Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Fyrst av øllum — set kross í kalendaran nú mikukvøldið, altso 15. november. Tí tá er Blábar á Niels Finsensgøtu í Havn karmur um eitt forfólkaorðaskifti, og tú ert boðin við. Frihedsbrevet.fo skipar nevniliga fyri einum forfólkakjaki hetta kvøldið. Hví? Ja, tí tað er snøgt sagt nógvir spurningar, sum hava tørv á at verða settir, nú politiska landslagið milt sagt er buldraligt.

Øll forfólkini hava boðað frá luttøku, og tí vera tað Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Ruth Vang og Jenis av Rana, sum fara at kjakast um heitu politisku evnini, sum gera um seg í hesum døgum.

Tað stundar til, at tað er eitt ár síðani, at føroyingar seinast fóru á løgtingsval. Og tað merkir so eisini, at tað er eitt ár síðani, at Frihedsbrevet.fo sá dagsins ljós og vit skipaðu fyri okkara fyrsta politiska orðaskifti — nevniliga í Oy 1. desember í fjør.

So, næst av øllum, má eg reypa og fegnast eitt lítið sindur. Eg veit, at eg havi sagt tað fyrr, men eg má siga tað aftur — eg eri so sera takksom fyri, at móttøkan hjá Frihedsbrevet hevur verið so góð. So at siga hvønn dag hetta lítla árið hava vit fingið nýggjar limir, og tað merkir, at vit eru komin so mikið væl áleiðis, at vit hava ætlanir í nærmastu framtíð um at víðka um okkara virksemi. Tað skal eg nokk siga tær frá seinni.

Stuttligast av øllum hevur verið at upplivað, hvussu nógv tipp eru komin inn við telduposti, vanligum posti, uppringingum, boðum á sosialu miðlunum o.s.fr. Tað er upp í leypar av søgum, sum koma frá okkara limum. Og lat meg so siga, at hóast títt tipp enn ikki er blivið til eina søgu, so er tað ikki neyðturviliga tí, at vit hava valt tað frá. Vit hava satt at siga bara so sera nógvar søgur á borðinum, sum vit royna at kanna og viðgera, fyri so at siga fyri tykkum øllum. Hevur tú eina, sum tú enn ikki hevur sagt okkum, so kom endiliga við henni — hon kemur eisini við á redaktiónsfund!

Um eg nú skal vera heilt erlig, so var eg rættiliga fjálturstungin um hetta mundið síðsta ár, tí eg visti ikki við vissu, um tað bara vóru vit trý, sum hildu, at tað er tørvur á hesum slagnum av journalistikki í Føroyum. Og tað nevni eg nú, tí júst hetta við hesum stóra áhuganum fyri at tippa okkum um søgur sigur mær so mikið sum, at vit eru ikki einsamøll við tí fatanini, at gravandi journalistikkur, sum ikki er bangin fyri at spilla tann hyggeliga stemningin, er neyðugur — eisini í Føroyum. Tað ber okkara støðugt vaksandi haldaratal eisini boð um!

 

 

Kringvarpið nýggjan tíðindaleiðara
Sum tit ivaleyst hava lagt til merkis, so hevur Kringvarp Føroya fingið nýggjan tíðindaleiðara. Katrin Petersen loysir Georg L. Petersen av, og vit ynskja henni til lukku við starvinum og vælafturkomnari í bransjuna. Katrin Petersen, sum áður hevur arbeitt á eitt nú Dimmalætting og verið virkandi tíðindaleiðari, redaktørur, vertur og journalistur í Sjónvarpi Føroya, hevur seinastu árini ikki arbeitt beinleiðis við journalistikki. Men vit eru mong sum minnast hana sum ein fakliga sterkan journalist, ið var bæði djørv og ikki smæddist kjak og konfrontatiónir. Í so máta hava vit orsøk til at gleða okkum. Harnæst hevur hon leiðslu- og aðrar samskiftisroyndir, sum fara at koma henni til góðar í nýggja starvinum. Tað ber sjálvandi ikki til at síggja burtur frá teirri sannroynd, at hon kemur beinleiðis frá einum starvi sum samskiftisfólk hjá Tjóðveldi í starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya. Tað gevur sjálvandi ávísar avbjóðingar, tað skal eg vera tann fyrsta at viðganga, men tað er samstundis besta høvið til at mótprógva møguligar fordómar.

Katrin Petersen tekur við starvinum 1. januar, vit vóna, at tað fer at gangast henni væl í nýggja starvinum. Eisini gleðast vit um, at hon ikki tekur við tíðindaleiðarastarvinum og sum tað fyrsta endurtekur søguna um, at Kringvarp Føroya er ein stovnur, sum er so fíggjarliga sperdur, at einki ber einki til. Tann møguleikan fekk hon, altso at kæra sína neyð, í útvarpstíðindunum leygarkvøldið. Katrin Petersen svaraði, at soleiðis hevur tað altíð verið, og at soleiðis er tað á so nógvum arbeiðsplássum, men tað ber til at gera ymiskt við at flyta eitt sindur runt og at blanda kortini eitt sindur øðrvísi. Takk fyri tað svarið, tillukku við starvinum og bestu eydnu.

 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Vit byrjaðu vikuna við einari grein um kanska tað mest umrødda málið í ár — nevniliga Pitsamálið hjá Farhatsa Pizza — yvirskriftin er: Pitsamálið koppað á høvdið: “Eg leyg um Farhat”
Í morgin kanst tú hoyra eitt politiskt kjak millum Ruth Vang og Beinir Johannesen — tey fara at skifta orð um ætlaðu skattaumskipanina hjá samgonguni.
Hósdagin kanst tú hoyra politiskt formansorðaskifti, sum verður upptikið á BláBar. Gleð teg til aðrar søgur, avdúkingar og uppfylgingar í vikuni, sum júst er byrjað.

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit eiga at vita ella grava í, so er bara at senda ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com

 

Takk fyri tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo