Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

 

(Áðrenn tú lesur víðari — hetta er kanska tað mest idealistiska, frelsta, sjálvhátíðarliga skrivið nakrantíð skrivað. Tíverri fyri meg, so meini eg hvørt orð…) 

Nakrir óunnuligir sannleikar um journalistiska fakið eru komnir undan kavi, síðani eg seinast setti meg at skriva hetta tíðindabræv. Lat meg uppsumera.

Bara trý fólk søkja starvið sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Á sosialu miðlunum verður skjótt staðfest, at hetta er undrunarvert, tí hóast alt, so er hetta millum mest umráðandi journalistisku størv í landinum. So hví vil eingin eiga tað?
Ein av journalistunum á tíðindadeildini í Kringvarpinum staðfestir á sosialu miðlunum, at “innanhýsis hava vit tosað um, hvør man vera tápuligur nokk til at søkja hatta 24/7/365 sjúkraavloysarastarvið”
Vorðið sum útsøgn um leiðsluna og harvið allan strukturin í Kringvarpinum.

Men sama deprimerandi mynd verður málað nakrar dagar seinni, tá ið ein nú fyrrverandi tíðindamaður í privatu miðlunum (sum hevur virkað m.a. á Dimmalætting og FM1), skrivar sína seinastu heilsan til vinnuna, sum hann nú ongantíð ætlar sær aftur til.
Í spísku støðulýsingini staðfestir hann at “ofta verður sagt, at miðlavinnan í Føroyum er í fríum falli. Men hetta passar ikki. Fallið er langt síðani komið at enda, vinnan liggur sundursorlað á asfaltinum”

Á hesum sama tráðnum skrivar ein fyrrverandi journalistur fyri og annar eftir og staðfestir somu myrku mynd av fakinum.
Ein skrivar litríkt “ein útbrend bransja, og hon etur eftir hesum at døma framvegis síni egnu børn til morgunmat”.

Og so tað triðja innleggið um okkara fak, sum hevur fingið hesi nakkahárini at reisa seg hesa seinastu vikuna. Eitt ummæli av Frihedsbrevet frá einum serkønum í miðlaviðurskiftum. Honum dámar sumt hjá okkum og dámar als ikki annað. Tað er soleiðis tað skal vera.

Tað, sum hinvegin er ørkymlandi, er, at hann staðfestir “information wants to be free”.
Tað skal vera orsøkin til, at hann ongantíð fyrr hevur nevnt Frihedsbrevet við einum orði. Tí Frihedsbrevet kostar. Miðlaserfrøðingur fortelur tí um tilfarið, sum krógvar seg aftanfyri ein gjaldsvegg”.
(Eins og mjólkin “krógvar seg í mjólkapakkanum”? hugsaði eg, tá eg las tað).

Hvat siga hesar tríggjar hendingar ikki nógv um lívið? Um fakið, sum eg havi dedikerað mítt lív til, hóast eg ofta eri blivin etin til morgunmat av mínum egna faki.
Lat meg so geva debattini mínar two cents. 

 

Hví’ið

Eg havi arbeitt í nógv ár í privatu miðlunum í Føroyum. Fleiri ár í almenna Kringvarpinum.
Og nú í einum føroyskum miðli við donskum navni, sum bara letur seg gera, tí nakrir danskir (og ein føroyskur) ríkmenn vildu brúka sínar pengar upp á tað.
Hetta er í øllum førum veruleikin, inntil vit hava nóg nógvar limir og kunnu vera sjálvforsýnandi.

Tit, sum kenna meg, vita, at tað hóvar mær alvorliga illa, at tað er neyðugt við ríkmonnum í hesum samanhanginum.

Men hví er tað komið til tað, at trý fólk, sum hava arbeitt í Kringvarpinum og privatu miðlunum annars, nú gera hetta?

Ein gløggur rithøvundur, sum eitur Simon Sinek, hevur eina teori um, hví tað er, at t.d. Apple nærmast er ein religión, meðan Samsung ella onnur merkir, sum ivaleyst duga eins væl at gera fartelefonir og teldur, ikki hava fylgjarar, men bara vanligir kundar.
Teoriin sigur “you have to start with why”. Hví’ið. Tú mást vera idealisturin, sum er drivin av, hví tú gert tað, sum tú gert. Apple ger ikki iPhones, tí tær rigga betur enn aðrar. Tað er tí, at tú skalt hava allan heimin í lummanum. Alla vitanina í verðini við tína hond, um bara tú hevur 4g. Tí vitan hevur týdning fyri fólkaræði, fyri rættvísi í heiminum o.s.fr. o.s.fr.
Betri argument enn “hon heldur battaríið í 12 tímar”, ha?

So. Hvat er hví’ið hjá journalistiska fakinum. Eg skal ikki tosa fyri øll í fakinum, men mítt hví er (og eg tosi uttan iva fyri alla redaktiónina á hesum miðlinum), at Føroyar mugu hava ein vakthund, sum heldur eyga við valdshavarum og avdúkar korruptión, so fólkaræðið kann virka á best møguligan hátt. Tú, sum onga rødd hevur, má hava journalistar, sum kunnu geva tær eina rødd. Sum kunnu seta spurningarnar, sum tú ikki sleppur at seta. T.d. løgmanni ella einum bankastjóra.

Vit eru sett í verðina fyri at seta truplu spurningarnar og avdúka ivasomu viðurskiftini, og hoyra teg, sum livir á skuggasíðuni, ella teg, sum er vitni til svik á tínum arbeiðsplássi, men einki kann siga uttan avleiðingar.

Hvat hendir, tá ið hetta hví’ið fer í bakgrundina, verður køvt ella hvørvur, alt sum tað er?

Um hetta ikki skal blíva ein bók upp á 300 síður, so fari eg at halda fast í hesum eina argumentinum.

mín uppliving, um eg nú fari heilt upp í helikoptaran yvir hesi seinastu mongu árini, er, at fakið er nú ov nógv merkt av ótta fyri at blíva ópopulerur ella fáa kritikk.

Ov nógv fokus er á taktikki - um at fáa fleiri lýsingarkrónur, hægri leysasølu, miðlastuðul, hægri játtan ella politiska vælvild.
Hví’ið er blivið at “virka savnandi”, “fylla blaðið”, “fáa fíggjarligan samanhang í fyritøkuna” ella “skapa frið um stovnin”.

Eg skilji tað. Men tað eru brend børn, sum ræðast eld, sum enda við hesum hví’num.
Tað eru tey, sum ov ofta hava havt kaos í kjalarvørrinum av sínum søgum, hava verið noydd at siga fólki upp ella hava havt strongd orsakað av negativari umrøðu.

Lat meg endurtaka — eg havi verið har. Eg skilji tað.

Men tað er bara ikki ein gongd leið. Tí fyrst og fremst er avleiðingin, at dugnalig fólk venda fakinum bakið av teirru einfaldu orsøk, at arbeiðið gevur onga meining longur.

Tað er tað, vit síggja millum linjurnar í hesari seinastu heilsanini hjá hesum dugnaliga manninum. Tað er tað, vit síggja við vantandi áhuganum fyri tíðindaleiðarastarvinum. Tað er tað, vit síggja, við at hesi trý fólkini nú eru á egnari redaktión og ikki í eksisterandi miðlunum.

Ja, arbeiðistíðir, trýst, undirmanning, løn o.s.fr. o.s.fr. spæla eisini inn.

Men fyrst og fremst haldi eg, at mítt høvuðsproblem er, at hví’ið, passiónin, idealistiska drívmegin hevur verið undir so stórum trýsti, at eg mátti handla upp á tað, tá eg fekk møguleikan.

Og heilt erligt — eg eri okey við at verða etin til morgunmat 1.000 ferðir afturat og skapa óvanliga nógv “problemir”, fyri at halda fast í hví’num. Tað er bara ómøguligt at gera umaftur og umaftur, um stórur partur av fakinum (og tey, sum sita við borðendan) hevur gloymt, hví vit eru sett í verðina.

Um tú verður sum fiskurin, sum verður dømdur eftir, hvussu væl hann klárar at klintra í trøunum. Tað er bara skeivt grundarlag.

Tí hava vit skapt ein nýggjan miðil, har vit ikki gloyma hví’ið. Tað kostar tó pengar. Eins og alt annað kostar pengar. Tú væntar væl saktans, at ein rithøvundur “krógvar” sína søgu “aftan fyri eina bókarpermu”, sum kostar. Ella at lærarin fær løn fyri at læra frá sær. Ella at busssjaførurin fær løn fyri túrarnar. Ja, tað er ókeypis í Havn nú, eins og Kringvarpið er ókeypis at tendra — men einki er ókeypis, veitst tú væl, og í hesum áðurnevndu dømunum er tað Taks, sum krevur gjaldið inn frá tær, ella Tórshavnar kommuna sum fíggjar túrarnar við skattakrónunum hjá borgarunum.

So ja, eisini journalistiskt tilfar kostar at framleiða. Kringvarpið kostar tíggjutals milliónir, bløðini eina ávísa upphædd, miðlastuðulin skal nú fáa tríggjar almennar milliónir. Og har, sum tilfarið er ókeypis, er tað , kæri lesari, sum er søluvøran. Tí har rinda fyritøkurnar fyri, at tú eisini sært teirra tilfar, meðan tú lesur tað “ókeypis” tilfarið frá journalistunum.

Tí er tað, kæri lesari, okkara tilfar “krógva” seg aftan fyri ein gjaldsvegg av teirru einfaldu orsøk, at tað er prísurin fyri, at vit ikki eisini skulu blíva fortalarar fyri “friði”, ella enda sum samskiftisfólk á einum almennum stovni.

“Tokvanlukkan” innan føroyska fjølmiðlaheimin er veruleiki. Vilt tú hava onnur úrslit enn tað, sum longu hevur sorlað vinnuna sundur, mást tú royna nakað kollveltandi nýtt.

Og um eg t.d. skal meta eftir tali av søgum, skjølum, fráboðanum, lekum o.s.fr. o.s.fr., sum Frihedsbrevet hevur fingið, síðani vit byrjaðu 1. desember í fjør, so kann eg sláa fast við sjey tumma seymi, at tað er ikki bara eg, sum haldi, at valdskritiski, avdúkandi, óttaleysi, ópopuleri journalistikkurin má hava livilíkindi í Føroyum.

Um enn tað kostar 125 krónur um mánaðin ella 950 krónur um árið…

Tá pápi tín er heimleysur

Nú eg eri á hesum høga hestinum, har eg bara eri idealistisk og ongantíð realistisk — so lat meg siga tær um eina søgu, sum vit hava sterkar idealistiskar kenslur fyri.

Kjarnin av mínum herrópi “tú, sum livir á skuggasíðuni, má hava eina rødd”.

Tí tað er júst tað, Rólant Waag Dam ger í nýggjari poddvarpsrøð um Heimleys í høvuðsstaðnum. Í gjár kom næsti parturin í røðini út.

Ein ófatiliga hjartanemandi samrøða við eina dóttur.

Kolbrún í Haraldsstovu greiðir frá lívinum hjá pápa sínum, sum er heimleysur, og fyri tað mesta býr í Gamla kirkjugarði.
Sum hevur meiðslað seg næstan til deyðis fleiri ferðir, og sum umaftur og umaftur roynir at leggja lívið um, tó enn uttan úrslit. Hvar skulu tey, sum ikki megnað at liva sum vit onnur, fara, spyr dóttirin, sum nú sigur søguna um heimleysa pápan.

Hetta er vigtigt hjá øllum at hoyra, og sum tú ivaleyst hevur varnast seinastu dagarnar, kæri lesari, so er tað júst fokus frá journalistum, sum kann fáa politisku skipanina at síggja álvaran í boðunum “tað eru altso fólk, sum sova úti hvørja nátt”…

 

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit burdu vitað, so kanst tú altíð senda mær ein teldupost á barbara@frihedsbrevet.fo ella frihedsbrevet@protonmail.com

Takk fyri tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo