Fría Barbara #45: Er nakar vaksin í rúminum?
Kæri lesari,
Meðan øll tosa um verkfallið og sjúkrahúsverkið, havi eg seinastu dagarnar eisini brúkt mína tíð upp á eitt annað evni. Eitt minni evni absolutt, men kortini eitt evni, sum eg haldi, hevur týdning. Nevniliga málið um eina lítla, serstaka samkomu í Føroyum, sum av summum verður rópt rættiliga víðgongd. Hon eitur Nardus, varð stovnað av norska prædikumanninum Torkild Terkelsen í 80’unum og hevur síðani havt deildir í Norra og í Føroyum.
Hendan samkoman er heldur øðrvísi enn aðrar. Kvinnan skal vera feminin og maðurin maskulinur, siga tey. Fyri mangar kvinnur hevur tað havt við sær, at tær einans kunnu ganga í niðurdeili og ikki mugu klippa hárið. Trýeinigheitslæran er skeiv — tí skulu fólk doypast í Jesu navni eina, spyrt tú Nardus. Og tey møtast at kalla á hvørjum ári um summarið, til árligu summarstevnuna.
Men í 2021 var hendan summarstevnan ikki, sum hon plagdi. Tí hesa ferð vóru tey fleiri, sum høvdu hoyrt nóg mikið, og tí vendu samkomuni og ovasta prædikumanninum bakið. Tað, sum tey høvdu hoyrt, vóru fleiri søgur frá kvinnum um óhóskandi seksuellan atburð frá ovasta prædikumanninum.
Og hóast hann ikki er dømdur, og flestu søgurnar liggja langt afturi í tíðini, ja so vóru tær kortini so sannførandi, at fleiri familjur, hvørs menn hava verið elstaráðslimir, vendu samkomuni bakið. Men tað gjørdi samkoman í Føroyum ikki.
Maðurin sjálvur vísir flestu ákærum aftur, men hann hevur viðgingið sumt, sum ikki er ólógligt, men kanska moralskt ivasamt fyri ein prædikumann. Ein grein kom út um Nardus í gjár. Í vikuni kemur meira tilfar um hesa somu samkomu. Veitst tú nakað um Nardus — send mær endiliga ein teldupost.
Verkfall og mannalív
Enn einaferð vóru vit í farnu viku vitni til, at vantandi evnini at leggja til rættis fram í tíð, eru orsøk til enn eina pínliga politiska afferu.
Í kjakinum um øll prinsippini um frælsa arbeiðsmarknaðin øðrumegin og fíggjarligt haldføri hinumegin, krýddað við tosi um avleiðingarnar av áratúsund av patriarkalskum samfelagsstrukturi, tykist mær sum, at prinsippini — um enn umráðandi — hava skuggað fyri vanligum viti og skili.
Tí hví kunnu vit koma hartil, at tað er ótrygt at vera sjúkur ella veikur í Føroyum, tí tvær frískar kvinnur á odda fyri hvør sínum valdsapparati ikki blíva samdar um eitt prosenttal?
Og lat meg so líka undirstrika — tað var tað, sum almenna fráboðanin var frá sjúkrahússtjóranum. Hann vildi ikki taka ábyrgd fyri trygdini, sum støðan bleiv. Eg gangi her út frá, at tað, sum hann sigur, er faktuelt rætt.
At tað kann koma so langt, haldi eg, er uttan fyri alt sømiligt mark. Tí tá stjórin á sjúkrahúsinum rópar varskó, so setir tað ein skelk í eina rúgvu av sjúkum fólkum og teirra avvarðandi, sum tá eru púrasta til reiðar at sleppa øllum arbeiðsmarknaðar prinsippum ella vónum fyri avlopi á fíggjarlógini afturfyri trygdini fyri, at tey fáa neyðugu hjálpina.
Uttan iva skilja vit øll somul, at problematikkurin í hesari ítøkiligu støðuni er fløktur, samansettur og byggir m.a. á nógv áratíggju av royndum, skeivum avgerðum og vunnum rættindum. Og her eru nógvir ymiskir vinklar í hesum kjakinum — allir umráðandi fyri okkara samfelag.
Men ein træta kann ikki og skal ikki ganga so harðliga út yvir tey sjúku og veiku í hesum landinum, at tað gerst vandamikið. Tá tað ger tað, tá má onkur vera tann vaksni í rúminum og finna ein nýggjan máta at gera tingini uppá, tí hetta trumfar øll onnur atlit.
At fleiri hundrað føroyingar mugu bíða eftir viðgerð til næsta ár, er ringt nokk í sær sjálvum — at tað kann koma har til, at trygdin ikki er í lagi, kann ikki góðtakast.
“At gloyma eins egna endamál, er tann vanligasti formurin fyri fávitsku” — Friedrich Nietzsche, týskur filosoffur.
So: Fáið nú gjørt eina avtalu um, hvørjar funktiónir mugu virka í landinum til eina og hvørja tíð, og fáið so tað at rigga framyvir. Ja, tað kostar og smakkar helst nógvum illa. Men hesa viðferð hevur eingin sjúklingur í Føroyum uppiborið.
Nú vit eru her — hoyr kjak um verkfallið og tey stóru prinsippini í Frí Mikrofon — Ingolf S. Olsen og Marita Rasmussen kjakaðust í farnu viku, áðrenn Løgtingið blandaði seg í trætuna.
Frihedsbrevet hesa vikuna
Hesa vikuna byrjaðu vit sum nevnt við Nardus, og Nardus verður eitt evni, sum vit fara at hoyra meira um hesa vikuna.
Vit hava eisini kava longri niður í málið um SEV og málið um útbjoðingina. Í morgun er ein grein komin út um tað — hon eitur “Stríð um útbjóðingina av pumpuskipan: Eigararnir krevja eyka aðalfund”.
Í morgin kemur eitt poddvarp um Nardus, seinni í vikuni tosa vit um fótbólt og politikk, men sum so mangan áður fáa vit ikki sagt tær so nógv meira enn.
Hevur tú nakað, sum tú heldur vit eiga at vita ella grava í, so er bara at senda ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.