Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesar,

Í gjár var Vaglið karmur um eitt stórt tiltak við heitinum “Standa fyri lívinum”. Fleiri túsund fólk — eg vildi mett kanska 3–4000 fólk — savnaðust á Vaglinum hesa løtuna, til Føroya fyrsta antiabort tiltak.
Í USA hevur hetta verið púra vanligt í fleiri áratíggju, og somuleiðis hava pro-abort tiltøk verið vanlig uttan fyri Føroyar.
Í gjár skuldi Vaglið eisini hýsa proabort tiltakinum “Frí abort bjargar lívum”, men tað er nú synd at siga, at undirtøkan var stór fyri tí, tí tey vóru neyvan meira enn 15 fólk, sum vóru møtt hasumegin tingvøllin.

Tað er tó ikki eitt úttrykk fyri, at føroyingar eru meira anti-abort enn pro-abort. Í einari kanning, sum Javnstøðunevndin gjørdi fyri kortum, sæst, at yvir 60 prosent av teimum spurdu halda, at vit skulu endurskoða fosturtøkulógina, og 45 prosent halda, tað skal vera frí abort, meðan 41 prosent halda, abort skal vera loyvd í ávísum førum.

Hetta er eitt brandaktuelt mál, tí landsstýrið hevur boðað frá, at nú skal lógin endurskoðast. Og tað sær út til, at hendan fráboðanin hevur fingið bæði pro- og anti abort síðuna út á barrikadurnar — um enn prosíðan var soltin á Vaglinum í gjár.

 

Eg var har, tí eg arbeiði við abortmálinum júst nú (hatta er mín keppur á myndini — sum tey hegnisliga hava klipt til so restin av mær ikki sæst…)

Og eg fór, tí eg væntaði at finna ytru veingirnar í málinum á Vaglinum. Eg væntaði, at antiabort fólkini fóru at siga, at tey halda tað skal vera abortbann. Og at proabort fólkini fóru at siga frí abort til 5. mánað ella okkurt líknandi. Men eg fann ikki tey fólkini á Vaglinum. Tí fyri tey flestu er hetta málið at síggja til hvørki svart ella hvítt. Tað eru summi dømi, sum kanska fáa okkum at ivast í, hvørt tað er rætt, sum vit halda — um enn tað er fyri ella ímóti.

 

Pro Vita Føroyar eigur myndina. 

Frihedsbrevet hevur seinastu mánaðirnar arbeitt upp á eina poddvarpsrøð um abort, og sum tú kanska hevur sæð, so eru tríggir partar tøkir á heimasíðuni og appini nú.

Og í morgin og í komandi viku eru tað júst “ræðudømini”, sum vit skulu hoyra frá. Í morgin skulu vit hoyra frá einari kvinnu, sum varð neyðtikin og gjørdist við barn. Hon fekk abortina framda, og hon heldur, at abortlógin sum hon er í dag, tvingaði hana at siga eina søgu, sum hon ikki var til reiðar at siga.

Í næstu viku skulu vit hoyra frá kvinnuni, sum hevur angrað abortina líka síðani hon varð framd. Og hon upplivdi tað sum, at hon varð trýst til at taka abort, hóast hon segði nei fleiri ferðir.

Óansæð hvørju megin tinghúsvøllin tú hevði staðið, um tú vart á Vaglinum í gjár, so er bæði sikkurt og vist, at hendan elligamla lóggávan má og helst fer at blíva dagførd. Tí hon er ikki virðlig fyri nakran part í hesum málinum. Og tí hava vit sum samfelag tørv á at skilja, hvat tað er, sum vit í roynd og veru tosa um. Tað kanst tú vónandi blíva klókari upp á í nýggju røðini hjá Frihesdsbrevet “Vit hava tikið abort”. 

 

Kongarnir fjala seg
Fyri at tosa um eitt annað mál, sum vit hava gjørt rímiliga nógv við seinastu dagarnar, so er tað málið um, at Tórshavnar kommuna hevur brúkt slaka millión til útiøkið kring samkomuna Lívdina í Hoyvík. Tað merkisverda við málinum er, at málið ikki hevur verið fyri býráðnum, og siga flestu býráðspolitikarar, sum vit hava tosað við, seg als einki vita um tað. Pengarnir eru eftir øllum at døma brúktir í tí dulda.

Og her er nakað enn merkisverdari: Nevniliga, at Heðin Mortensen — kanska mest avmyndaði maður í Føroya søgu — ikki vil stíga fram og greiða frá, hvat hendir í Tórshavnar kommunu í hesum føri. Frihedsbrevet hevur spurt fleiri ferðir, men Heðin Mortensen er sum horvin.

Nú segði eg, at Heðin Mortensen er “kanska” Føroya mest avmyndaði maður. Tí hann fær harða kapping frá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavík, sum ivaleyst má metast sum ein tann harðasta røddin í føroyska samfelagnum. Bæði so og so.

Tí var tað upp aftur meir merkisvert, at tá Dagur og vika seinasta týskvøld viðgjørdi seinastu niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðskvinnu, sum hevur givið Runavíkar kommunu eina sera álvarsliga átalu fyri ikki at avgreiða mál, so endaði innslagið við, at tað ikki var eydnast at fáa eina viðmerking frá Tórbjørn Jacobsen.

Altso, hesa seinastu tíðina hevur tað ikki borið til at sleppa fram at nøkrum miðli uttan at síggja og hoyra stórslignar yvirskriftir um, hvat Tórbjørn Jacobsen meinar um hetta og hatta. Men knappliga, tá borgarstjórin hevur okkurt at svara fyri, so er hann vekk.
Hetta bleiv so heilt margháttligt á FM1, tá tað fyrst vóru tíðindir um Runavíkar kommunu, men har tað ikki bar til at fáa viðmerking frá Tórbjørn Jacobsen, men har sami Tórbjørn Jacobsen seinni sama dag sat í studio og klókaði seg um politisku støðuna. Tað tímdi hann væl at tosa um.

 

Um eg nú var spunasmiður hjá Tórbjørn Jacobsen (sum hann annars als ikki hevur tørv á), so hevði eg viðmælt honum at víst á seinastu niðurstøðuna hjá formansskapinum í løgtinginum.

Tí í einum av løgnastu søgunum í summar, so kom formansskapurin til niðurstøðuna, at Jacob Vestergaard ikki skuldi fáa ein sokallaða “nøs”, tí Jacob Vestergaard eisini hevði drálað í einum máli um at avgreiða nakrar kvotur. Fyrst hevði løgtingið brúkt eina góða millión til ein kanningarstjóra, sum kannaði málið, sum mælti til, at Jacob Vestergaard skuldi fáa nøsina.

Men Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, kolldømdi niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum. Jú, gaman í var tað rætt, at Jacob Vestergaard ikki hevði røkt sínar skyldur, men tað var eitt ov ógvusligt stig at geva honum eina “nøs” fyri tað.

Harraguð, ímyndi tykkum, hvussu hart Jacob Vestergaard hevði tikið tað, um hann fekk eina “nøs”! Hann hevði neyvan komið fyri seg aftur í lívinum.
Og álvara — hvat er ein millión í kanningarstjórapengum?

Nú skal eg ikki leggja tí annars fámælta borgarstjóranum orð í munnin, men okkurt kundi bent á, at Tórbjørn Jacobsen ikki hevur svøvnleysar nætur av átalum frá Løgtingsins umboðskvinnu, eins og Jacob Vestergaard neyvan liggur vakin og hugsar um møguligu nøsina hjá Ken Nónklett.

Og hví skuldu teir tað, tá ið sjálvasta løgtingið hevur sligið fast, at tað er fullkomiliga líka mikið, tað heila. Tann einasta, sum tað rakar, er teg, kæri skattgjaldandi borgari. Tað er tú, sum rindar. Bæði so og so.

 

TAKK! Nú kemur næsta stig
Tað er kanska onkur lesari hjá mær, sum hugsar “hví gera tit trý ikki sjónvarp?!” Í øllum førum havi eg fingið spurningin ofta.

Og kanska onkur annar lesari minnist, at heilt tíðliga í hesum nýggja miðlaævintýrinum segði eg, at er undirtøkan millum føroyingar nóg stór, ja so ætla vit at flyta okkum sjónvarpsvegin. Ikki tann klassiska sjónvarpsvegin, men eina meira nýmótans útgávu av tí. Og nú vit hava fingið næstan óveruliga góða undirtøku, kunnu vit seta hol á hendan nýggja kapittulin.

Sí video á Facebook her

Tí nú, vit hava verið til í níggju mánaðir, er tíðin búgvin til, at vit byrja at gera meira sjónvarpsinnsløg burturúr okkara søgum. Tað gera vit á heimasíðuni og appini, og vit leggja sjónvarpsinnsløgini út á sosialar miðlar ókeypis — í øllum førum í byrjanini.

Fylgir tú okkum á Facebook, so fert tú at síggja nakrar av okkara søgum sagdar við kykmyndum og frásagnum. Næsta stigið hjá okkum verður eisini at útbyggja hendan partin av okkara miðli — tað skal eg venda aftur til, tá tíðin er búgvin til tað.

 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Í morgin er sum sagt enn ein partur av “Vit hava tikið abort” úti á heimasíðuni og appini. Tú skalt vænta tær politiskt kjak í Klubb 33 í vikuni, umframt onnur poddvørp. Og tá hósdagurin er “Mentanarmagasinið” á skránni — okkara nýggi mentanarpoddur, sum bara hevur ein part á baki — men sum longu nú telist millum okkara best umtóktu poddar. Gleð teg til tað. Og tá fríggjadagurin kemur er tað loksins aftur Frímælt tíð. Vit grava í skrivandi stund í fleiri stórmálum, sum eru á trappuni, sum eg ikki fái sagt tær so nógv um. Men trúgv mær, tað er vigtigt.

 

Takk fyri, at tú las við.