Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari

Fyrst av øllum. Gleðilig jól! Eg vóni, tú hevur notið friðin og enn ger tað, nú jólahøgtíðin er yvir okkum.

Tann árvakni lesarin hugsar kanska, at nú er eitt sindur síðani, at eg havi hvest mær pennin í hesum formatinum. Tað eru tað tvær orsøkir til. Annað og ymiskt hálvprivat sum sjúka, ferðing o.a. skal eg ikki keða teg við. Tað meira áhugaverda botnar í, at eg og vit hava brúkt hvørja virkna løtu seinastu tíðina upp á eina søgu, sum vit sera fegin vilja siga tær nú.

Og tað er orsøkin til, at eg nú setist við tastirnar aftur og komi úr dvala fyri at banka á hesar trummurnar og siga – spíska tíni oyru, tí her er nakað, sum tú mást hoyra.

Lat meg so byrja hetta skrivið við tí. Tí tað er ein søga, sum vit hava arbeitt við í nógvar mánaðir. Tað eru vit á Frihedsbrevet í Havn og so nøkur á Frihedsbrevet í Keypmannahavn, sum hava arbeitt við hesari søguni í gjøgnum langa tíð.

Tað er ein søga um nøkur føroysk børn, sum føroyskir myndugleikar senda til Danmarkar á kostskúla tí tey stríðast heima við hús og í heimbýnum/bygdini, og vit ongastaðni hava at senda tey í Føroyum.

Tí senda vit tey til Danmarkar upp á landsins besta – summi av hesum ungu “problembørnunum”, sum vit ikki vita, hvat vit skulu gera við.

Men tey, sum fylgja væl við í donskum miðlum vita, at tað er ikki altíð, at lívið er “lutter idyl” á donskum kostskúlum. Gøla oman á gølu hevur leitt til, at summir kostskúlar seinastu árini eru stongdir í Danmark, at aðrir hava mist eitt ótal av næmingum – ein skúli hevur enntá mist øll tey kongaligu børnini orsaka av einari avdúking um júst harðskap, happing og tað, sum verri er.

Fyri einum lítlum ári síðani fingu vit á Frihedsbrevet illgruna um, at tað ikki bara eru donsk børn, sum hava merkt sviðan av ruðuleikanum á donskum kostskúlum. Vit funnu út av, at umleið 200 kilometrar frá fína kostskúlanum, sum ikki longur hýsir kongaligum børnum, er ein annar kostskúli – knapt so fínur – sum hevur hýst fleiri føroyskum børnum.

Á tí skúlanum eru ting hend, sum tú ongantíð vildi hugsað tær til kundu henda á einum skúla.

Hetta er søgan, sum eg má bróta jólahøgtíðina av fyri at siga tær í dag. Í morgin byrja vit nevniliga eina poddvarpsrøð við heitinum Kostskúlabørnini.

Fyrstu tveir partarnir koma í morgin tíðliga.

Í teldupostinum, sum tú hevur fingið, finnir tú fleiri viðmæli av greinum og poddvørpum, sum eru komin síðani seinast eg skrivaði Fría Barbara. 

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, kanst tú altíð senda okkum ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com

 

Takk fyri tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo