Fría Barbara #30 — Tann freki drongurin í klassanum
Kæri lesari,
Eg vænti, at tað eru fáir gløggir viðmerkjarar í heiminum, sum høvdu kunnað spátt um, hvat skapar kjak í Føroyum. Hvør søga makes the cut, hvør verður siterað og blást upp, og hvør verður ein lítil síðunotits í onkrum obskurum króki í samfelagnum. Til tín, sum ikki reiðiliga veit, hvussu ein redaktión fungerar, so kann eg skitsa tær banan upp. Tað eru X antal starvsfólk og X antal søgur. Hvønn dag er tí umráðandi at taka støðu til fremsta atlitið: hvat hevur størstan týdning hjá tjóðini at vita meira um í dag, hvør søga, sum vit hava ella vita um, hevur størstan týdning fyri fólkaræðið, fyri samfelagið, fyri borgaran.
Tí, veitst tú av, at danski løgmálaráðharrin (tað er Peter Hummelgaard á myndini omanfyri) nú skal fyrihalda seg til ein sera kritiskt uppteknaðan fyrispurning frá einum føroyskum fólkatingslimi?
Ja, um tú ert limur hjá Frihedsbrevet, gert tú kanska, men nú vit tíverri ikki kunnu erpa okkum av at hava alla tjóðina í limaskaranum enn, so vænti eg oddsini eru fyri, at størsti parturin av tjóðini ikki hevur fingið tað við.
Eg tosi um spurningarnar hjá Sjúrður Skaale til danska løgmálaráðharran, sum skal greiða frá, hví danska løgreglan í Føroyum er so “lin”, tá ið umræður stórar fyritøkur.
Hetta hevur staðið á onkrum einstøkum netmiðli, men vit vistu tað tó áðrenn, tí vit vóru pent spurd, um vit kundu senda allar greinar okkara um evnið til ákæruvaldið, so tey kunnu svara spurningunum, sum tey hava fingið frá danska løgmálaráðnum.
Tú hevur kanska fingið okkara avís í postkassan herfyri, og saman við restini av landinum hevur tú havt møguleika at lesa um eina hending, har ein reiðari var ágangandi móti løgregluni og slapp við einari umbering. Hetta og okkara annars umfatandi dekningur av málinum, er nú orsøk til, at løgmálaráðharrin í Danmark skal svara nøkrum spurningum um ákæruvaldið.
Og um eg nú skal hugsað meg væl um, so vildi eg hildið, at júst spurningurin um, hvussu væl virkandi ella ikki væl virkandi løgreglan og ákæruvaldið í Føroyum er, vildi verið ein søga, sum teir flestu dagarnar trumfar allar aðrar á einari redaktión.
Í øllum førum er hetta eitt týðandi evni fyri samfelagið og fólkaræðið, og okkurt hissini kjak mátti sum tað minsta komið burturúr. Føroyski fólkatingsmaðurin skrivar beinleiðis, at fútin er ein forðing fyri rættarskipanina. At hann ikki vil finna seg í, at fútin súltar stóru málini. At stórar fyritøkur sleppa ov lætt. Kann tað vera nógv álvarsamari enn tað?
Men her er tað, at tað byrjar prutla undir lokinum í grýtuni við øllum konspiratiónsteoriunum. Tí tú hevur ikki hoyrt eitt einasta orð um tað. Ikki eitt. Einki kjak, einki innslag, einki nakað. Tað eksisterar ikki.
Hví?
Ikki veit eg. Men mín egna lítla konspiratiónsteori ella lummafilisofi sigur, at tað er júst tí, at Frihedsbrevet er upphavið til nærri rannsakan av løgreglu og ákæruvaldinum. Og sum tann gløggi lesarin ivaleyst hevur varnast, so er Frihedsbrevet so at siga ikki til, um tú spyr hinar miðlarnar, sum annars eru óførir at sitera hvønn annan.
Segði nakar, tann freki drongurin í klassanum?
Uttan mun til hvørja konspiratiónsteori ein velur at lena seg uppat, kann eg tíbetur enn einaferð staðfesta, at okkara arbeiði ger onkran mun, hóast alt, og at vit eru komin fyri at vera, um enn onnur gjarna vildu tað øðrvísi.
Rís og rós
Nú vit eru við løgregluna, haldi eg, at tað er ein maður, sum hevur uppiborið rós hesa vikuna.
Eg tosi um Michael Boolsen, fúta. Tí í vikuni, sum fór, stillaði hann upp til eitt sokallað “hard talk”, eitt kritiskt interview, um málið um Næraberg, um bótina, sum tódnaði, um svarta holið, sum kollvelti málið og aðrir lutir hesum viðvíkjandi.
Í samrøðuni sigur hann sjálvur, at hann stillar upp, tí hann ikki vil, at ákæruvaldið skal vera eitt lukkað land, sum eingin kann seta kritiskar spurningar til. Og sum sagt, so gjørt.
Tað haldi eg er kul.
At hann so samstundis skjýtur eftir føroyska miðlalandslagnum fyri at vera munandi minni “spørgelystne” enn danskir journalistar — ja, tað taki eg ikki persónligt, tí neyvan meinar hann við okkum. Tí, sum hann sigur í poddvarpinum Frí Mikrofon #5:
“Nu har Frihedsbrevet gjort sit til, at det bliver udstillet, hvad der er sket”
Men hvønn mann hann meina við, kæri lesari?
Frihedsbrevet í summar
Eg veit, at nú burdi eg kanska verið snild og sagt, at nú fer Frihedsbrevet í summarhýr, og tí fara vit at borðreiða við smekkfult av góðum summartilfari. Lætt prát, summartónleiki, summargestir, smálomb og uppskriftir. Hetta er simpulten: SUMMARSKRÁIN hjá Frihedsbrevet.
Men nei, tað hevði verið at undirmett teg, kæri lesari.
Tað stutta av tí langa er, at vit eru ein sera lítil redaktión (enn), og tí ber ikki til hjá okkum at hava somu framleiðslu, tá summi fara summarferiu. Og tað er har, sum vit eru nú.
Hetta merkir, at komandi vikurnar verður føstu tíðindabrøvini, Fríur Politikkur og Frí Mentan, ikki sent út á teldupostin til tey, sum hava teknað seg til tað. Somuleiðis verða føstu poddvørpini, Frímælt, Frí Mikrofon og Klubb 33, meir óstøðug.
Hetta merkir ikki, at poddvørpini als ikki vera at hoyra. Bara, at vit kunnu ikki lova, at tey koma hvørja viku. Hetta merkir heldur ikki, at Frihedsbrevet fer í summarfrí og einki hendir. Regluligar tíðindasøgur og poddvarp fara framvegis at koma, og fyri at hjálpa okkum við hesum, hava vit fingið tí dugnaligu, royndu og stuttligu Rebekku Manuelu Behrens. Harafturat kunna vit lovað eina spennadi poddvarpsrøð frá einari dugnaligari kvinnu seinni í summar. Gleð teg til tað — og gleð til alt annað, sum kemur, tí eisini í summar lova vit kritiskan og avdúkandi journalistikk frá okkum.
So bara róligt, vit halda framvegis eyga við tí, ið fyriferst. Og eins og altíð — hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, so kanst tú altíð senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.