Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Tað plagar at vera eitt mark fyri, hvat menn kunnu keypa sær fyri at reypa sær av at hava ein størri enn grannin. Men sjálvt her yvirraska føroysku kvotakongarnir, sum langt síðani hava staðfest við sjey tumma seymi, at teir bæði hava størri enn vit øll til samans og samstundis hava minni enn vit øll til samans. Ja, teir kunnu blása, hava mjøl í munninum og drekka ein super gentuttan cocktail — alt í senn. 

Eg tosi sjálvandi um nýggjastu tíðindini um reiðararnar — sum nú eisini eru oljubarónar, skulu vit trúgva tíðindunum. 

Vit vita jú, at reiðarí eiga í bæði Magn og Effo, men so eru aðrir kvotakongar, sum eru uttan fyri oljuvirksemi, og sum nú ætla sær at stovna eitt nýtt oljufelag, so teir eisini hava eitt. 

Er hetta ein søga um, at mítt oljufelag er størri enn títt? Ella er hetta ein frásøgn um, at tað loysir seg betur hjá reiðarunum at eiga alt, sum teir takast við (and then some), og tí er tað betri at forvinna pening burturúr oljuni, sum teirra egnu skip keypa, enn at lata tann vinningin fara á aðrar hendur? 

Meðan hesir reiðararnir nú eftir øllum at døma tveita seg ikki bara yvir eksisterandi oljuvinnuna, men eisini nýggj oljufeløg, so er tað jú áhugavert at hugsa um, at hesir somu ríkmenninir fáa stuðul frá landinum. 

Eg hugsi t.d. um at manningarnar hjá hesum risa reiðarum fáa ein sjómannafrádrátt, sum altso merkir, at teir rinda minni í felagskassan enn ein vanligur lønmóttakari. Ella t.d. at skip, sum stóru reiðaríini eiga, fáa makrelstuðul frá landinum. 

Argumentini eru ivaleyst fleiri, men eg haldi allíkavæl, at logikkurin er horvin, tá vit síggja risa virðini á hesum risa reiðaríunum. 

Tað sóu vit t.d. í farnu viku, tá ið Samherji og Framherji eftir øllum at døma skiltu vegir. Tvær milliardir er tað, sum Framherji er mett at vera vert. 

Hví? Ikki tí, at tað er støddin á eginkapitalinum, kæri lesari, men tí kvoturnar eru svakliga nógv verdar. So nógv verdar, at børnini hjá Anfinni og Elisabeth Olsen nú fáa ein arv upp á 350 milliónir krónur í part. (Og forrestin ein lut í oljufelagi, nú vit tosa um tað)

Tað er teimum væl unt, men eg undrist yvir, at vit øðrumegin kjakast um fólkaræðisligu fyrimunir og vansar við risa fyritøkum, og hinumegin gera serskattaskipanir og lata fíggjarliga stuðul í form av kvotum til hesar somu fyritøkur? Kunnu vit hava kjakið um stórar fyritøkur og geva teimum skattafrípass og stuðul samstundis? 

Burdi pedagogar ella heilsurøktarar ikki heldur fingið handan skattafrádráttin enn manningar, sum liggja væl omanfyri milliónina í hýru? Ella Reyði Krossur fingið eina makrelkvotu heldur enn eitt skip, sum ein av stóru reiðaríunum eigur?

Eg eri við upp á, at partur av flotanum enn hevur tørv á sjómannafrádráttinum. Men tað er altso absurd, at best lønandi parturin av flotanum, uppsjóvarflotin, framhaldandi skal fáa skattafrádráttir, meðan reiðarin uppkeypir alt frá oljufeløgum til rundstykkjaframleiðslu. Ja, tað er nú so galið, at eg veit ikki, um eg klári at fáa ein heilan dag at ganga, uttan at eg keypi okkurt frá einum reiðaríið í Føroyum. 

 

Tað nýggjasta er, at fari eg í bankan, ja so eri eg í veruleikanum kundi hjá íslendska risareiðarínum Samherja og føroyska kvotakonginum í Danmark Gullak Madsen. 

Tí Frihedsbrevet kundi í gjár siga tær, at Lind Invest hevur selt síni partabrøv í BankNordik til Gullak Madsen — tað eru 11 prosent í bankanum, meðan Framherji hevur selt Samherja síni fimm prosent í bankanum. 

So meðan Samherji og tess dótturfeløg eru meldað til løgregluna av Taks undir illgruna fyri at hava misnýtt FAS skipanina, ja so situr sami Samherji nú í fólksins banka. Fólksins, tí landið eigur framvegis 35 prosent í bankanum og er størsti einstaki parteigarin. 

Men tað bilar ikki. Hvat er eitt oljufelag, ein politisak, ein banki millum vinir, sum hava mjøl og blása og drekka cocktails hvønn dag, meðan teirra starvsfólk fáa serligar skattaskipanir og teirra skip serligan makrelstuðul?

 

Kavbátaeufori

Hevur tú nakrantíð sæð eina norska ella danska hyggesending, har mann sær fólk fara spent og polerað til konsert hjá Kandis ella Ole Ivars, og tú situr við kensluni “píkasjey hatta sær kiksað út, men maa tú sært út til at hava tað stuttligt”? 

 

Soleiðis havi eg tað viðhvørt, tá ið føroyska elitan skal vísa okkum myndir á sosialu miðlunum, um alt tað kula tey sleppa at gera, tí tey eru elitan. 

Sum t.d. tá ið amerikanski herurin kemur malandi við einum kavbáti og bjóðar øllum kommunugeiranum í landinum umborð at hyggja eftir hesum “topsecret” skipinum. 

Hvat mann amerikanski generalurin umborð hugsað, tá ið øll vinnu- og havnanevndin í Tórshavnar Kommunu og varaborgarstjórin í Klaksvík koma mælandi í klædningi og boblijakkum umborð at skoða verki? 

Hugsar hann kanska “i miss shooting missiles”? 

Neyðardýrið hevur ivaleyst tikið upp á læri hjá onkrari ungari kvinnu og settur í súmbolskan skammikrók eina løtu, har hann skal passa og pleyga føroysk bygdafrell, sum siga “uhh” og “iihh” til hvønn ein lítlan krók í hesum luksus linaranum. 



 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Í dag er komin ein nýggjur partur av Frí Mikrofon á heimasíðuna og appina. Hesaferð er gesturin Heini í Skorini, ph.d og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, sum tosar um Gudsspottan, tøgn og vald.
Seinni í vikuni kanst tú lesa meira um miðlastuðulsskipanina, sum at síggja til hevur truplar dagar, og síðst í vikuni skalt tú vænta tær ein Frímælt part.

Eg fái ikki greitt tær frá nærri smálutum í tí vit arbeiða við, men eg kann lova tær, at vit eru í gongd við spennandi mál, hóast summarið er í hondum.

Sum altíð — um tú hevur okkurt tú heldur vit áttu at vita, so send bara ein teldupost á barbara@frihedsbrevet.fo ella frihedsbrevet@protonmail.com

 

Takk fyri at tú las við.