Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Tað er fallið summum fyri bróstið, at Frihedsbrevet skrivar um milliónina, sum Tórshavnar kommuna hevur brúkt upp á økið kring Lívdina í Hoyvík. Lat meg so byrja hetta tíðindabrævið við at siga tær journalistisku metingina aftanfyri hesa søguna.

“Tíðindi eru okkurt, sum onkur vil dylgja. Alt annað er bara reklama”

Tað var tað einaferð onkur, sum segði, at George Orwell skal hava sagt um journalistikk. Men tá hetta sitatið varð eftirkannað, vísti tað seg, at útsøgnin ikki stavar frá honum. Orwell ella ei, so er “Journalism is printing what someone else does not want printed. Everything else is public relations” ein ómetaliga idealistisk lýsing av okkara faki, sum eg loyvi mær at brúka sum lopfjøl til hesa Fríu Barbaru.

 

Í okkara lítla samfelagi verður mangan sagt, at vit journalistar eiga at lata ávis evni ella søgur fara aftur við borðinum, uttan orð ella boð, tí tað er særandi, fornermisligt, ein partur av mentanini o.s.fr.

Tað er helst eisini júst journalistisku veikleikarnir í okkara samfelagi, sum eru orsøkin til, at nógvar søgur ongantíð verða sagdar ella bara enda sum hálvkvøddar vísur.

Vit á Frihedsbrevet hava ongantíð lagt okkum eftir og dugað ei heldur serliga væl at vinna popularitetskappingar. Tað var heldur ikki tað, sum var drívmegin, tá ið vit trý stovnaðu Frihedsbrevet.fo. Heldur var tað ynskið um at siga tær søgurnar, sum vit halda tú hevur rætt at vita, uttan avmarkingar ella bindingar. Tær søgurnar, sum onkur vil dylja.

Í hesum ítøkiliga førinum snýr søgan seg um, at onkur í Tórshavnar kommunu, sum hevur atgongd til skattaborgarans pengar, hevur valt at brúka eina millión krónur upp á økið kring Lívdina í Hoyvík. Í sær sjálvum er tað fínt at stuðla tí, sum kommunan nú einaferð vil stuðla.

Trupulleikin er bara, at slíkt skal gerast í opinleika. Tú kanst ikki — sambært lógini — flyta skattaborgarans pengar til nakran, uttan at tú kanst greiða frá, hvørjari heimild tað verður gjørt eftir. Tað er tað, sum hetta málið snýr seg um.

Tað snýr seg als ikki um Lívdina, tað snýr seg hinvegin um fyrisitingarligu mannagongdirnar í Tórshavnar kommunu, sum vit hava orsøk at seta sjóneykuna á.

Og nú vit hava verið í gongd við hesa søguna í nakrar vikur, fingu vit í farnu viku nøkur skjøl undirhonds. Tey skjølini, sum eru likin til Frihedsbrevet, vísa, at starvsfólk søgdu frá, tá kommunan fór at brúka pengar til økið. Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, segði tó starvsfólkum, at málið var politiskt. Hetta er tað beinleiðis mótsetta av, hvat Bogi Jacobsen segði við Frihedsbrevet, tá vit spurdu hann um tað, tí tá bedýraði tekniski stjórin, at hetta hevði als einki við politikk at gera.

Men Bogi Jacobsen segði nakað heilt annað handan afturlatnar dyr, avdúka liknu skjølini. At starvsfólk velja at siga frá, bæði innanhýsis og við fjølmiðlarnar, bæði tá og nú, eigur at takast í álvara. Tí tað kann vera tekin um, at alt ikki ruggar rætt.

Og um vit skuldu verið fólkalig, fylgt mentanarligu normunum ella slept hesari sakini, tí fólk gerast illa við, ja, so høvdu vit jú ikki sagt tær, kæri lesari, tað, sum hevur týdning, nevniliga, at her er okkurt, sum luktar, í landsins størstu kommunu…

 

“Kvinnan eigur avgerðina”
Apropos at søgur fella summum fyri brósti, so kom Jógvan Fríðriksson, bispur, av álvara í andglettin, eftir sætta part í poddvarpsrøðini hjá Frihedsbrevet “Vit hava tikið abort”. Bispur skuldi forklára seg í Degi og viku, og hevur verið miðdepilin fyri endaleys kjak á sosialu miðlunum, í útvarpinum, í okkara poddvarpi Frímælt o.s.fr.

Í veruleikanum haldi eg, at nógv av øsingini snýr seg um, at heitið “frí abort” er misvísandi. Tað átti ikki at verðið rópt soleiðis, tí tað gevur eina mynd av, at samfelagið heldur, at tað er super, at kvinnur bara pendla millum býarlívið og Landssjúkrahúsið at fáa abort. Tað er ikki tað, sum frí abort merkir. Tað merkir hinvegin, at fram til eitt ávíst tíðarskeið, t.d. 12. viku, er kvinnan tann, sum eigur avgerðina. Tað vil siga, at eingin lækni, serlig nevnd, etiskt ráð ella nakar annar, skal hava eina avgerandi rødd í, um kvinnan skal sleppa at taka abort. Tað er tað, sum tað merkir í samfeløgunum kring okkum og tað er tað, sum pro-abort fólk í Føroyum meina við, tá tey siga “frí abort”.
Altso bara ein staðfesting av, at tað skal bara vera kvinnan sjálv, sum skal eiga hesa avgerð fram til eitt ávíst tíðarskeið.

Eg havi nú í nakrar mánaðir arbeitt við abortspurninginum, og royni at taka so nógvar vinklar við, sum eg finni. Tað er tó ein spurningur, sum tykist torførur hjá nógvum at svara, og tað er, hvør skal eiga avgerðina, um tað ikki skal vera kvinnan sjálv?

Tí tað er lætt at grundgeva fyri abortbanni. Altso eingin abort skal fremjast, punktum. Men eg havi heldur ikki funnið fram til abortbann-fólkini í Føroyum. Eg rokni við, at tey eru har, men eg havi ikki funnið tey. Tey flestu halda, at summar støður eru hóast alt, sum kunnu heimilað eina abort.
Og so er tað frí abort fólkini. Tað er lætt at grundgeva fyri tí. Kvinnan tekur avgerðina fram til 12. viku, punktum.

Men mitt í millum. Altso tey, sum halda tað skal vera loyvt undir serligum umstøðum, og sum síðani halda, at tað skal vera onkur annar enn kvinnan, sum skal eiga avgerðina, ja, tey hava trupult við at finna svarið upp á spurningin “hvør skal so taka avgerðina?”.

Tí hvør mann vera tann rætti instansurin at spyrja um ja ella nei, tá ið ein kvinna vil hava eina abort? Í dag eru tað læknarnir, men tað hava teir sjálvir staðfest, at tað er ein ábyrgd, teir ikki vil hava. So hvør skal tað so vera?

Etiska ráðið? Skal ein politisk nevnd leidd av skiftandi prestum bestemma?Ella kanska eitt nýtt ráð? Hvør skal so sita í tí ráðnum? Skal hvør flokkur kanska velja eitt umboð? Og skal kvinnan so inn at leggja fram síni sjónarmið, siga hvussu hon er blivin við barn, hví hon ikki vil hava tað o.s.fr.?

Tað skal ikki vera kirkjan ella bispur, tað hevur Jógvan Fríðriksson frábiðið sær. Skal so kanska vera ein onnur samkoma? Keldan ella kanska Betesda? Ella hvat við einari samanrenning millum Føroya Pro Vita, felagið Frítt Val, og so drússa eitt sindur av Gigni, Barnabata, Javnstøðunevnd og líknandi innyvir?

Fyri tey, sum eg havi tosað við, bæði pro og antiabort, tykist einki av hesum at vera júst tað rætta alternativið. So hvussu skal tað gerast í praksis, um vit skulu hava eina aðra skipan enn hana, sum júst Jógvan Fríðriksson vísti á: altso at kvinnan má sær sjálvum ráða?

Tann spurningin havi eg enn ikki fingið greitt svar uppá…

 

 

Halt eitt vakið eyga!
Nú loyvi eg mær at skifta evni og fari at leiða títt uppmerksemi móti fiskivinnuni. Ella rættari sagt: “útlendsk reiðarí og teirra virksemi í Føroyum”. Tí her henda nakrar broytingar júst nú, sum vit enn ikki kenna drívmegina aftanfyri, men sum eru verdar at halda eyga við.

Fyrst av øllum: Samherji (risa íslendska samtakið, sum hevur verið í globalum shitstormi í eitt drúgt áramál), hevur nú selt sín lut í føroyska Framherja, og Framherji hevur selt sín lut í Samherja. Samstundis hevur Samherji keypt seg inn í BankNordik (ivaleyst ein partur av handlinum við Anfinn Olsen um Framherja/Samherja ognarviðurskiftini), og tað hevur danski kvotakongurin Gullak Madsen eisini. Tilvildarligt?

Á hinari síðuni hava vit JFK samtakið og hollendsku PP, sum er hin stóri útlendski aktørurin í føroyskari fiskivinnu. PP hevur selt Kollafjørð Pelagic, og teir hava selt Næraberg (also skipið, ikki felagið). Og fyri kortum varnaðust vit á Frihedsbrevet, at skeltið á JFK-bygninginum í Klaksvík, sum vísir, at Hanus Hansen, stjóri á JFK, er hollendskur konsul, ja, tað er burtur.

Hvat er tað, sum er í ferð við at henda, kæri lesari? Vit vita ikki enn. Men eg skrivi um tað nú, tí veitst tú nakað, sum vit ikki vita, so haldi eg, at tú skalt senda okkum ein teldupost. Tað kann sjálvandi hugsast, at Samherji og PP eftir fleiri áratíggju í Føroyum samstundis eru komin fram til, at nú mann vera frægast at sleppa sær úr føroyskari fiskivinnu.

Tað kann eisini hugsast, at her er eitt catch, ein parantes, ein detalja, sum vit enn ikki hava frætt um. Tað er henni, vit leita eftir.

 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Tann árvakni lesarin hevur kanska varnast, at eingin Frí Barbara kom út í farnu viku. Orsøkin er, at eg fekk óvæntaða vitjan av einum gomlum kenningi, sum eg satt at siga hevði gloymt alt um. Nevniliga korona. Nei, tað var ikki so ringt, sum eg minnist tað frá seinast, eg hevði neyvan vitað tað, um ikki eg misti smakkisansin…
Men nú eru vit fullmannað aftur á redaktiónini, eingin hevur korona og eingin arbeiðir, meðan tey liggja á sofuni.

Tað merkir eisini, at hendan vikan (eins og síðsta koronavika, halda vit sjálvi), fer at viðføra fleiri góðar søgur og poddvørp.

Í morgin kemur næsti partur av Vit hava tikið abort, og hann snýr seg um páparættindi, løgfrøðina og lívfrøðina.

Í morgun publiseraðu vit eina grein um ársins íverkseta — felagið Globe Tracker. 220 milliónir eru settar í felagið, men einki er eftir á botnlinjuni.

Seinni vikuni kanst tú hoyra politiskt orðaskifti, Frímælt er fríggjadagin. Vit hava eisini aðra søgur ávegis hesa vikuna — tær venda vit aftur til í næsta umfari av Fríu Barbaru.

Eins og altíð — hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, so kanst tú altíð senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com

Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo