Fría Barbara #34: Hava vit skyldu at lurta?
Kæri lesari,
Um tú tendraði Góðan Morgun Føroyar ella útvarpstíðindini á middegi í dag, ja so hevur tú helst hoyrt ein tann mest kontroversiella mannin í Danmark í dag. Eg tosi um Rasmus Paludan, sum hevur leitað sær til Føroya og í morgun var at hoyra í útvarpinum. Ikki óvæntað, so fær Kringvarpið kritikk fyri at tosa við víðgongda danskaran. Tey eru mong, sum halda, at hesin maðurin skal tigast burtur.
Eg kann væl skilja tað argumentið, at tað er júst tað, sum hesin maðurin vil — altso koma í miðlarnar við sínum hatursfulla boðskapi — og tí skal hann tigast burtur. Gloymast. Viskast úr tilveruni.
Hinvegin eri eg als ikki fjeppari av, at vit meta summi ov kontroversiell, til at vit vilja hoyra teirra hugsanir.
Mær kemur til hugs orðini hjá sjónvarpsvertinum Clement Kjersgaard, sum eins og Rasmus Paludan, hevur vitjað í Føroyum. Í hvørjari sending av Debatten hjá Danmarks Radio endurtekur hann henda setningin:
“Jo mere uenig du er med nogen, jo pænere skal du tale til vedkommende”.
Eitt er at tosa pent við fólk, sum tú ert ósamdur við — annað er at lurta eftir fólki. Og spurningurin er, um vit eiga at tillaga setningin hjá Kjersgaard eitt sindur, soleiðis at vit seta okkum fyri at lurta sera væl eftir fólki, sum vit eru sera ósamd við? Altso:
“Tess ósamdari, tú ert við onkran, tess størri skyldu hevur tú at lurta”.
Ekkókømrum hava vit nóg mikið av — og vandin av teimum er nakað, sum Hans Jacob Kollslíð nemur við í sanginum Ekkókamarið, sum Marius Ziska syngur, har hann speiskliga sigur soleiðis:
“Ekkókamarið er nú mín verð. Kenni bara tey, sum eru inni her. Vit hava funnið svarini, ið greiða alt, sum er. Hava sæð ljósið, vildi at øll sóu tað”.
Tí vit mugu tola at hoyra tey, sum vit eru ósamd við. Tey, sum vit halda áttu at verið blakað úr landinum, knúst sundur ella okkurt verri enn, tí teirra hugsanir eru ov langt úti. (Fyri nú at nevna dømir, sum eru at finna á sosialu miðlunum í dag)
Tað er væl saktans tað, sum er grundarsteinurin í okkara fólkaræði. At vit øll hava talu- og skrivifrælsi. Og vit hava lógarkarmar, sum seta onkrar avmarkingar á, hvussu langt hesi frælsini fara. Tað hava vit nøkur dømir um — sum t.d. tá løgreglan av sínum eintingum skuldsetti ein mann fyri haturstalu móti samkyndum, tí viðkomandi hevði brúkt orðið “kynsvillingur”.
Í Danmark og Svøríki hava hesi grundleggjandi fólkaræðiligu prinsippini verið undir trýsti seinastu mánaðirnar. Ikki endiliga orsakað av orðum, men orsakað av gerðum.
Av at summi — eisini hesin sami Paludan, sum var í útvarpinum í morgun — brenna Koranir og á annan hátt gera seg inn á Koranina. Avleiðingin av hesum hevur verið eitt ógvusligt trýst frá muslimska heiminum á Danmark og Svøríki, sum at síggja til fær politikarar at rista í brókunum.
Hetta hevur eisini fingið politikarar í londunum báðum at halda, at nú skulu tey seta avmarkingar á frælsi hjá tí einstaka, nú skal tað ikki longur verða vart av grundlógini at t.d. seta eld á Koranina. Meðan blasfemiparagraffin varð sett úr gildi í Danmark fyri nøkrum árum síðani — ja, so er blasfemiparagraffin hinvegin galdandi enn í Føroyum.
Tað merkir væl saktans, at um Pauldan festir eld í Koranina her heima, ja so verður hann handtikin. Ella hvat? Er Koranin eisini vard av blasfemi paragraffini, ella meina vit bara við okkara egnu átrúnaðarligu tekstir?
Eg skilji væl tey, sum halda, at tað skal vera ólógligt at brenna átrúnaðarligar tekstir í reinari provokatión, ella seta bacon millum síðurnar í Koranini. Eg eri ikki sannførd um, tað er rætt at banna, men eg skilji argumentini fyri tí.
Men eg eri so púrasta sannførd um, at vit skulu ikki nokta Rasmus Paludan og hansara líkum at siga sína hugsan, um enn tað bara er fyri at provokera.
Tí talufrælsi mugu vit verja. Eisini tá tað provokerar okkum.
Muhammed tekningarnar
Á Frihedsbrevet hava vit hvørja viku eina grein frá Flemming Rose. Flemming Rose er ein av redaktørunum á danska systurmiðli okkara, og hann var eisini ein av oddafólkunum í kreppuni í kjalarvørrini av Muhammed tekningunum í Danmark. Tá var hann mentanarredaktørur á Jyllands postinum, sum prentaði hesar tekningarnar.
Hann hevur nú tikið málið upp um Koran-brenningarnar og politisku reaktiónirnar eftir trýstið frá muslimska heiminum — tað hoyrir tú í nýggjasta poddvarpinum Friis Diplomatpost. Tað hevði eg lurtað eftir, um eg var tú.
Tvey summarviðmæli
Annars kann eg siga tær kæri lesari, at eg seinastu vikurnar havi verið serstakliga errin av redaktiónunum báðum hjá Frihedsbrevet. Bæði tí føroysku og tí donsku. Eg hevði vilja sent tær viðmælir av øllum tí frálíka tilfarinum, sum er komið út síðani mítt seinasta tíðidabræv, men so kemur tú ongantíð burturúr hesum teldupostinum aftur. Tí velji eg at framhevja tvær poddvarpsrøðir, sum eg hervið kann viðmæla tær.
Norrøni Eftirskúlin: Sex, drøgg og skúlaskapur
Soleiðis eitur ein poddvarpsrøð eftir Rólanti Waag Dam, sum seinastu vikurnar hevur publiserað ein part fyri og annan eftir á Frihedsbrevet.fo. Norrøni Eftirskúlin í Danmark varð í føroysku bløðunum lýstur sum ein kristin kostskúli í Danmark, men næmingarnir, sum gingu á føroyska eftirskúlatilboðnum í Suðurjútlandi í áttati og nítiárunum, lærdu meira um sex og drøgg enn skúlaskap. Tað er í øllum førum søgan hjá fleiri næmingum, ið gingu á umstrídda skúlanum, sum lat aftur og aldrin varð fluttur til Føroya, sum ætlanin annars var.
Tað hava verið nógvar hvassar meiningar um, at Frihedsbrevet tekur hesar søgurnar upp. Lat meg so undirstrika, at hetta eru søgurnar hjá fleiri ymsum fyrrverandi næmingum, og hóast neyvan øll tey, sum hava gingið á sama eftirskúla, hava upplivað tað sama — ja so er hetta teirra søga, sum tey hava rætt til at siga.
Enn ein partur er komin út í dag — tað er ein samrøða við Jóannes Mohr, sum var skúlastjóri í Norrøna Eftirskúlanum í tíggju ár. Eg skal ikki avdúka nakað, men lat meg bara siga, at næmingarnir, sum vit hava tosað við, standa so ikki einsamallir.
Hesari røðina burdi tú fylgt við í!
Huset Færch — nr. 1 á donskum hitlista
Mads Brügger stendur á odda fyri nýggjari poddvarpsrøð á Frihedsbrevet, sum júst er útkomin við allari sesong eitt av røðini.
Og longu nú er røðin nr. 1 á donskum hitlista!
Snýt og svik, kriminalitetur og ondskapur. Tað eru øll orð, sum eru beinrakin fyri ein av ríkastu familjunum í Danmark, Færch-familjuna. Í øllum førum um mann spyr mannin, sum av donskum miðlum verður kallaður svarta lambið í familjuni, Erik Færch.
Tubbaksvinnan hevur gjørt Færch familjuna til milliardingar, og handan risa samtakið finna vit eina næstan shakespearianska forteljing um stríð, vald og sera nógvar pengar.
Stig fyri stig hevur annars lukkaða samtakið og famlijan handan samtakið, foldað seg út í donskum miðlum, meðan almenningurin gapandi hevur hoyrt ákærurnar frá einum familjulimi fyri og øðrum eftir.
Nú hevur Frihedsbrevet og danski ábyrgdarstjórin Mads Brügger hitt Erik Færch, sum hevur fleiri hundrað tímar av loyniligum upptøkum við í kuffertinum, og hann sigur sína søgu um tað, sum hann heldur hevur lagt Færch húsið í oyði.
Hoyr alla fyrstu sesong nú á Frihedsbrevet — røðin eitur Huset Færch.
Frihedsbrevet hesa vikuna
Í morgin kanst tú lesa um eitt stríð í fólkakirkjuni, sum kom til sjóndar til ein av ársins festivalum. Seinni í vikuni tosa vit við bisp um ósemjur innan kirkjugátt.
Vit almannakungerða eina nýggja mentanarpoddvarpsrøð, og vit siga tær søguna um ein komandi leik, sum eisini hevur elvt til høvubrýggj.
Hóast summarið hevur verið, so hava vit á redaktiónini havt nakrar spennandi bóltar í luftini. Tú kanst gleða teg at hoyra fleiri poddvarpsrøðir og lesa ella lurta eftir fleiri avdúkandi greinum komandi vikurnar.
Takk fyri at tú las við
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.