Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

 

Nú eg setist at skriva hetta tíðindabrævið, kemur tann obligatoriska senan frá einum og hvørjum astronaut filmi til hugs. Løtan, tá ið eitt herlið av teknikarum situr við hvør sínum telduskermi og hvør sínum headsetti framman fyri risa skíggjum, har tey fylgja rúmdar farandi fólkunum. Og ræsluboðini ljóða “Houston, we have a problem”, og vit hyggjarar vita, at nú kemur okkurt, sum fær pulsin upp.

Hendan senan rennur fram fyri mær, tí meðan vit eru summi, sum kjakast dúgliga um Barentshavið, og hvat vit skulu gera við sáttmálan við russar. Um hvørt tað er rætt ella skeivt búskaparliga at stytta arbeiðsvikuna. Um roknifeilir hjá Fíggjarmálaráðnum í sambandi við lønarsamráðingar.
Ja, øll møgulig umráðandi viðurskifti — so eru samstundis nøkur fólk í Føroyum, sum neyvan hugsa nógv um hetta, ella onnur politisk viðurskifti — tí tey hava ongastaðni at búgva. Tey sova úti. Í gamla kirkjugarði í Havn. Í vesinum í Steinatúni. Í einari opnari garasju, einum tómum hjalli ella í einum køldum bili. Tey mugu hvønn dag hugsa tankan — hvar skal eg vera í nátt?

Onkuntíð sova tey als ikki um náttina, men ganga sær heldur tvær ferðir rundan um Havnina. Tað vísir seg, at tað er so ofta, tú sleppur rundan um Havnina upp á eina nátt.
Visti tú tað, kæri lesari? Neyvan. Tí tey flestu okkara hava ongantíð havt fyri neyðini at finna útav, hvussu ofta tú kanst ganga rundan um Havnina, áðrenn morgunin kemur aftur.
Tað vísir seg eisini, at tey eru frá 21 ár og uppeftir. Tey, sum onkuntíð sova við teimum deyðu. Tey eldru heimleysu, tey, sum eru um 50 ára aldur, ansa viðhvørt teimum ungu. Tí tey ungu tola ikki líka nógv brennivín og rúsevnir sum tey eldru, og tí eru tey skjótari í ørviti og kunnu sovna óheppin støð.

“Tá mugu vit eldri ansa eftir teimum. Fáa tey inn onkrastaðni, so tey ikki doyggja í kulda úti. Onkuntíð bara inn á vesi í Steinatúni eina løtu. Onkuntíð finna vit eitt tómt hús, og eru vit heppin, so er el í húsinum. So fer onkur út at stjala ein elovn, so vit ikki doyggja í kulda.”

Soleiðis sigur ein heimleysur maður, sum Frihedsbrevet hevur gjørt samrøðu við.

Samrøðan hoyrist í Frí Mikrofon poddvarpinum og kom út fríggjadagin.
Hendan samrøðan er eitt sjáldsamt innlit í lívið og umstøðurnar hjá teimum føroyingunum, sum ongastaðni hava at búgva.

 

Er hetta London ella Amsterdam?

Søgurnar um tey heimleysu í Havn seta sjálvsagda spurningin — hvat kunnu vit gera við hetta? Tað, sum fær mítt sinn í kók, er, at hetta er sirka heimsins minsta land.
Her eru ikki 100.000 heimleys. Her eru tíggjutals, kanska 20, kanska 30, men neyvan 50.
So hvussu ber tað til, at tað yvirhøvur letur seg gera, at hesi fólkini enda við at ganga rundan um Havnina tvær ferðir hvørja nátt, uttan at nøkur hjálp verður veitt teimum?
Tað er tann brennandi spurningurin.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almannamálum lovaði í farnu viku, at hon fer at finna eina skjóta loysn á hesum. Og tað lyftið má hon halda, tí tað er ófyrigeviligt, at vit eru summi, sum tosa um longdina á arbeiðsvikum, meðan onnur mugu læra tann harða vegin, hvussu long ein føroysk nátt í roynd og veru er.
GG! Samrøðan í Frí Mikrofon er startskotið til nýggja poddvarpsrøð hjá Frihedsbrevet, har vit júst kava niður í tilveruna hjá teimum heimleysu fólkunum í Havn. Tann røðin kemur í næstum. 

 

 

“Tá kríggið er liðugt” í Norðurlandahúsinum 

Norðurlandahúsið hevur um vikuskiftið verið karmur um ein leik, sum Det Ferösche Compagnie hevur bjóðað til.
Leikararnir Búi Dam og Kristina Ougaard Sørensen góvu áhoyrarunum eitt serligt innlit í tað menniskjaliga, sum verður skúgvað til viks í ræðuligu krígsstøðuni, men kortini vinnur frama og brýtur ígjøgnum óndskapin.
Leikstjóri á hesum leikinum er sjálvur flóttafólk — ukrainin Sergey Ilyin — sum hevur verið í Føroyum nú í eitt ár. Hann var leikstjóri í leikhúsi í Odessa í Ukraina fram til russisku innrásina í landinum.
Eftir eina tíð í Ukraina flýddi hann úr landinum og hevur síðani verið í Føroyum.
Fyri kortum hittu vit á Frihedsbrevet Sergey til eina samrøðu m.a. um lívið í Odessa.

“Tað er ikki tað vanliga fólkið, sum vinnur nakað í hesum krígnum. Óansæð hvat tað endar við, so eru tað bara ríkmenn, oligarkar, sum fara at standa sum vinnarar ella taparar. Fólkið hevur langt síðani tapt”, segði Sergey Ilyin, leikstjóri m.a. í greinini.

Tú kanst lesa greinina her, um tú ert á heimasíðuni.

 

 

Frihedsbrevet hesa vikuna

Til tín, sum enn ikki er limur í Frihedsbrevet, kann eg minna á, at tú finnur okkara vælumtókta fríggjadagspoddvarp — Frímælt — á Spotify, Apple Podcast og Google Podcast. Tað er ókeypis og kemur út hvønn fríggjadag.

Umframt Frímælt eru eisini fleiri aðrar poddvarpsrøðir á skránni hesa vikuna. Í morgin er tað enn ein partur av poddvarpsrøðini “Vit hava tikið abort”. Seinni í vikuni er okkara politiska poddvarp “Klubb 33” á skránni og ein nýggjur partur av røðini “Frí Mikrofon”. 
Umframt hesar røðirnar arbeiða vit við fleiri spennandi og týdningarmiklum søgum, sum eg ikki fái sagt tær so nógv um enn.’

Og eins og altíð — hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, so kanst tú altíð senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com

Takk fyri, at tú las við.

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo