløg og um at hava seráhugamál, samstundis sum tú skalt umboða tínar limir. Gongur tað? Tað spyrja vit m.a. Ingeborg Winther, fyrrverandi fakfelagsforkvinnu um í Fregnartænastuni seinni í vikuni.

Lat meg so undirstrika, at allar hesar søgurnar um ivasamar viðgerðir av øllum hugsandi málum, høvdu neyvan komið fram, um ikki vit høvdu so raskar lesarar og lurtarar, sum hvønn dag tippað okkum um, hvar vit skulu hyggja. Takk fyri tað og haldið endiliga fram við tí! 🙂

 

Brotsvarpið — úr Føroya rætti 

 

Tað grør um gangandi fót á Frihedsbrevet. Sum tú helst hevur varnast, er gløggi og hvassi pennurin hjá Rólanti Waag Dam aftur virkin hvønn fríggjadag í Frí Mentan 2.0 — okkara vikuliga mentanartíðindabræv, sum vit senda til teirra, sum skriva seg upp til tað. Tað fór í dvala eina tíð, men fleiri av okkara limum hava spurt eftir at fáa tað aftur, og tí er tað nú komið afturíaftur í nýggjum, dagførdum hami. Tú kanst skriva teg upp til tað á heimasíðuni og ovast í høgra horni finnur tú nakrar valmøguleikar m.a. “tíni tíðindabrøv”, har skalt tú seta flugubein í “frí mentan”, so fært tú tað beinleiðis á teldupostin.

Umframt hetta tíðindabrævið og nýggja magasinið Fregnartænastan, almannakunngera vit eisini eitt nýtt poddvarpsmagasin hesa vikuna, sum eitur Brotsvarpið. Sum navnið kanska avdúkar, so er tað eitt magasin um tað, sum gongur fyri seg í kriminella heiminum.

Vit fýra journalistar á Frihedsbrevet fylgja vikuliga við, hvat hendir í Føroya rætti og Eystara landsrætti, vit lesa skjølini, tosa við tey íblandaðu í málunum, við advokatar og ákærar og royna at koma so tætt einstøku málunum, sum vit kunnu. Tað fara vit at gera til eitt poddvarpsmagasin.

Fyrsti partur kemur longu í kvøld — hann er um aktuella málið um løgreglumannin, sum er ákærdur fyri at hava forbrotið seg móti fleiri ungum kvinnum. Í morgin kemur so næsti partur, tí tveir dagar eru settir av til hetta málið, sum vit sjálvsagt eru til og siga tær frá. Seinni í kvøld kanst tú tí tendra Brotsvarpið og hoyra fyrsta part.

 

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo