Fría Barbara #51: Hvar fara serskøltarnir nú?
Kæri lesari,
Nú eg setist við tastirnar, havi eg júst fingið armarnar niður eftir ófatiliga hondbóltsavrikið leygarkvøldið, sum fær sjálvt tann ítróttabýttasta journalistin í landinum at rópa og geyla frammanfyri sjónvarpinum, og tað veit den, um eg ikki gjørdi tað sama í kvøld.
Men í millum stoltleikan av at hava spælt seg til eitt endaspæl og so at fáa stig, er tíðin hjá mær annars fylt við øllum øðrum enn stoltum og heitum kenslum um samfelagið, sum vit búgva í.
Tí meðan dugnaligu leiklistafólkini í Det Ferösche Compagnie í næstum fara til London at siga søguna um Lykken, sum varð sendur av landinum til Rødbygaard, tí har fóru “serskøltarnir” tá, ja, so siga vit í Frihedsbrevet í hesum døgum eina aðra søgu um føroyingar, sum í nútíðini eru sendir av landinum til tey støð, har “serskøltarnir” nú verða sendir.
Nevniliga danskar kostskúlar.
Og longur vit kava niður í hesa søguna, verri verður hon.
Eg skal erligt viðganga, at í tí fyrstu longu tíðini av hesum arbeiðinum trúði eg ikki reiðiliga upp á hesi ungu fólkini.
Eg hugsaði, at “tit hava garanterað upplivað nógv, men alt hatta kann snøgt sagt ikki passa”.
Ein søga, sum eg ikki ætlaði at taka við, tí eg helt hana vera næstan ótrúliga uttan nakra skjalfesting, er í dag blivin váttað og verður við í næsta partinum av Kostskúlabørnunum.
Søgan er í stuttum, at Durita Simonsen úr Havn varð álopin av fleiri øðrum gentum á einari tokstøð á veg aftur á kostskúlan í Sønderjyllandi í mai 2010, eftir at hon hevði verið og reikað runt Danmark enn eitt vikuskiftið. Tað gjørdi hon javnan, tí kostskúlin varð stongdur umleið annaðhvørt vikuskiftið, og hóast Barnaverndin hevði sent hesa gentuna av landinum, ja, so hevði Barnaverndin einki boð upp á, hvar hon skuldi vera um vikuskiftini. Og tá tú sambært myndugleikinum hevur so nógvar avbjóðingar, og tú tí má sendast til Danmarkar í fleiri ár á kostskúla, hví er tað akkurát, at tú ikki nýtist at hava nakrastaðni at fara annað hvørt vikuskiftið?
Aftur til tokstøðina: Durita fekk eina brotna fløsku í nakkan, og fór aftur á skúlan við blóði um allan ryggin. Men tað stendur ikki eitt orð um hetta í skjølunum frá kostskúlanum ella Barnaverndini í Havn. Ikki eitt einasta.
So hvussu vita vit, at tað passar? Ja, út yvir arrið sjálvt, so síggja vit tað í sjúklingajournalini frá donsku skaðastovuni, har Durita mátti fara einsamøll, eitt samdøgur aftaná. Og lat meg so leggja aftrat, at hetta eru minni enn 14 ár síðani. Og tað hendir enn í dag, at føroysk børn verða send til danskar stovnar.
Hvat heldur tú um tað, kæri politikari, valdshavari ella ábygdarpersónur?
Meðan tú fegnast um føroyska stoltleikan í Berlin, kanst tú so erligt siga, at vit kunnu vera eins errin av, hvussu vit fara við okkara “serskøltum” í dag?
Fara vit aftur at síggja ein hjartanemandi leik frá veruleikanum um nøkur ár, sum sigur søguna um tey føroysku børnini, sum samfelagið ikki skoytti um og tí bara eksporteraði?
GG! Um tú veit nakað um føroyingar — børn ella vaksin — sum verða send av landinum til danskar stovnar, so ert tú meira enn vælkomin at seta teg í samband við meg, eins og fleiri longu hava gjørt. Tí hetta er eitt evni, sum vit ikki ætla okkum at sleppa.
Tað eru nú fýra partar komnir út av poddvarpsrøðini Kostskúlabørnini. Fimti partur kemur mikudagin, og sætti og seinasti partur í næstu viku. Eg haldi, at tú burdi hoyrt søguna um, hvussu føroyska samfelagið fer við teimum, sum hava tørv á hjálp frá systeminum…
Hoyr fyrstu fýra partarnar nú á heimasíðuni og appini undir “poddvørp”.
Politisk gullkorn
Lat meg so enda við tí, sum eg byrjaði við: føroyska hondbóltsævintýrinum. Tað er okkurt elskuligt við, at øll valdselitan í Føroyum innan so at siga allar geirar er nú í Berlin og heppar í matchandi t‑shirtum, brølandi til Eros og føroyskum rappi í upphitingini.
Minni elskuligt er tað at lesa tey politisku gullkornini, sum summir av okkara topp-politikarum velja at ríka tjóðina við.
Sum t.d hesar háfløktu tankarnir frá fyrrverandi løgmanni og núverandi borgarstjóranum í Havn.
Eg vænti Elias og teir eru rørdir til társ av hasum báðum lesarabrøvunum á øllum portalum…
Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vita, so kanst tú senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com.
Takk fyri, at tú las við.
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.