Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, segði í einum av poddunum hjá Brynhild Thomsen og Øssuri Winthereig, at tey valdmiklastu fólkini í landinum eru journalistar og kanska politikarar, og hann var ikki púra sannførdur um, hvør var ovastur av teimum.
Tað eri eg á ongan hátt samd í, men eg skilji væl, at fyrrverandi løgmaður situr við tí kensluni. Av fleiri orsøkum.

Ein orsøkin er, at tað er ein sannroynd, at ert tú ein persónur, sum er illa fyri og hevur kanska eina avmarkaða styrki í samfelagnum, og tú hevur tørv á hjálp — ja Gud nái teg.
Uttan so, at tú fært ein journalist við uppá at kanna tína støðu nærri. Tí so skal tað heila nokk ganga. Ella tað er kanska ein veruleiki, sum mann kann hugsa sær til, um mann lurtar eftir poddinum ”Eitt ættarlið í pínu”, sum er komin út í dag.
Tað er ein røð í fleiri pørtum, har vit hava viðgjørt sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir millum ung, og í tveimum teimum seinastu pørtunum hava vit viðgjørt støðuna hjá einari dulnevndari, ungari kvinnu, sum hevur roynt at tikið lívið av sær fleiri ferðir. Hon er fødd við verri treytum enn flestu okkara, tí hon tók álvarsligan skaða í móðurlívi og fyrstu árini av sínum lívi, áðrenn hon kom til eina góða og kærleiksfulla fosturfamilju, sum hevur hjálpt henni og elskað hana líka síðani. Men mann visti longu, tá gentan var heilt lítil, at hon fór at hava tørv á hjálp alt sítt lív.
Og tað gekk sum so gott, til hon bleiv 18 ár, og Almannaverkið sostatt átti stafettina. Eftir at hava bønað og biðið um stuðul í fleiri ár, eydnaðist tað loksins at sleppa ígjøgnum nálareyga.

Dagin eftir, at Frihedsbrevet ringdi til stjóran á Almannaverkinum.
Seks ár — einki sum helst. Ein dag aftaná, ein journalistur ringir og spyr hvat sker her, gleppur málið, og gentan fær stuðul fleiri tímar um vikuna og sambært fosturmammuni eitt nýtt lív, har hon hevur vónina um, at tað nokk skal ganga hjá henni.

Í poddinum spyrji eg so Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum — hanga tingini saman?
Hevur hon fingið stuðul, tí eg ringdi til hann og spurdi um málið?
Nei, bedýrar stjórin í Almannaverkinum, men eg má siga, at eg loyvi mær at ivast í tí. Tað kann væl vera, at tað er so sum stjórin sigur, men vit hava fleiri ferðir áður sæð, at umrøða frá miðlunum merkir hjálp til tey ringast støddu, sum frammanundan onga hjálp fingu.

Spyrt tú meg, so er hetta eitt symptom uppá eina sjúka skipan. Eg havi forstáilsi fyri, at fleiri av okkara almennu skipanum eru undir ótrúliga stórum trýsti, og eg ivist ikki í, at tey gera tað besta, tey kunnu. Men tað má tulkast sum eitt veikleikatekin fyri okkara vælferðarsamfelag, at tað faktist ger mun, um tú leggur tíni privatu viðurskifti út á blik til øll at síggja.

Tí tað mátti ikki verið neyðugt. Tað mátti ikki verið ein fyritreyt fyri hjálp, at tú situr og grætur í Degi og Viku ella fortelur tínar innastu tankar í einum poddi.

Reint journalistiskt er tað eisini eitt áhugavert kjak. Merkir tað, at vit kunnu hjálpa hvørjum einstøkum persóni í landinum, sum hevur tørv á stuðul frá tí almenna, um bara vit fara ígjøgnum samfelagið ein persón fyri og annan eftir? Skal tað vera okkara mál sum journalistar?

Tað er sjálvsagt okkurt virðiligt og meiningsfult í tí, tí tað merkir so, at vit kunnu hjálpa fólki. Men um vit skera tað inn á bein, so er tað jú ikki mín uppgáva at býta stuðulstímarnar hjá Almannaverkinum. Eg havi onga møguleika at vita, hvør hevur størstan tørv á teimum tímunum sum eru, og hvør veit — kanska hendan poddvarpsrøðin hjá okkum hevur kostað onkrum øðrum nakrar neyðugar stuðulstímar frá Almannaverkinum?

Eg veit ikki — men tankin er áhugaverdur, og støðan hjá journalistunum í landinum er kanska meira valdmikil á júst hesum økinum, enn hon í veruleikanum burdi verið. Tað eru onnur enn vit, sum eiga at stýra bíðilistunum hjá tí almenna, ikki so?

 

Tjóðpallur Føroya í upploysn
So má eg venda aftur til Tjóðpallin, kæri lesari, hóast eg haldi meg hava skrivað um tað fleiri ferðir áður. Tí tað er also absurd, at okkara fremstu leiklistafólk hava verið í boykotti av Tjóðpallinum — av høvuðsmiðdeplinum fyri okkara leiklist — nú næstan trý ár, uttan nakað sum helst er hent. Uttan nakran dialog ella nakað boð upp á eina loysn.

Men nú sær út til, at tað er ljós fyri endanum av tunlinum. Tí Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálum, sigur við Frihedsbrevet í farnu viku, at nú skal politiskt uppíblanding til, tí støðan er fastløst.

Júst hvat tað merkir, vita vit ikki enn, men hendan illstøðan er komin so langt út, at tað er trupult at ímynda sær, at tað ber til at slætta sjógv og so koyra víðari, sum var einki hent.

Tí er spurningurin, kæri lesari, um stjórin á Tjóðpallinum nú hongur í klønum tráð. Kann boykottið av Tjóðpallinum endað, uttan at tað kostar Jenny Petersen stjórasessin? Mítt git er nei — men nú fáa vit at síggja, um landsstýriskvinnan er meira kreativ og megnar at finna eina loysn á trætuni um Tjóðpallin.
Eitt er vist — størsti taparin í hesum stríðnum er leiklistin í Føroyum og harvið sjálvt sami Tjóðpallur, sum hetta stríðið stendst um.

 

Kanst tú hjálpa okkum?
Nú gloppi eg dyrnar fyri nøkrum, sum vit ikki eru til reiðar at siga tær alt um enn. Men orsøkin er heilt einfalt, at vit hava tørv á tínari hjálp.
Tí seinastu mánaðirnar hava vit arbeitt við at grava niður í smálutirnar í tilveruni hjá teimum ungu føroyingunum, sum verða send niður til Danmarkar á kostskúla. Og tey eru fleiri. Vit hava tosað við fleiri fólk, sum siga frá sínum royndum, men okkum tørvar fleiri keldur.
So. Ert tú, ella veitst tú um onkran, sum er blivin sendur til Danmarkar á kostskúla av barnaverndini í Føroyum, so send okkum endeliga ein teldupost, so seta vit okkum í samband við teg, og greiða nærri frá, hvat vit arbeiða við.

Takk fyri at tú las við.