Fría Barbara# 38: Russland hvør..?
Tann árvakni lesarin, sum leitaði sær á heimasíðuna hjá Kringvarpinum í gjár, varnaðist kanska eina hálvkvødda vísu um ein danskan ministara, sum vist hevur svarað okkurt til ein føroyskan fólkatingslim um brot á fiskivinnulógina. “Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, sigur í svari, at tað ikki var væntandi, at ákærdi varð funnin sekur”, skrivar Kringvarpið.
Vit fáa at vita, at tað snýr seg um Vørn, løgregluna og fiskivinnulóggávuna. Men tað er líkasum tað. Ein uppfylging upp á eina søgu, sum ongantíð er søgd.
Lat meg hjálpa eitt sindur. Hatta málið, sum Peter Hummelgaard svarar upp á, snýr seg um skipið Næraberg, sum varð tikið á Fuglafirði eina summarnátt í 2018. Tí Vørn segði miðlunum tá, at hetta skuldi í rættin, tí tað var prinsipielt, og at bótin fór at vera í milliónaklassanum.
Tað var tó ikki tað, sum hendi. Løgreglan lá hinvegin púra steindeyð á málinum í fleiri ár (tað hevur Boolsen, fúti, sjálvur viðgingið), og bótin tódnaði niður í ein brotpart av tí, sum hon skuldi vera upprunaliga.
Mann tað ikki vera nøkulunda?
Um vit kava niður í sjálvt málið á Fólkatingi um føroysku løgregluna, sum Sjúrður Skaale spurdi Peter Hummelgaard um, so er tað rættiliga merkisvert, at Peter Hummelgaard svarar, at “hann roknar við”, at løgreglan í Føroyum ger sítt arbeiði til lítar. Danski løgmálaráðharrin svarar ikki, at hann veit tað, hann kann ikki lova tað ella nakað líknandi, men tað roknar hann við…
Tað var nú eisini rættiliga merkisvert, at Sjúrður Skaale, altso sjálvt føroyska fólkatingsumboðið, í sambandi við sín spurning ákærdi fútan í Føroyum fyri at súlta mál og forða fyri føroysku rættarskipanini. Hetta gjørdi Sjúrður Skaale kanska, tí hann hevði hoyrt fútan viðganga fyri Frihedsbrevet, at fleiri mál, sum stórreiðaríið Næraberg var partur av, blivu av ongum, tí málini drógu so nógv út.
Ja, fútin kundi ikki rættiliga siga, hvat hendi har í nøkur ár, tá málini knappliga hvurvu.
Hetta sást tú ikki í greinastubbanum hjá Kringvarpinum í gjár. Og tað hevur tú heldur einki hoyrt um frá Kringvarpinum. Ikki eitt kis. Ongin journalistur ella politikari mann heldur hugsar um, at eitt fólkatingsumboð ákærir sjálvan føroyska fútan fyri at súlta mál, tá ið Sjúrður Skaale í fyrispurninginum helt fyri, at tað ljóðar ikki serliga sannførandi fyri føroyska borgaran, at tað hava verið nøkur ár, har løgreglan í landinum hevði eina off-periodu.
Hvussu hevur tú tað við, at løgreglan kann hava fleiri ár við “ups, veit ikki heilt, hvat hendi har” stemningi, kæri lesari?
Men tú nýtist ikki at stúra, kæri lesari ella Kringvarp — tí nú hava tey so snakka um føroysku rættartrygdina í Keypmannahavn, og løgmálaráðharrin sigur, at hann roknar absolutt við, at alt er fínasta slag. Meir kaffi nakar?
Russiska hóttanin?
Tann árvakni lesarin varnaðist kanska eisini, at sama dag — í gjár, sunnudagin — skrivaði sami Sjúrður Skaale eina grein á dimma.fo (hon varð upprunaliga prentað í Sosialinum um vikuskiftið), har hann skjýtur eftir Kringvarpinum fyri at ikki taka upp á tungu, at russiski sendiharrin í Danmark hevur sent hóttanir til Føroyar um avleiðingarnar av føroysku sanktiónunum móti russiskum skipum. Altso sendimaðurin segði, at Russland kundi verða noytt til at svara aftur…
Spurningurin er, hví hevur Kringvarpið hálvkvøddar vísur um løgregluna og larmandi tøgn um russiskar hóttanir?
Tað kunnu neyvan vera fleiri meiningar um, at báðar søgurnar hava samfelagsligan týdning. Risa týdning.
Tað er jú vigtigt, at løgreglan fungerar og at vita, um Russland ætlar at raka Føroyar onkursvegna, sum takk fyri seinast. Tað eru vit helst samd um.
So, hví hava redaktiónirnar í Kringvarpinum ikki somu fatan sum eg og tú, kæri lesari? (nú leggi eg tær orð í munnin, men her kunnu ómøguligt vera tvær ymsar meiningar um týdningin av hesum báðum søgunum, um nú vit leggja tær á vágskálina saman við øllum tí, sum tú annars fært upplýst gjøgnum ein dag).
Eg veit ikki svarið.
Sakini totalt og fullkomiliga óviðkomandi komi eg nú at hugsa um eitt annað, sum hesar báðar søgurnar hava til felags. Tær stava báðar frá Frihedsbrevet.
Vit avdúkaðu søguna um løgregluna, sum lá á boðunum í fleiri ár og harvið gav reiðarunum munandi minni bót. Og vit skrivaðu søguna um russiska sendiharran, sum sendi hóttanir til Føroya.
Men eg ani ikki, hví eg nevni nakað so tilvildarligt í hesum annars hampiliga seriøsa skrivinum, tí hetta hevur sjálvandi einki við sakina at gera yvirhøvur…
Í okkara stuttu livitíð hava vit upplivað, at miðlar sum t.d. amerikanska Wall Street Journal, íslendska Heimildin og danska TV2 ringja og skriva til okkara um samstørv og at lána tilfar, og ikki minst sitera okkum fyri okkara søgur. Tí soleiðis er natúrliga føðiketan í miðlunum — teir størru miðlarnir taka góðu og vigtigu søgurnar hjá smærri miðlunum upp til víðari viðger. Tann umráðandi søgan trumfar jú alt annað…
(Her eru tvær av søgunum — satt at siga eru eitt hav aftrat á heimasíðuni og appini — og forrestin í einari avís, sum vit góvu út í summar)
Miðlaráðstevnan hyggur úteftir
Av ymsum orsøkum eydnaðist tað mær ikki at luttaka á miðlaráðstevnuni hjá Kringvarpinum fríggjadagin — tíbetur var Jan Lamhauge fyri okkum á staðnum og luttók í journalistiskum orðaskifti.
Kringvarpið hevur stórt rós uppiborið fyri at skipa fyri fakligum tiltøkum, sum vit øll hava fyri neyðini og njóta gott av.
Ráðstevnan var um Big Tech og fólkaræði. Avgjørt eitt áhugavert evni fyri størri lond enn okkara.
Hevði eg verið har, sum eg ætlaði, so hevði eg sagt, at journalistikkurin í Føroyum bløðir, og uttan at pensla allar orsakirnar út fyri tær, kæri lesari, so kann eg spola fram til fremstu avleiðingina — sum er, at fólkið fær ikki alt tað at vita, sum fólkið burdi og hevur krav upp á at vita. Tað er høgur prísur at rinda.
Tað er hvørki big tech, AI ella minkandi kringvarpsgjaldið, sum er trupulleikin. Ja í roynd og veru haldi eg tað hevði klætt fakinum, um vit hugdu inn eftir, heldur enn at geva pengum og tøkni skyldina fyri standin.
Frihedsbrevet hesa vikuna
Í dag hava vit skrivað meira um málið um Lívdina — okkara greinarøð, sum vit eisini fara víðari við hesa vikuna. Í morgin kemur enn ein partur av “Vit hava tikið abort” út á síðuna — hesaferð er tað ein samrøða við eina kvinnu, sum hevur angrað eina abort, síðani hon varð framd.
Seinni kanst tú hoyra politiskt orðaskifti um uttanríkis- og verjupolitikk og hvønn leiklut Føroyar skulu spæla í donsku ætlanunum. Tú kanst eisini hoyra ein part av Frí Mikrofon og tá fríggjadagurin kemur er tað Frímælt tíð.
Eins og altíð — hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, so kanst tú altíð senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.