Fría Barbara #35: Ert tú vís í, at tú hevur skilt tað?
Kæri lesari,
Í farnu viku skrivaði eg um Rasmus Paludan og spurningin um, hvørt vit hava skyldu til at lurta eftir hugsanum hjá øllum teimum, sum vit eru ósamd við, og sum vit halda áttu at fingið munnkurv.
Í vanda fyri at endurtaka meg sjálva, so má eg kortini halda fast í nøkulunda sama tema í dag.
Tí á Vágaportalinum í gjár varnaðist eg eitt lesarabræv. Eitt heldur ljótt lesarabræv, spyrt tú meg, har spurningurin verður settur, um Norðurlandahúsið er eitt mentanarhús ella ein pornoklubbur fyri børn. Sama kjak sæst á sosialu miðlunum um vikuskiftið og í dag.
(Hetta var annars eisini eitt av evnunum, sum Marjun Dalsgaard, journalistur í Kringvarpi Føroya, Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, viðgjørdu í seinasta parti av okkara vælumtókta poddvarpi Frímælt)
Høvið til øsingina er, at í september verður Norðurlandahúsið karmur um FIMFF — altso Faroe Islands Minority Film Festival — sum er ein filmfestivalur, ið vísir filmar um tilveruna hjá teimum, sum bróta eitt sindur frá meirilutanum. Altso minniluta film-festivalur.
Hann hevur verið í fleiri ár, hesin festivalurin, og hevur verið væl vitjaður. Síðani hann byrjaði í Føroyum, havi eg sjálv hugsað um, at tað er okkurt løgið í, at tað bara er eitt slag av parløgum, bara ávís sløg av kvinnum og monnum, nærmast karikaturar av tí perfekta, ella tí óperfekta, tí rætta, tí skeiva, tí stuttliga, tí ónda, tí góða. Altso vit kenna typurnar í stóru Hollywood filmunum, vit kenna parløgini, vit kenna samanspælini.
Tað er broytt hesi seinnu árini. Eg plagi at taka dømið um, at á einum av mínum streaming haldum broytist tað so skjótt, at eg fái næstan ikki fylgt við. Frá at tað eitur LGBT, so kemur eitt + í endanum. Síðani leggjast nakrir bókstavar aftrat, so tað nú eitur LGBTQIA+.
Júst hetta hevur fylt mínar tankar seinastu mánaðirnar. Tí eg haldi meg vera eitt rúmligt fólk. Eg haldi meg vilja, at øll menniskju skulu fáa loyvi til at skapa sína tilveru, júst sum tey vilja, uttan at eg blandi meg. Og tað haldi eg eisini nú, eg siti og skrivi hetta.
Samstundis upplivi eg tað sum, at eg kenni ikki bakgrundina fyri hesar nýggju bókstavar, eg veit ikki reiðiliga, hvussu hesin kompleksi heimur er skrúvaður saman, eg havi enn ikki hoyrt allar grundgevingarnar hjá teimum, sum ynskja at broyta heimin fyri hesar minnilutabólkar.
Men eg vil hoyra tað. Eg vil so sera fegin skilja (hóast tað ikki neyðturviliga er LGBT+ relaterað), hví summi vilja identifisera seg sum “tey”, hví onnur vilja skifta kyn og hvat annað vit hoyra, sum er nýtt, sum er ein uppgerð við, hvussu tað var.
Eg skrivi hetta, tí eg skilji væl, at tey eru summi, sum ikki reiðiliga eru við, og onkuntíð føli eg meg eisini illa ílatna. Men júst tí ætli eg mær ikki bara at luttaka á FIMFF í ár í Norðurlandahúsinum — eg fari at seta allar mínar spurningar í sofapráti um løgfrøðiligt kynsskifti, sum verður um somu leið. Tí tað er í lagi, at vit ikki skilja. At vit mugu spyrja tey, sum ganga á odda, um at greiða okkum frá, hvussu hetta hongur saman.
Og eg haldi, tað er fantastiskt, at okkara fremsta mentanarhús er karmur um fleiri tiltøk, har vit fáa høvi at skilja meira, høvi at spyrja meira, og vónandi høvi at fáa størri næstakærleika enn tað, sum vit síggja í miðlunum í dag.
Tí tað allar minsta, vit kunnu gera sum borgarar í hesum samfelagnum, er at royna at skilja, t.d. hví LGBT+ fólk ynskja tær broytingar, sum tey ynskja.
Og um tú ikki heldur løgfrøðiligt kynsskifti er rætt, jamen so kanst tú bara lata vera við at fáa tær tað. Um tær ikki dámar dragqueens, jamen so lat vera við at ganga í drag. Tú nýtist ikki at leggja øll onnur undir tína veruleikafatan, ella hvussu?
Eg tími ikki at spilla privatpersónar út, hóast hesi hava skrivað niðrandi lesarabrøv í miðlunum. Men tað mátti borið til hjá fólki at funnist at hesum tiltøkunum, uttan at tey, tú ert ósamd við, skulu samanberast við pedofilar og blottarar. At tað verður gjørt í sama viðfangi sum at tosa um, hvat er “normalt”, er nú nokso stuttligt. Kennir tú nakran “normalan” persón? Bróta vit ikki øll frá onkursvegna?
Nú eg havi verið erlig um, at eg ikki enn skilji øll tey nýggju rákini, sum vit síggja á hesum økinum, so kann eg siga tær við fullari vissu, at eg ræðist einki av tí, hóast eg ikki skilji tað. Eg gleði meg hinvegin at hoyra grundgevingarnar fyri og ímóti, gleði meg til kjakini, til forstáilsi, til at síggja samfelagsbólkar byggja brýr, sum vit hóast alt hava sæð, síðani fyrstu ferð vit fóru at tosa um 266b her í Føroyum. Tí tá verðin er svørt/hvít, so hendir brádliga okkurt, sum ger, at litirnir koma á, og vit noyðast at tillaga okkum eitt sindur.
Tað, sum eg hinvegin ræðist, eru fólk, sum eru so sannførd um, at tey eru alvitandi, at tey ikki halda seg kunna læra nakað frá nøkrum. At tey ikki rúma tankanum, at kanska hava tey ikki allan sannleikan sjálvi. At kanska er okkurt rætt fyri tey, sum er skeivt fyri onkran annan. At kanska halda tey bara tað, tey halda, tí tey enn ikki hava hoyrt argumentini ímóti.
Tað eru tey, sum eg óttist mest av øllum.
Heldur tú hetta evnið vera áhugavert, so viðmæli eg tær at lesa ella at lurta eftir Fri Tænkning hjá Flemming Rose hesa vikuna. Tú finnur tað í app okkara ella á heimasíðuni undir yvirskriftini: “Censur er den stærkeste drivkraft i menneskets natur; sex kommer ind som en svag nummer to”.
Har skrivar Flemming Rose millum annað:
“Evnen til at tolerere holdninger og ytringer, man ikke bryder sig om, er derfor et spørgsmål om dannelse og kultur. Det er ikke noget, vi er født med, det er ikke en del af vores natur. Det er med andre ord noget, vi skal lære, praktisere og holde ved lige. Lidt som at holde sig i form i fitnesscentret. Ellers kommer man ud af ”form” og forfalder til sin instinktive reaktion, nemlig at gribe til censur”.
Bispur, prestar og G! festivalurin
Nú vit eru við rúmligheit, so vildi eg viðmælt tær at lisið ella lurtað eftir greinini um orrustuna millum prestarnar á G! festivalinum. Ein hending, sum fær fyrireikararnar av G! at senda inn skriv til bisp og kirkjuráðið um hesa hendingina.
Í kjalarvørrinum av tí gjørdi eg eisini eina samrøðu við bisp, Jógvan Fríðriksson, um støðuna, fólkakirkjan kemur í, tá ið konservativir og liberalir prestar eru ósamdir um ítøkilig mál, sum fleiri dømi eru um. Tann samrøðan kann hoyrast í nýggjasta parti av Frí Mikrofon poddinum.
Nýggur poddur: Mentanarmagasinið
Í farnu viku publiseraðu vit fyrsta partin av okkara nýggja mentanarpoddvarpið — sum eitur Mentanarmagasinið.
Mentanarmagasinið er afturvendandi mentanarpoddvarp við tíð og rúm fyri tí, listafólk hava upp á hjarta og vilja tosa um. Talan er um samrøðu tvørtur um listagreinar, har listafólkini sleppa til orðanna — og sleppa at seta spurningar til hinar gestirnar kring borðið í studionum í gamla klædnahandlinum Vogue í miðbýnum í Havn. Endamálið við Mentanarmagasininum er at koma inn um og aftur um tað, sum føroysk listafólk arbeiða við, hava givið út, ætla at fara undir ella droyma um at gera.
Fyrstu gestirnir í Mentanarmagasininum arbeiða øll innan hvør sína listagrein, men í hesum døgum hanga tey øll eitt sindur saman. Dania O. Tausen, sum júst hevur givið út plátuna “Ja (pt. 1)”, arbeiðir eisini við eini størri sjónbandaverkætlan til plátuna. Við í hesi verkætlan er eisini Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum sjálv er aktuell við dansiframsýningini Minnisbrot. Henni er Beinir Bergsson eisini partur av, men Beinir skrivaði eisini ein tekst til skránna til Ólavsøkuframsýningina, har hann eisini las upp til ferniseringina. Dania var eisini til ferniseringina — og soleiðis hongur alt eitt sindur saman í fyrstu útgávuni av Mentanarmagasininum.
Ein tónleikari, ein dansari og ein rithøvundur tosa saman um tað, tey arbeiða við júst nú, tað tey hava givið út og kanska eisini droyma um.
Vertur er Rólant Waag Dam.
Frihedsbrevet hesa vikuna
Í dag hava vit givið út seinasta partin av poddvarpsrøðini “Norrøna Eftirskúlin: Sex, drøgg og skúlaskapur. Vit hava eisini útgivið ein part av Klubb 33, sum hesaferð er ein samrøða við Høgna Hoydal um støðuna í Tjóðveldi.
Í morgin útgeva vit eina grein við russiska sendimanninum í Danmark.
Og eins og altíð — hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, so kanst tú altíð senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Takk, at tú las við.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.