Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað er neyvan hvønn dag, at eg siti við takksemi í huganum og skrivi mítt tíðindabræv. Men einaferð skal vera fyrstu ferð.

Nú eg siti og skrivi hetta tíðindabrævið, eri eg í flogvøllinum í Kastrup ávegis heim til Føroya. Seinastu tríggjar vikurnar havi eg verið í Danmark í sjúkraørindum við einum av mínum nærmastu. Eftir at hava gjørt fleiri kritiskar greinar um sjúkrahúsverkið havi eg tí hug at eisini dvølja við tað jaliga, nú eg havi eitt slíkt tíðindabræv sum hetta.

Fyri trimum-fýra vikum síðani fingu vit at vita, at ein av okkara nærmastu hevur eina álvarsliga sjúku. Tað fingu vit at vita, eftir at viðkomandi hevði verið í sambandi við sjúkrahúsverkið í eina góða viku. Og brádliga vendist alt á høvdið.

Sum avvarðandi gert tú við eitt púra hjálparleysur, og hvussu nógv tú enn vil, so kanst tú ikki hjálpa. Tú kann einki gera, annað enn vera har, tí tú ert ikki serlækni, tú veit ikki, hvat mann kann gera. Og frá at kanska hava eina kenslu av, at eg vanliga dugi at loysa tær avbjóðingar, sum eg reni meg í, so er alt bara óvist.
Tú gert kanska illur, tú fert hug at koma við loysnum, tú fært hug at fáa privat telefonnummarið hjá einum serlækna, so tú kann fáa serviðferð til tín nærmasta. Halló — síggja tit ikki, at hetta er tað vigtigasta í verðini?! 

Men nei, tað er tað sjálvandi ikki. Jú, fyri okkum. Men ikki fyri øll hini — tí tey eru mong og vit eru mong, sum hava tørv á serlæknunum, á sjúkrarøktarfrøðingunum, portørunum, móttøkufólkunum o.s.fr. o.s.fr.

Eftir hesi boðini í Føroyum gekk leiðin so til Ríkissjúkrahúsið í tryggum hondum, tí tað var við einum sjúkrarøktarfrøðingi, sum fylgdi okkum allan vegin til Danmarkar. Og við góðari og skjótari hjálp frá Atlantsflogi. Hetta seinna fingu vit tørv á, tí øll sum ein fóru vit avstað, tí nú skuldu vit tryggja okkum, at alt gekk rætt fyri seg og sjálvandi vera har sum stuðlandi avvarðandi. “Tryggja okkum, at alt gekk rætt fyri seg” — tað kanst tú jú ikki. Aftur ein naiv fatan av, hvat ein avvarðandi kann og ikki, tá ið ein slík støða tekur seg upp.

Nú eg skrivi hetta, hava vit meira ella minni búð í tríggjar vikur á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Á Sjúklingahotellinum hittu vit fleiri fólk við krabbameini og teirra avvarðandi. Vit hoyrdu um eina kvinnu, sum ikki átti at hava yvirlivað eina ógvusliga hending, men dóttir hennara var skjót og ringdi eftir læknanum og bjargaði henni. One in a million, var hendan kvinnan. Vit hittu fleiri børn, sum vóru undir læknaviðgerð, og fleiri familjur, hvørs nýføðingar máttu føðast í Keypmannahavn.
Vit hittu ein ungan mann, sum slapp upp at ganga aftur eftir læknaviðgerð, hóast tey avvarðandi ongantíð trúðu, at tað kundi hent seg. Ein annan mann, sum júst hevði fingið eitt tól í hálsin at hjálpa sær at tosa, men sum enn ikki ordiliga hevði vant seg við tað. Summi vóru fyri fyrstu ferð, onnur høvdu verið har fleiri ferðir áður.
Har vóru vónríkar løtur, tá ið onkur hevði fingið góð boð, og ótti, tá ið mann ikki reiðiliga visti, um tað fór at ganga.

Í øllum vónloysinum og stúranini og hjálparloysinum, tá tú fær slík boð, er tað heilt ótrúligt at uppliva, at fólk eru har. Tey, sum duga, koma at hjálpa.
Serlæknar omaná serlæknar hava hjálpt okkum hesar seinastu vikurnar. Bæði í Føroyum og í Danmark. Og dugnaligir sjúkrarøktarfrøðingar somuleiðis og somuleiðis í Føroyum og í Danmark.

Og øll hesi, vit hittu á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, vóru samd um, at her er fantastiskt at vera. Tey hava har skapt so tryggar karmar, sum nakað menniskja kann ynskja sær. Tey hava tikið hond um alt tað, sum annars hevði kunnað gjørt strongu støðuna verri. Tey hava givið heilsugóðan kost tríggjar ferðir um dagin, koyrt og heinta okkum á sjúkrahúsinum hvønn dag. Tey hava givið eitt smíl og góða vegleiðing, tey hava ringt á sjúkrahúsið fyri okkum, tá ið vit ikki vita, hvønn vit skulu tosa við. Tey hava givið góðar kvøldarløtur við ríkum innihaldi og hugnaligum práti.
Alt meðan læknarnir, sjúkrarøktarfrøðingarnir, portørarnir, móttøkufólkini — ja snøgt sagt øll, vit hava hitt á vegnum — hava verið menniskjalig og hava tikið okkara nærmasta til sín og gjørt tær kanningar og skanningar, sum skulu siga okkum, hvat næsta stig er.

Hugsa tær til í øllum hjálparloysinum sum avvarðandi, at tað eru so nógv fólk, sum traðka til? Enntá við einum smíli?

Eg havi ongantíð áður verið í stórvegis sambandi við sjúkrahúsverkið hvørki í Føroyum ella í Danmark. Men í dag siti eg við einari kenslu av, at professionalisman í føroyska sjúkrahúsverkinum og á Ríkissjúkrahúsinum, og ikki minst trygga, professionella og dygdargóða heimið í Keypmannahavn til okkum føroyingar, er heilt ótrúligt og átti at fingið fleiri premiur hvønn dag.

Tí eitt er vist, hesi fólkini, sum eru har, tá ið tú hevur brúk fyri teimum, eru einki minni enn gullverd. Takk.

 

 

Ríkmenn og sjómenn
Tit eru fleiri, sum hava skrivað til mín síðani seinastu Fríu Barbaru, um mínar hugleiðingar um serskipanir til tey reiðarí, sum hava atgongd til ogn Føroya fólks. Tí málið er jú nuanserað og ikki minst týðandi, og er absolut vert at tosa um, sum eisini tey mongu svarini bera boð um.

Tað eru fleiri sjómenn, sum hava skrivað til mín, og víst mær á eitt, sum eg ikki havi tikið fram í hesum samanhanginum. Ikki tí vit ikki hava tosað um tað í Føroyum, men tí vit kanska ikki hava havt so nógv fokus á tað seinastu árini. Og tað er, at manningarnar umborð á skipunum rinda eisini ein part av politiskt ásetta tilfeingisgjaldinum. Altso manningarnar rinda ein part av tí gjaldi, sum reiðararnir hava fingið álagt fyri kvotur, teir hava fingið atgongd til.

Áhugavert, haldi eg, hóast tað er eitt gamalt kjak. Og tí fari eg heldur at viðgera tað í einari grein, sum kemur í næstum, enn at hugleiða meira um tað í hesum skrivinum. Stay tuned!

 

Djóni dugir best at taka myndir av sær sjálvum

Annars er tað nú ein vika síðani, at Helgi Abrahamsen var stuttligur og legði eitt videobrot á Facebook-vanga sín, har hann hevði sett saman eina røð av brotum, har Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, lovar at “hyggja uppá” støðuna. Hetta fekk okkum at hyggja nærri at Djóna eina løtu, tí hann er veruliga ein maður, sum — ikki bara dámar at hyggja upp á støðuna, men eisini — dámar at verða sæddur.

Við at skrolla gjøgnum heimasíðuna hjá ráði hansara, síggjast fleiri enn hálvthundrað uppsløg við myndum av og tekstum um landsstýrismannin, sum hevur tikið í hondina á hesum, heilsa upp á hesa, sett spakan í og vitja her og har.

Ein imponerandi røð av myndum, har Djóni peikar, vendir tummilin uppeftir, tekur lógvatak, sær hugsunarsamur út ella smílist. Tað eru næstan Heðin Mortensenskir tilstandir á bumr.fo, hildu vit, inntil vit sóu, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, var (næstan) líka røsk sum Djóni Nolsøe Joensen.

Hon hevur rundað 40 líknandi uppsløg á ammr.fo, er skutin aftan fyri Djóna Nolsøe Joensen og bumr.fo, men kortini fleiri bátslongdir framman fyri Margit, Ruth, Høgna, Dennis, Bjarna og Aksel.

Men merkir hetta, øll henda promoveringin av sær sjálvum, at Djóni og Sirið eru best umtóktu landsstýrisfólkini?

Sambært kanning hjá miðlinum Blaðið Vikuskifti (sum annars ikki er eitt blað, men ein talgildur miðil) er svarið eitt lutvíst ja — og eitt rungandi nei!

Djóni og Sirið skora líka nógv stig, 3,05, har 5 er sera væl og 1 sera illa. Tað er næstflest stig í allari kanningini — og í so máta heldur teoriin um, at nógvar myndir geva góða umrøðu, sum so aftur ger, at tú verður væl lýddur millum veljaran. Men hetta uppáhaldið heldur bara, inntil tú hyggur eftir, hvør er ovast á listanum — og so hvussu nógv viðkomandi hevur lagt út av sær sjálvum.

Tí tað landsstýrisfólkið, sum, sambært kanningini hjá blaðnum, sum ikki er eitt blað, er best umtókt, er Ruth Vang. Hon fær 3,14 stig.

Hetta hóast søgurnar, sum eru skrivaðar um hana á fmr.fo, har hon hevur hildið í hondini á onkrum, handað eitt blómutyssi ella vitjað okkurt heim, kunnu teljast á einari hond. Her eiga vit fyri eina ordans skyld at gera greitt, at kanningin er kunngjørd 17. juni. Síðani tá hevur Fíggjarmálaráðið lagt eina grein og eina mynd á heimasíðuna um, at semja er gjørd millum Heilsurøktarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Til samanberingar eru níggju greinar við myndum lagdar á bumr.fo síðani, millum annað ein mynd, har landsstýrismaðurin klemmar eina bamsu til Special Olympics í Berlin.

 

Nær er mann føroyingur?
Hvat hava journalisturin Silja Nørgaard Alstrøm, børnini hjá Nikolinu av Kamarinum og boksarin Sarah Mahfoud til felags? Jú, tey eru øll flutt av landinum, tá ið kreppan rakti Føroyar. Ikki neyðturviliga av neyð, men tí lagnan vildi tað so. Eru tey kortini føroyingar? Tað er spurningurin, sum verður viðgjørdur í nýggjari poddvarpsrøð, sum vit leggja út í vikuni. Hon eitur “Tá vit fóru”.

 

Takk fyri at tú las við.