Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Kennir tú hasa kensluna, tá ið mann ikki ordiliga tímir at rudda ella støvsúgva og hugsar “gotter, eg leggi einki í!”, og so kemur onkur á vitjan, og við eitt leggur mann rættiliga nógv í og er faktiskt eitt sindur flovur av, at onkur annar skal síggja sítt órudd?
Eitt sindur soleiðis hevði eg tað um vikuskiftið, tá ið eg sá Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, har Skaale bað danir um hjálp til at fáa betri handilsavtalur við ES, og har hann gjørdi greitt, at “vi mener ikke, vi skal gøre det”. “Det” í hesum førinum er at endurnýggja fiskivinnuavtaluna við Russland.

Her í Føroyum eru vit eftirhondini von við, at tá Sjúrður Skaale sigur, at vit fyri Guds skyld mugu slíta alt samstarv við russar, ja, so er tað ikki ordiliga bindandi ella umboðandi, tí Sjúrður Skaale umboðar ongan uttan seg sjálvan.

Hetta er jú ein løgin logikkur, tí sum dr.dk jú so rætt sigur, “for Sjúrður Skaale, hvis parti har regeringsmagten på Færøerne…”. Tað er jú sami flokkur, Javnaðarflokkurin, sum situr við borðendan í Tinganesi. Men størsti atkvøðuslúkurin hjá flokkinum, fólkatingsmaðurin, umboðar ongan, tá ið hann tosar. Tá hann sigur, at hann vil hava danir at hjálpa okkum at fáa betri handilsavtalu við ES, ella at hann heldur, at tað er ein trupulleiki fyri trygdina at halda fram við at samstarva við russar — ja, so er tað antin bara einstaklingurin Sjúrður Skaale, sum sigur tað — ella “Javnaðarflokkurin á Fólkatingið”. Tað er absolutt ikki tann Javnaðarflokkurin, sum hevur løgmann… Ella tað er tað onkuntíð, men ikki altíð…

Les grein hjá DR her

Og tað verður enn meira undrunarvert, tá ið tey flestu okkara ivaleyst kunnu rokna út, at tað, sum fer at henda, er, at fiskivinnuavtalan við russar fer at verða endurnýggjað, so ella so.
Tað eru øll tekin í sól og mána, sum siga okkum, at tað er tað, sum politiski meirilutin er fyri.
So tá ið Sjúrður Skaale veit, at samgongan helst má endurnýggja avtaluna við russar í onkrum líki, hví fer Sjúrður Skaale so langt, at hann sigur fyri Danmarks Radio, at “vit halda tað er strategiskt skeivt?” Hvør er “vit” í hesum samanhanginum?

Tað, sum ger støðuna enn meira undirhaldandi, er, at meðan politiska óruddið hómast í donskum miðlum um dagarnar, so er tað her heima í Føroyum so absolutt einki órudd yvirhøvur á júst hesum frontinum. Tí samgonguleiðararnir hava gjørt øllum tinglimum greitt, at tey siga einki, tey halda munn, tá ið umræður Russland. Vit hava hoyrt mantraið umaftur og umaftur: “Tað hevur týdning, at hvør einstakur ikki spælir uttanríkisráðharri, men at vit hava ein samlaðan uttanríkispolitiskan boðskap”.

Tað hevur eydnast væl — at kalla eingin í tingmanningunum hjá samgonguflokkunum hevur sagt nakað um Russland. Og eg skilji satt at siga ikki hví, tí tá onkur fær munnkurv, meðan onnur vikuliga tosa um tað, sum tú kanska vil tosa um, men ikki sleppur — tað er uppskriftin upp á innanhýsis stríð, sum fyrr ella seinni endar úti í miðlunum.

Hinvegin vil eg so eisini siga, at eg ivist ikki í, at Sjúrður Skaale rindar ein høgan prís fyri sítt áhaldandi stríð ímóti at endurnýggja avtaluna við Russland. Og politiskt er tað sjáldsamt at uppliva politikarar, sum halda fast í tí, teir meina, sjálvt tá ið vinnulívsrisar tala ímóti. Og júst hetta seinasta fingu vit eitt innlit í í farnu viku, tá ið Sjúrður Skaale og Torbjørn Jacobsen hittist í kjaki um júst fiskiveiðuavtaluna við Russland.

Hoyr kjakið í Klubb33

Sjálvur hevur Sjúrður Skaale fleiri ferðir víst á, at hann má hava talufrælsi og rættin at siga sína hugsan. Hetta er eitt umráðandi mál, sum má viðgerast alment, heldur hann. Tí eri eg so púra samd í.

Men reint politiskt og pr-messiga skríggjar hetta tó til himmals — bæði at fólkatingslimurin kann siga, hvat hann vil, meðan onnur hava munnkurv, og at hann sera harðmælt er SOO nógv ímóti at leingja avtaluna við russar, meðan alt bendir á, at tað er júst tað, sum hansara egni formaður noyðist…

Og nú vit eru her, má eg leggja eitt aftrat. Tað eru ikki einans viðurskifti í Javnaðarflokkinum, sum eru trupul at rokna út í hesum døgum. Tí her á redaktiónini vóru vit púrasta sannførd um, at tá vit bjóðaðu Sjúrði Skaale og Torbjørn Jacobsen inn til eitt kjak um Barentshavið, ja, so fingu vit tvær sera ymiskar fatanir. Tí í mínari bók hevur Torbjørn Jacobsen verið óvanliga hvassorðaður móti sitandi samgongu í júst Russlandsmálinum. Men tá ið tað kom til stykkis, vóru teir báðir rættiliga samdir, og Torbjørn Jacobsen helt fyri, at vit høvdu misskilt hansara støðu. So vita vit tað…

 

Prísurin er høgur óansæð

Nú vit eru við stórmál, so er eitt, sum fyllir miðlarnar í hesum døgum, og tað er áhaldandi verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Nú fara hini feløgini at hittast at taka støðu til, hvussu tey best kunnu stuðla sjúkrarøktarfrøðingunum.

Í farnu viku — bert skamma stund eftir, at íslendskar kvinnur tóku til gøturnar við javnstøðuherrópum — fóru føroyskar kvinnu (og menn) til gongu frá Landssjúkrahúsinum til Vaglið í stuðli til forkvinnuna og nevndina í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Óluva í Gong, sum má sigast at hava víst sítt virði sum fakfelagsstríðskvinna, fekk treytaleysan stuðul frá sínum limum og stuðlum.

Um vit nú fara í helikoptaran og hyggja eftir støðuni hjá heilsuverkinum, so er ein lærdómur hjá okkum at heinta úr tí danska samfelagnum. Tí fyri nøkrum árum síðani byrjaði eitt umfatandi kollaps av almenna heilsuverkinum í Danmark, tá ið fleiri túsund sjúkrarøktarfrøðingar innan stutta tíð vendu fakinum bakið — eitt nú orsakað av ringum arbeiðsumstøðum og vánaligari løn. Ljóðar tað kent?

Ein yvirlækni í Føroyum, sum hevur upplivað hesa støðuna í danska heilsuverkinum, er Jón Clementsen, sum fram til í summar hevur arbeitt í Danmark sum serlækni. Sambært honum endaði støðan í Danmark við alinlongum bíðilistum, dýrari loysnum á privat sjúkrahúsum og serlæknum, sum trillaðu tumlar, tí teir fingu ikki gjørt sítt arbeiði.

Tað greiðir Jón Clementsen frá í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini “Frí Mikrofon”.

 

Frihedsbrevet hesa vikuna

Hesa vikuna byrja vit við støðuni hjá teimum, sum eru í tillagaðum størvum. Tí Veronika Petersen er ein teirra, sum ikki kann skifta starv ella fara upp ella niður í tíð, uttan at tað kostar henni 6000 krónur um mánaðin. Tað kanst tú lesa um á heimasíðuni ella appini.
Vit hava eisini eina grein um íslendska fiskivinnurisan Samherja, sum hevur tapt eitt mál móti Jóhannes Stefansson, varskógvara.

Í vikuni skalt tú vænta tær fleiri greinar og poddvørp — sum so mangan áður fáa vit ikki sagt tær so nógv meira enn.

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit eiga at vita ella grava í, so er bara at senda ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com

Takk fyri tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo