Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

 

Nú tað stundar til jóla, er trupult at koma í jólahýr. Ella tað vil siga — tað er skjótt at fara frá jólahugna við Home Alone, gløgg, kava og jólaperum, til dagføringar frá miðlunum um samgongusamráðingarnar, og royna at lesa andlitsbráið hjá tí annars loyndarfulla samráðingarleiðaranum. 

Sambandsfólk eru ill, tí tey halda Ruth spældi teimum eitt puss við at vísa á BCF heldur enn CEF. Tað kann væl vera, tí tað kom jú óvart á tey flestu, at Ruth Vang vísti á Sambandsflokkin heldur enn Tjóðveldi. Eitt sindur av taktikki má tó vera í døgunum aftaná eitt val, so motivgranskingin er ikki tað mest sentrala í dag, haldi eg. 

 

Tað, sum er meira sentralt er, at nú skulu fólk og journalistar (vit kunnu diskutera, um vit eisini eru fólk) hava sítt politiska minni intakt. Tí í andstøðu hava hesir flokkarnir rópt um alt møguligt — um at stytta arbeiðsvikuna, um at steðga samstarvinum við Russland um Barentshavið, um at seta ein kanningarstjóra at kanna umsitingina av fiskirættindum frá 2010 og frameftir, um at geva lægstu lønunum eitt lønarlyft, um at taka munandi meira inn av tilfeingisrentuni og alt møguligt annað. Tí hava vit á redaktiónini sett okkum fyri at halda eyga við, um nú føroyingar kunnu vænta sær at fáa tað, sum hevur verið stungið út í kortið, tá ið tað var í ókeypis andstøðuárunum hjá CEF. 

 

Eftirsum valið ikki snúði seg um nakað, og eg annars haldi, her eru stórpolitisk mál, sum burdu verið á skránni, so havi eg gjørt mær ein ynskilista. Ikki til jólamannin, men til politisku leiðsluna í landinum, sum eftir øllum at døma tekur við í vikuni. Kanska eg fái betri eydnu við at senda listan til jólamannin — tað fer tíðin at vísa. 

 

1 — Fáa veruligar myndugleikar

Hetta er gott nokk óseksutt, eg veit, men um tú ætlar tær at vera annað enn ein bananrepublikk, so noyðist tú at hava veruligar myndugleikar. Og fyri at hava veruligar myndugleikar, so mást tú tryggja tær, at myndugleikarnir hava neyðugu orkuna til at halda eyga við, um lógir verða yvirhildnar. Vit kunnu ímynda okkum, hvat vit høvdu sagt, um løgreglan staðfesti, at tey ikki ordiliga hava fólk og orku til at kanna, um fólk nú bróta ferðslulógina. Tað hevði ikki verið super fyri ferðslutrygdina. Men júst tað góðtaka vit dagliga, tí Vørn hevur ferð eftir ferð sagt, at tey hava ikki orku og fólk til at lyfta sína eftirlitsskyldu. 

Tað sama ger seg galdandi hjá løgregluni, tí hóast tey ivaleyst lyfta uppgávuna í tí meira “klassiska” partinum av ólógligheitunum, so lyfta tey sanniliga ikki sína uppgávu, tá ið umræður illgruna um altjóða, fíggjarligan ella skipaðan kriminalitet. Tað er sólarklárt við málinum um Samherja og Tindhólm, við málinum um Næraberg, sum lá óviðgjørt í fýra ár, og við málinum um Bakkafrost, sum enn ikki er liðugt viðgjørt. Í málinum um Næraberg hevur fútin enntá sjálvur viðgingið fyri okkum á Frihedsbrevet, at teirra avrik var ikki gott nokk. Tað má rættast upp uppá, hóast løgreglan er donsk. Hetta er hóast alt ikki ein bananrepublik, ha?

 

2 — Fáa sett kanningar í verk av fíggjarrenslinum hjá útlendsku reiðaríunum

20 felagsskapir hava heitt á føroyskar myndugleikar um at tryggja, at eingir ólógliga upptjentir pengar hjá Samherja, enda í umfari í Føroyum. Eg loyvi mær at pástanda, at tað er tað eingin í hesum landinum, sum hevur nakra hóming av. Tí vit hava jú einki eftirlit. Hvørki við skipum, við veruligum eigaraskapi ella fíggjarrensli. 

Hevði tað ikki verið forfrískandi, um vit nú eftir førimuni gjørdu eina kanning av tí? Ella í tað minsta reageraðu uppá, at Samherji er í endað í klørnum á løgreglu og ákæruvaldi í fleiri londum? Ella at hollendsku P&P flyta sær fleiri hundrað milliónir í vinningsbýti frá føroyska virkseminum, tá nú einki serligt er at hóma av yvirskoti í Føroyum? Hvat hevði tað ikki verið eitt jólaundur, um tað reint faktist skapti eitt politiskt kjak ella enntá nakað so ørt sum eina reaktión. (Eg veit — hetta ynski fær størri vælvild, um eg heldur stíli tað til Norðpólin enn til Tinganes)

 

3 — Sig okkum hvat hendir í havinum og loftrúminum

Nú kemur tað naiva aftur. Men kunnu vit, sum her búgva, fáa onkra kunning um, hvør avtala er gjørd við hvønn, síðani kavbátar og hernaðarflogfør brádliga eru her aðru hvørja løtu? Eg vænti, at tey flestu ynskja sær at vera partur av vesturheiminum og hjálpa sum frægast, men altso — tað er nú løgið, at slíkt gongur fyri seg, og eingin so mikið sum sigur nakrar yvirskipaðar linjur um, hví og hvat og hvussu. Eg keypi ikki argumentið um, at tað er so loyndarfult, at sjálvt ikki løgmaður skal kunnast um tað. 

Tað haldi eg, tjóðin hevur uppiborið at fáa onkra kunning um. 

 

4 — Fáa prístalsviðgjørt kringvarpsgjaldið

Einki fólkaræði við virðing fyri sær sjálvum, kann góðtaka so veikt miðlalandslag, sum vit hava í dag. Fyri at tryggja, at vit ikki fáa enn færri journalistar til arbeiðis í Føroyum í framtíðini, má mann sum tað allar fyrsta prístalsviðgera kringvarpsgjaldið. Næsta stigið má vera at leggja eina veruliga ætlan fyri miðlalandslagið í Føroyum, og seta inn, har tað munar (tað skal eg koma aftur til seinni). 

 

Hetta hendir á redaktiónini

Eins og hjá flestum øðrum, so órógvaði løgtingsvalið okkara ætlanir. Vit hava annars ætlað at seta hol á hetta nýggja miðlaævintýrið, við fleiri poddvarpsrøðum, sum vit hava arbeitt við nú í fleiri mánaðir. 

Men tað er ikki verri enn so, at longu í næstu viku kemur okkurt, og í januar fara tær stóru søgurnar at verða rullaðar út. Nú tað stundar til jóla hava vit framvegis okkara vikuligu poddvørp Klubb33 og Frímælt, og vit hava søgur dagliga, tó vit lata tykkum fáa frið jólaaftan og jóladagarnar.

Eitt av endamálunum við hesum tíðindabrævinum er, at vit á redaktiónini kunnu samskifta beinleiðis við teg, góði lesari. Tí ert tú meira enn vælkomin at senda mær ein teldupost, um tú hevur onkra søgu, sum tú heldur vit áttu at kannað. Heri Simonsen helt skemtiliga fyri, at nú kavin lá so tjúkkur um landið, var tørvur á gravarum — “hvat nummar hevur Frihedsbrevet.fo” spurdi hann. Vit grava helst ikki kava, men alt annað verður gravað fram her á redaktiónini. So halt teg endeliga ikki aftur. 

 

Hvat er journalistikkur?

Nú eru vit so aftur har, at eg prógvi pástandin um, at vit journalistar eru eitt sjálvfeitt fólkaslag. Men eg kann ikki halda mær at siga okkurt um, hvat journalistikkur er. Tað burdi annars verið nakað, sum tey flestu hava eina meining um, men kanska tosa vit ov lítið um tað. 

Journalistikkur er sjálvandi at kunna fólk um tað, sum fyriferst. Tað verið seg at halda okkum dagførd um kavastøðuna í landinum, um samgongusamráðingarnar, um ætlanirnar hjá kommunum og landi. Tað er alt møguligt annað eisini, sum vit fáa dagliga frá øllum miðlum. 

Men her er eitt gapandi tómrúm, sum fá tykjast varnast. Tað er tann áhaldandi gravandi, valdskritiski journalistikkurin. Tann, sum tú blívur ópopulerur av, tí fólk halda tað er óbehagiligt og keðiligt. Tað er tað slagið, sum millum annað avdúkar ólógligt virksemi hjá fyritøkum og ivasamar avgerðir hjá myndugleikum. Tað er tað slagið, sum hevur eitt langt journalistiskt minni, og heldur valdshavarar til svars fyri tað, sum teir gjørdu ella søgdu í fjør, fyrraárið ella fyri tíggju árum síðani. Tað er har, at journalistikkurin er altavgerandi. 

Vit eru millumliðið millum fólkið og valdshavararnar. Vit eru tey, sum kunnu krevja svar frá løgmanni, tá ein vanligur borgari ikki kann. Vit eru tey, sum kunnu seta ljóskastaran á tað, sum onkur vil fjala. Vit eru tey, sum leita eftir svarum, og siga tað fyri øllum, tá vit vita tað. 

Vit eru kanska einasti garantur fyri, at vina- og kenningapolitikkur ikki kann gjøgnumsúrga alt samfelagið (Bevares, vit gera eisini mistøk, eins og øll onnur. Men vit kenna í øllum førum okkara uppgávu í samfelagum).

Tað er týdningarmikið. Men tað er ikki tað, sum eg fekk fatan av, tá ið ein stór miðlaráðstevna var á skránni fyrr í ár. Disclaimari — eg var uttanlands, og tí ikki til staðar. Men eg hoyrdi og las tað, sum kom alment út, og tað tóktist mær, sum var aðalmálið einans at snakka pengar. Hvussu fíggja vit okkara framtíðarvirksemi. Og tað skilji eg væl, tað er eisini týdningarmikið.

 

Dagliga samstarva vit við journalistar í Bretlandi, Fraklandi, USA, Íslandi, Danmark, Hollandi og fleiri londum aftrat. Og tað eru alt gravandi journalistar, sum gera tað sama slagið av journalistikki sum vit. Tí hava vit tikið avgerð um, at vit fara at skipa fyri einari miðlaráðstevnu næsta ár. Og tá tosa vit ikki pengar, men fakliga góðsku. Allir limir hjá Frihedsbrevet sleppa ókeypis til okkara tiltøk (og har eru fleiri ávegis). Meira um tað seinni.

 

Hetta er síðsta Fría Barbara áðrenn jól. Kanska eri eg nakað frek at ynskja mær meira enn eg havi, tí sanniliga havi eg fingið tað, eg altíð havi ynskt mær. Ein gravandi miðil, uttan órímiligar deadlines, sum hevur tað frælsið, at einans nýta orku upp á tað, sum vit halda er tað vigtigasta hjá tjóðini at vita júst í dag. Tað er har mítt fakliga takksemi er størst í hesum árinum. Takk tit, sum hava stuðlað okkum í tí, við at gerast limir. Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri okkum (og tann naiva Barbara heldur eisini, at tað er ómetaliga týdningarmikið fyri fólkaræðið Føroyar)

 

Gleðilig jól øll somul

 

Barbara Holm

Ábyrgdarstjóri

Frihedsbrevet.fo