Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Nú eg siti og skrivi hetta, er buldur og brak uttanfyri vindeyguni í húsunum í Vági, her eg havi hildið jól. Eftir ætlan skuldi eg fara norð um morgunin 2. jóladag, men tað varð av ongum, tí Smyril avlýsti ferðina orsakað av stormi.
Sum øll onnur stákaðust vit um 17–18 mundið jólaaftan, við at fáa dunnuna til høldar, so stóra átiveitslan kundi byrja. Men áðrenn dunnan var klár at skræða sundur, slóknaði alt ljósið í húsinum – alt ljósið í bygdini. Tað kom tíbetur aftur innan alt ov leingi, so vit fingu okkurt at eta kortini. Og 1. jóladag, tá vit skuldu gera klárt til enn eitt átigildi, fór vatnið, so vit fingu hvørki kókað te ella vaskað upp.
Soleiðis kann tað ganga. Men tað ger tað sjáldan í Havn, havi eg hug at siga?

Vell, eg sleppi helst til Havnar fyrr ella seinni.

“Tað er so hugnaligt at ljósið er farið”, segði eitt av børnunum í familjuni jólaaftan, tá vit einki annað kundu gera enn at sita og práta við stearinljósunum frá. Also tað vælsignilsi at búgva í einum landi, har tað er “hugnaligt” tá streymurin fer, og tað er jú tí, at vit vita, at hann kemur aftur — ivaleyst sera skjótt.
Men soleiðis er tað ikki í stórum pørtum av verðini. Meðan vit kanska irriterast um, at okkara vælferðartænastur svíkja eina løtu, so at vit noyðast at broyta okkara ætlanir, so eru tey nógv í Ukraina t.d., sum líða undir einum kollapsaðum samfelag, har einki er ein sjálvfylgja longur.
Meðan vindurin leikar í kann eg ikki lata vera við at hugsa um tey mongu — bæði í Ukraina og í USA, sum í hesum døgum berjast ímóti ótolandi veðurvánum og doyggja sum flugur í kuldanum. Vit kunnu ikki tilláta okkum at grenja her heima í Føroyum.
Men vit kunnu hinvegin fegnast um, at nýggja landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, lovar bindandi veðurlagsmál fyri, hvussu nógv vit skulu minka um útlátið. Nú fáa vit at síggja, um hon hevur undirtøku fyri tí, men so mikið lovaði hon í samrøðu við portal.fo beint áðrenn jól.

Systkin og gegni 

 

“Her í Føroyum risikera vit at hitta tann vit umrøða í Bónus um kvøldið”, plaga journalistar at taka til, tá vit skulu umrøða umstøðurnar, sum vit arbeiða undir. Tí tað er tætt millum okkum øll, og tí koma vit í støður, sum journalistar í størri londum ongantíð koma í – t.d. at enda í barnaføðingardegi við einum, sum vit hava viðgjørt í miðlunum. Tað hevur ongantíð órógvað meg nakað serligt, tí eg haldi tað eg geri hevur týdning fyri samfelagið – og tí er mín naiva fatan, at tað bilar einki, um tað er óbehagiligt í løtum.

Men síðani 22. desember eri eg komin í eina aðra støðu. Beiggi mín, Dennis, er nú landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálum.
Tað merkir kanska, at hóast eg kundi funnið uppá at øst meg inn á Smyril ella at borið yvir við Strandferðsluni fyri, at eg ikki sleppi til Havnar, sum eg ætlaði, so kann eg hvørki finnast at ella rósa Strandferðsluni, tí beiggi mín varðar av tí. So høvdu tit ivaleyst havt orsøk til at hugsa – sigur hon hatta, tí beiggi hennara vil byggja ein Suðuroyartunnil ella – sigur hon hatta, tí beiggi hennara varðar av Strandferðsluni, og hann ikki fiksaði problemið? So eg sigi einki annað enn – at eg eri strandað, og soleiðis er tað. Júst samferðslumál kann eg uttan iva liva við, at ikki kunna viðgerða næstu fýra árini.

Men fyri meg er tað munandi verri, at eg ikki kann skriva um fiskivinnuna. Tí júst fiskivinnan hevur verið tað, sum eg havi arbeitt við í fleiri ár – og havi gravað í nú í fleiri ár. Summar søgur hava verið sagdar, tá eg var í Kringvarpinum, aðrar havi eg ætlað mær at sagt tykkum, lesarunum av Frihedsbrevet. So hvat er til ráða at taka?

Fyrst og fremst er støðan tann, at Jan Lamhauge fer at yvirtaka tað, sum hevur við sjálvt Fiskimálaráðið at gera.

Harnæst havi eg sjálv arbeitt við at grava í viðurskiftum á Vørn seinasta hálva árið ella so, og tað ætli eg mær at siga tær, hóast beiggi mín varðar av Vørn. Tað geri eg, við at siga søguna sum vant, og samstundis prógva í greinunum, at eg havi also søkt um innlit í summar einaferð, og tí hevur hetta arbeiðið als einki við Dennis at gera.

Hvat hendir víðari enn tað, mugu vit á redaktiónini taka støðu til. Um eg skal als einki gera við aðrar søgur, sum eg sjálv og Jan Lamhauge hava gravað í í fleiri ár, ja tað mugu vit meta um, tá tær søgurnar nærkast at vera búnar at siga.
Sum eg segði í seinasta poddvarpinum við heitinum Frímælt: Sirka tað ringasta, sum kann henda fyri ein journalist, sum hevur gravað í fiskivinnuni í fleiri ár er, at beiggi hennara gerst fiskimálaráðharri. Tað er nú eisini nokso dunnuhyljakent, má eg siga.
Men soleiðis er tað – soleiðis eru Føroyar, og vit mugu navigera rundan um tað. Um tú, kæri lesari, fert at ivast í, hví eg skrivi ella miðli sum eg geri, so mást tú siga frá. Okkara trúvirði er ikki í okkara egnu hondum — tað er til eina og hvørja tíð móttakarin, sum eigur avgerðina. Og júst trúvirði okkara er tað, sum er ovast á mínum raðfestingarlista.

Árið, ið fór

Soleiðis sá Fólkaflokkurin út fyri einum ári síðani. 

Nú 2022 er farið at halla, eru fleiri søgur, sum renna mær til hugs. Á politiska pallinum hevur hetta verið eitt sermerkt ár við tveimum valum í úrtíð, sum hevur leitt til, at Anna Falkenberg tók plássið hjá Edmundi Joensen á Fólkatingi, og stjórnarskifti hevur verið í Føroyum.
Fólkaflokkurin eigur prísin fyri mest rumbul í árinum. At skifta floksformann er sermerkt. At tað er ein formaður, sum einans hevur sitið átta-níggju mánaðir er enn meira sermerkt, og at hann so ger tað, tá løgtingsval er útskrivað, er at kalla óhoyrt. Men tað var tað sum hendi, tá ið Christian Andreasen takkaði fyri seg fyri kortum, og Fólkaflokkurin syndraðist í byrjanini av valstríðnum. Tað gjørdi tó ikki so nógv, tí flokkurin fekk kortini hálað seg upp á 6 tingfólk, púra óvæntað í døgunum aftaná formansskiftið.

Skrappar kvinnur síggja vit hvønn dag í Føroyum, og ein søga, sum rennir mær til hugs í hesum sambandi, er søgan um Golden Maps – myndamappuna, sum ferðaðist runt millum teldur í Føroyum, har privatar myndir av føroyskum kvinnum vóru at finna. Orsøkin til, at tað festi seg er, at tað vóru tríggjar kvinnur, sum fyrr í ár stillaðu seg fram í Degi og Viku, og frásøgdu sær alla skomm av hesari myndamappu. Takk og lov fyri djarvar kvinnur, sum tora at bróta mynstrið.

Av øðrum tingum er eitt evni, sum eg havi hugsað eitt sindur um í seinastuni, men sum ikki endiliga er høvuðsyvirskriftin fyri 2022: Korona. Tí nú korona er farið í bakspegilin, eri eg farin at hugsa um fokusið hjá okkum journalistum í koronatíðini. Og hvussu skjótt vit øll brutu við alla grundleggjandi menniskjaligheit, tá vit isoleraðu okkum, okkara eldri, lótu summi doyggja púra einsamøll í verðini, tí vit máttu ikki síggja tey, vissi nú korona fylgdi við okkum inn á ellisheimið ella sjúkrahúsið. Í dag tykist tað mær absurd, at vit komu so langt út, so skjótt, at vit heldur vildu hava eldri fólk at doyggja einsamøll, enn at risikera at smitta onkran við korona. At doyggja einsamallur – er tað ikki ræðslan hjá okkum øllum? Og hví er tað, at vit (eisini eg) vóru ógvuliga kritisk, tá ið politikarar ikki vildu stongja landamørkini?
Áttu vit ikki at havt sett fleiri spurnartekin við skerda frælsið, sum hóast alt var innført í samfelagið?
Eg veit ikki – eg eri ikki liðug at hugsa um tað, men eg haldi hetta er eitt evni, sum vit eiga at eftirmeta. Eg var sjálv sera atfinningarsom um, at myndugleikarnir ikki vardu okkum føroyingar betur, við at stongja landamørkini.
Og sjálvandi var tað av ótta fyri, at onkur føroyingur skuldi doyggja óneyðugt av korona. Vit vóru jú øll so bangin um tað mundið.
Men hvussu lítið skal til fyri at øll fólk gloyma grundleggjandi menniskjaligheit og beinleiðis berjast ímóti frælsi hjá tí einstaka? Og hvussu læra vit í felag at takla slíkar støður betur í framtíðini?

Styrkin í einari menniskjaligari rødd

“Hetta málið hevur verið sum tongul í brimi nú í fimm og eitt hálvt ár, og tað er stór vanærilig skomm fyri føroyska samfelagið og fyri fólkakirkjuna, so nú er gott, at vit eru komin hartil, at vit hava fingið loyst hetta málið”, Jógvan Fríðrikson, bispur, í Degi og Viku 23. desember. 

Okey – eg viðgangi tað blankt. Eg havi eitt monster crush á bisp. Næstan hvørjaferð bispur sigur nakað, so gerist eg nærmast rørd av tí. Ikki tí eg neyðturviliga eri størsti kirkjugangari í landinum, men tí, at bispur hevur eina savnandi megi, sum eg haldi hann gagnnýtir á ein virðiliga hátt.
T.d. tá hann Tollaksmessudag segði í Degi og Viku, at leiðslan í fólkakirkjuni hevði tosað saman hendan dagin – nú nýggi landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen fór til arbeiðis handan fyrsta dagin eftir hann var settur, og sendi boð til fólkakirkjuna um at orna málið um sammøður – og bispur gjørdi greitt, at tað er stór vanærilig skomm fyri føroyska samfelagið, at vit ikki hava givið samkyndum tey rættindi, sum sjálvandi eru ávegis, nú hjúnabandslógin varð broytt fyri nøkrum árum síðani.

Og júst hatta haldi eg bispur hevur sagt fleiri ferðir. Bispur hevur – sum høvur Fólkakirkjunar – verið virðiligur, menniskjaligur og fortalari fyri, at samkynd fáa somu rættindi sum onnur í samfelagnum. Tá hjúnabandslógin varð broytt gjørdi bispur bart og segði, at eingin borgarliga vígdur kann verða signaður í kirkjuni framyvir – júst fyri at tryggja, at øll hava somu rættindi í kirkjuni, samkynd ella ikki.

Orsøkin til, at eg verði rørd er, at eg kann ímynda mær, hvønn týdning tað hevur fyri tey fáu, sum eru rakt av t.d. sammóðurmálinum, at biskupur stendur í sjónvarpinum og sigur hesi orðini. Tí fyri okkum onnur er hetta einamest eitt kjakevni, men fyri nøkur fá í samfelagnum, er hetta teirra lív. Og tá má tað hava týdning, at Jógvan Fríðriksson sigur, sum hann sigur.

Hendan vikan á Frihedsbrevet

Í dag er poddvarpið Klaksvíkssyndromið komið út á síðuna. Tú finnir øll okkara poddvørp við at trýsta á knøttin “poddvørp”. Hugtakið Klaksvíkssyndromið snýr seg ikki um Klaksvík – men hevur sín uppruna í Klaksvíksstríðnum. Hugtakið er sambært Jørn Astrup Hansen væl kent handan politisku leiktjøldini í Danmark.
Tað lýsir ein ótta fyri at blanda seg í føroysku viðurskifti. Hendan røðin er í tveimum pørtum. Fyrst taka vit útgangsstøði í, hvussu Klaksvíkssyndromið vísti seg í kreppuni í 90’unum, og síðani hvussu tað sæst í samfelagnum í dag.
Eg haldi tú má lurta eftir Klaksvíkssyndromið, tí hetta er also í botn og grund ein fín frágreiðing um, hví danska ákæruvaldið í Føroyum ikki lyftir hond frá síðu í málunum móti stóru reiðaríunum, sum vit hava hoyrt so nógv um.

Umframt tað, so hava vit nakrar søgur ávegis til tín hesa vikuna.
Millum annað, fara vit at siga søguna um tey, sum eru trælir í einari læstari skipan. Og vit hyggja eftir einum dómara í Føroya Rætti, sum hevur eitt heldur litríkt ár aftanfyri seg. Frímælt og Klubb33 eru á skránni, sum vant, mikudag og fríggjadag.

Í Klubb33 kaga vit nærri niður í eitt aktuelt politiskt evni og í Frímælt kjakast vit um aktuell viðurskifti, eins og vit líta aftur á árið, ið fór. Hetta er ársins seinasta tíðindabræv frá mær.

Vit á Frihedsbrevet fara buldrandi inn í 2023, við fleiri søgum, sum vit hava arbeitt við leingi. Gleð teg til tað!

Eftir hjá mær er bara at ynskja tykkum eitt gott nýggjár.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri 
Frihedsbrevet.fo