Fría Barbara #36: “Hundurin át mítt heimaarbeiði”
Kæri lesari,
“Tungan er sum ein týnandi eldur. Tungan drepur og hevur dripið. Hon er eins og eitur, ið verður helt í gløsini um kvøldarnar ella í dagslýsi. Vit sovna burtur og dálka hvør annan út um alt hugsandi mark. Talan er um andaligt svínarí í Guðs heilaga navni. Mær tykir, at hetta er óhóskandi fyri trúgvandi”. Soleiðis skrivar Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, í lesarabrævi á Vágaportalinum um vikuskiftið.
Nú skal eg ikki leggja bispi orð í munnin (tey hevur hann nóg mikið av sjálvur). Men eg upplivdi skrivið sum eitt “slap in the face” til eina ávísa stúrna mammu, sum hevur verið ófør at finnast at FIMFF tiltøkunum í Norðurlandahúsinum, á júst sama portali. Ikki bara til hana, men til fleiri teirra, sum hava nýtt hetta høvið, at ikki bara finnast at tiltøkunum, men eisini at umrøða LGBT+ fólk ótrúliga niðrandi.
Eg hugsi um týdningin av at hava ein bisp, sum luttekur í almenna orðaskiftinum á hendan hátt. Í einari samrøðu við Frihedsbrevet fyri kortum, segði bispur nakað í stíl við, at summi halda, at Føroya biskupur skal vera ein ógvuliga hátíðarligur maður, sum gongur runt í bispakápu og stavi á gøtunum og sjáldan letur eitt smíl frá sær. Bispur skal vera alvorligur, halda summi.
Tað er Føroya bispur ikki. Hann er lættur, skjótur til eina skemtiliga viðmerking og eitt smíl. Og hann luttekur í kjakinum.
Ofta havi eg verið ovfarin av júst hesari broyting í fólkakirkjuni. Av at hoyra, at ovastin í tí altuppslúkandi átrúnaðarliga miðdeplinum í landinum í roynd og veru tekur á seg tey sløg, sum tað ivaleyst kostar, og sigur sína hugsan um aktuell, borgarlig viðurskifti út frá einum átrúnaðarligum sjónarmiði.
Bispur hevur fingið fleiri skot fyri sítt lesarabræv. Tí á sosialu miðlunum eru tey summi, sum halda, at bispur er ikki ein rættur umboðsmaður fyri kristnu trúnna.
Tað er nú skemtiligt, at ein boðskapur um at tosa ordiligt um onnur, skal vera uppfataður sum “anti-kristin”.
Øðrvísi var tó við kjakinum í Degi og viku fyri kortum, tá ið Hervør Pálsdóttir og Steffan Klein Poulsen kjakaðust um sama evni. Hóast rúkandi ósamd, so eydnaðist tað teimum at kjakast siðiliga.
Rákið, sum eg haldi, vit hava sæð seinastu árini um, at partarnir gerast óvanliga ófantaligir í sínum málbrúki hvørt um annað, er skaðiligt fyri framburðin í hesum landinum. Tá ið tú ikki ert førur fyri at lurta eftir teimum, sum tú ert ósamdur við, ella at frambera tínar grundgevingar og hugsanir uttan at niðurgera onnur fólk, so gerst tú ongantíð klókari.
Ein góð tummilsregla er — legg til merkis, hvat tú brúkar tíðina til, tá ið tú kjakast við onkran, og mótparturin hevur orðið. Hugsar tú bara um, hvat tú skalt svara aftur fyri at fáa rætt? Ella tekur tú mótargumentini til tín og roynir at skilja, hví hesin persónurin heldur nakað annað enn tú?
Tað kann sjálvandi vera torført at viðganga, at kanska hava vit ikki svarið upp á øll lívsins viðurskifti sjálvi.
Men givið er, at tá ið eitt lesarabræv um at tosa ordiligt við og um hvønn annan kann elva til, at bispur verður róptur “anti kristin” (og tað sum verri er), so hava vit altso eitt problem í hesum landinum. Fyri ikki at tala um, hvussu LGBT+ persónar verða umrøddir. Tey orðini, sum søgd eru um LGBT+ persónar seinastu dagarnar, fáa sjálvan fanan at rodna.
Men tað er onkur vón fyri framman. Tí føroysk avrik og úrslit hava í den grad sett dagsskránna í altjóða miðlum seinastu tíðina. Altjóða úrslitini hjá KÍ og B36 hava ferðast kring knøttin. U19-harrarnir í hondbólti hava skarað framúr, U17-kvinnurnar hava eisini bitið frá sær, Jónas G. Isaksen er skjótastur í Evropa í sínum aldursbólki í 400 metrar renning og so framvegis. Men tað er ikki bara í ítrótti, at Føroyar hava gjørt vart við seg altjóðað seinastu tíðina. Tí við nógv róstu bókini Kampen om ytringsfriheden hevur Heini í Skorini stolið yvirskriftir í øllum donskum og svenskum miðlum (millum annað gav fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, bókini fimm stjørnur í Altinget). Flemming Rose á Frihedsbrevet í Danmark gjørdi eina av fyrstu samrøðunum við Heina um útgávuna og síðani hevur hann ferðast har frá til Politiken til Genstart til Deadline, Zetland, Weekendavisen og eina ørgrynnu av øðrum donskum miðlum. Í Svøríki, har tað búgva fleiri enn tíggju milliónir fólk, er serfrøðingurin á økinum, tá tað snýr seg um talufrælsi og um koranbrenningar, Heini í Skorini. Hann verður endurgivin og samrøður eru gjørdar við hann í stórum og viðurkendum miðlum sum Sydsvenskan, Sveriges Radio og Svenska Dagbladet.
Tað verður tað, tí tað er klókt, tað, sum kemur úr Heinasa knokki, og tað er sanniliga nakað, vit ikki bara skulu vera errin av, men eisini nakað, vit eiga at lurta eftir.
Tað ber eisini til at gera her hjá okkum, tí í Frí Mikrofon hevur Jan Lamhauge gjørt samrøðu við Heina í Skorini um júst áðurnevndu bók.
“Vit hava tikið abort”
At kjakast siðiliga og bera fram síni sjónarmið uttan at óttast fyri at vera “svínaður til” er eitt av endamálunum við nýggjari poddvarpsrøð hjá Frihedsbrevet, sum byrjar í morgin.
Seinastu mánaðirnar hevur Frihedsbrevet arbeitt við poddvarpsrøð um abortviðurskiftini í Føroyum. Tað er eingin ivi um, at ætlanirnar hjá landsstýrinum um at endurskoða hesa lógina frá 1956, fer at elva til hart orðaskifti. Fráboðanir um tað síggja vit longu komandi sunnudag, tá ið bæði eitt antiabort og eitt proabort tiltak verður samstundis á Vaglinum í Havn.
Tí frontarnir eru trektir upp í hesum etiska kjakinum, sum ongantíð veruliga hevur fingið luft undir veingirnar í Føroyum. Meðan vit hava hoyrt kjak um rættindi hjá samkyndum nú í fleiri ár, so hava rættindi hjá kvinnum til abort ongantíð verið eitt alment stríðsmál av sama kalibur. Fyrr enn í 2023.
Og tí hava vit gjørt eina poddvarpsrøð um tað. Endamálið er at lýsa allar síðurnar av sakini. Vit tosa við tey, sum arbeiða fyri fríari abort, og tey, sum eru ímóti. Vit tosa við ræðudømini — kvinnuna, sum er neyðtikin og kvinnuna, sum hevur angrað abortina alt sítt lív. Vit tosa við bisp, granskara og serkøn. Vit fara eitt rend aftur í 70’ini og hoyra, hvussu tað var fyri føroyskar, danskar og amerikanskar kvinnur í hesum tíðarskeiðnum.
Ja, vit fara snøgt sagt allan vegin runt. Og vit enda við at samla partarnar og seta spurningin — um vit sluppu at gera nýggju abortlógina fyri føroyskar kvinnur, hvussu hevði hon sæð út?
Tórshavnar kommuna og Lívdin
Apropos altuppslúkandi samkomur, so hevur Frihedsbrevet hesar seinastu dagarnar avdúkað fleiri søgur um, at Tórshavnar Kommuna hevur brúkt knappa millión upp á økið kring Lívdina í Hoyvík, uttan at hetta hevur verið fyri býráðið.
Í okkara arbeiði við hesari greinarøðini hava vit rent okkum í eina órógvandi hending. Tí eftir at hava sent fleiri umsóknir um alment innlit fingu vit innlit í umleið 400 skjøl — øll skjølini í málinum, uttan prógvini um, at hendan milliónin varð brúkt.
Men tíbetur vistu vit um prógvini. Vit vistu, at onkur í kommununi hevði “stuðlað” Lívdini uttan um býráðið. Tí blivu vit við at spyrja, og eftir fleiri víðkaðar umbønir um innlit fingu vit loksins prógvini tann formliga vegin.
Hetta er eitt álvarsmál. Fyrst og fremst, tí hetta eru skattaborgarans pengar, og lógir eru altso settar har fyri at tryggja, at pengarnir verða brúktir á ein gjøgnumskygdan og rættan hátt. Og tí er tað snøgt sagt ørkymlandi, at tað skal vera so torført hjá einum miðli at fáa prógvini tann rætta vegin. Lógin um alment innlit ásetur, hvat vit hava rætt til at fáa innlit í og ikki. Tú kanst ikki tamba ta lógina, tí so brýtur tú eitt grundleggjandi prinsipp í fólkaræðinum — nevniliga, at almenningurin hevur krav upp á at fáa innlit í tað, sum valdshavarar gera. Serstakliga tá ið tað verður gjørt fyri skattaborgarans pengar. Men Tórshavnar Kommuna hevði helst lagt skjølini í skeiva mappu. Ella tað vilja tey vera við. Kanska er tað teirra útgáva av, at hundurin hevur etið teirra heimaarbeiði, og tí kunnu tey simpelthen ikki útflýggja tað, sum tey skulu…
Í øllum førum er púra greitt, at vit høvdu ikki fingið hesi avgerandi skjøl, um ikki vit høvdu hoyrt ábendingar um tey frammanundan. Og tað er eftir mínum tykki vandamikið fyri fólkaræði, og eg siti eftir við einari kenslu av, at í Føroyum hava vit tørv á fleiri varskógvarum. Tí um størsta kommunan í landinum kann finna upp á slíkt, hvør annar hevur ein hund, sum etur øll tey røttu pappírini, tá ið innlitsumbønirnar tikka inn?
Frihedsbrevet hesa vikuna
Hesa vikuna halda vit fram við okkara greinarøð um milliónina, sum Tórshavnar Kommuna hevur latið til Lívdina í Hoyvík, uttan at býráðið hevur viðgjørt málið.
Í morgin verða tríggir partarav nýggjari poddvarpsrøð “Vit hava tikið abort”, tøkar á heimasíðuni og á appini.
Og eins og altíð — hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, so kanst tú altíð senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Takk fyri, at tú las við
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.