Kæri lesari,

Tillukku við valinum. Um tú hevur atkvøtt fyri einum, sum ikki slapp inn, ella tín kandidatur nú er ein av okkara 33 fólkavaldu umboðum, er fyri so vítt líkamikið. Vit hava øll talað (ella havt møguleikan til tað), og úrslitið er eirindaleysi dómurin hjá føroysku tjóðini. Tann ultimativa veljarakanningin er gjørd, og úrslitið er bindandi. Tað er stórt — tillukku til okkum øll, og takk fáið tit mongu, sum settu tykkum á vágskálina, til reiðar at taka ímóti dóminum.

Nú eg siti í Keypmannahavn og skrivi hetta tíðindabrævið, havi eg júst lagt seinastu hond á eina grein, sum kemur út á síðuna í dag — hana skal eg koma aftur til.

Á borðinum eru tvær bøkur, sum eg júst havi keypt mær. “Doktor Maxwell, formoder jeg?” eftir stjóra okkara Mads Brügger. Á baksíðuni kunnu vit lesa:

“Mads Brügger hevur í áravís verið “besettur” av einum loyndarfullum felagskapi við heitinum Tann Suðurafrikanski Depilin fyri Maritima Gransking — í stuttum SAIMR, sum er ein av djúpastu loyndarmálunum hjá apartheitsstýrinum. Hansara “besettilsi” byrjaði, tá ið hann gjørdi dokumentarfilmin Cold Case Hammarskjöld um fyrrverandi aðalskrivaran í ST Dag Hammarskjöld, sum doyði í 1961 undir løgnum umstøðum. Í bókini fer Mads Brügger enn longri niður í kaninholuna og kemur tættari at sannleikanum um SAIMR og tann demoniska og harðliga keturoykjaran Keith Maxwell, sum er seinasti leiðarin av SAIMR, sum heimurin veit um”.

Umframt, at Mads hevur greitt mær frá hesum loyndarfulla máli, sum hann er blivin so bergtikin av, so er eitt annað, sum freistar meg við bókini.

Kaninholan. Journalistiska holan, sum allir journalistar helst kenna til. Tann kenslan, tá mann hevur fatur í einari søgu, men mann veit eisini, at har er meira til søguna. Ella kenslan er, at har má vera meira. Har má vera okkurt, sum eg yvirsíggi — um eg bara gravi meira, ella fái fleiri keldur, ella skjøl ella …
Handan kenslan, tá tú hevur gjørt tað, tú kanst fyri at lýsa eitt mál, men tú hevur kortini kensluna av, at søgan sleppur tær ikki. Kaninholan er bara fáar tankar burtur frá tær til eina og hvørja tíð og ein lítil áminning um hana, og tú ert aftur fangaður í mykrinum í holuni, har alt gerst meira ókent, djýpri tú ferðast.

Soleiðis havi eg tað við einari søgu, sum vit fara at leggja út í dag. Søgan um mutursgøluna hjá íslendska samtakinunm Samherji. Tí í fjør gjørdu eg sjálv og Jan Lamhauge, saman við Una Holm Johannesen og Jógvan Eli Dam, tveir dokumentarar við heitinum “Teir Ómettiligu”. Í gravandi arbeiðnum endaðu vit langt niðri í kaninholuni, har vit gravaðu í íslendska risanum, hvørs loyndarmál strekkja seg tvørtur um landamørk, tvørtur um heimspartar. Tað er sanniliga nógv at lesa, nógv at skilja, nógv at greina. Og í leitanini í myrkrinum funnu vit tilknýtið til Føroya. Felagið Tindhólmur, sum lat sum um, at tað rindaði lønir til fólk á farmaskipum undir føroyskum flaggi, men í veruleikanum rindaði lønir til íslendskar fiskimenn í Namibia, tí Samherji eftir øllum at døma vildi sleppa undan regluni í Namibia, sum segði, at allir fiskimenn í namibiskum sjógvi skulu rinda skatt til namibiska samfelagið, tí bara soleiðis fekk Namibia nakað burturúr sínum útlendsku aktørum. Og mátin at sleppa undan var eftir øllum at døma at misnýta føroysku FAS skipanina. Win win fyri Samherja, men lose lose fyri Namibia og Føroyar.

Tað er ein søga um eina risastóra fyritøku, sum hevur heimin sum sítt spælipláss, og at síggja til finnur hol hjá eftirlitsmyndugleikum, tá tey hava hug til tað. Tí hvørjir eftirlitsmyndugleikar er gearaðir til multinationalar fyritøkur við dóttirfeløgum í óteljandi londum? Eg loyvi mær at siga – Ikki okkara í øllum førum.

Eg prátaði einaferð í fjør við namibiska mannin Knowledge Ipinge, sum er fyrrverandi statsadvokatur í Walvis Bay økinum (fiskivinnumiðdepilin í Namibia), og núverandi aktivistur, sum arbeiðir útilokandi við rættindum og sømdum hjá fólki knýtt at fiskivinnuni í Namibia. Hann greiddi mær frá syndarligu støðuni, har fólk hava mist sítt arbeiði, tá Samherji fekk trokað seg inn á marknaðin, og hvussu umfatandi avleiðingarnar hava verið fyri fólkið í nærumhvørvinum í Walvis Bay.

Vit minnast helst myndirnar av teirra “shacks”, nærmast smáttur bygdar úr metalrestum (sum vit í Føroyum høvdu blakað í skrell), har fleiri túsund namibisk fólk búgva. Ikki bara orsakað av Samherja, men tí at ríkidømið í landinum er ikki komið út til alt fólkið. Gjógvin er stór í Namibia, greiddi Knowledge Ipinge mær frá.

Í dag skriva vit um, at 20 felagsskapir frá fleiri ymsum londum hava sent eina áheitan út. Tey krevja at skeivleikin verður rættaður, at ákærur verða reistar í fleiri londum, og tey heita á m.a. Føroyar um at tryggja, at pengarnir, sum Samherji ólógliga hevur upptjent í Namibia, ikki enda í umfari her hjá okkum.

Eg freistist at kunna tey um, at tað kunnu tey skjóta ein hvítan píl eftir. Tí tað er meira enn hálvtannað ár síðani, at Taks meldaði Samherja til løgregluna fyri føroyska partin av stóru mutursgøluni. Og enn hevur løgreglan ikki so mikið sum latið málið víðari til serligu donsku deildina fyri fíggjarlig brotsverk. Kann eitt rættarsamfelag, við virðing fyri sær sjálvum, góðtaka, at løgreglan bølir á málum so leingi?
Vit sóu í søgunum um útblakingina á Nærabergi, sum vit løgdu út í síðstu viku, at bótin tódnaði niður í ein brøkpart av, hvat hon var upprunaliga, tí løgreglan hevði bara bølt á málinum í 4 ár. Er eitt mynstur her? Ella er tað tilvildarligt, at tvær stórar sakir, sum snúgva seg um teir útlendsku aktørarnar í føroyskari fiskivinnu, ikki fáa nakað serliga raðfesting hjá ákæruvaldinum?
Nei sigur Michael Boolsen, fúti. Men í mínum eygum byrjar eitt mynstur at tekna seg – og tað fær í øllum førum meg at halda eitt vakið eyga við, hvørji lógarbrot fáa avleiðingar í Føroyum, og hvørji stillisliga fara afturvið borðinum …

 

Ein boðskapur úr Ukraina

Eg byrjaði hetta skriv við at siga, at eg havi tvær bøkur frammanfyri mær, nú eg siti í Keypmannahavn og skrivi hetta tíðindabrævið. Umframt bókina hjá Brügger havi eg bókina “Et budskap fra Ukraine” eftir Volodomyr Zelensky. Tað eru røður, sum ukrainski forsetin sjálvur hevur mett sum tær týdningarmestu. Um bókina stendur:

“Í einari nýggjari introduktión setir forsetin Volodomyr Zelenskyj karmar fyri fleiri av mest umráðandi røðunum, sum hann hevur hildið áðrenn og undir russisku innrásini. Røðurnar í “Et budskap fra Ukraine” eru persónliga valdar út av forsetanum og siga søguna um Ukraina og ukrainska fólkið. Tað er søgan um eina tjóð, sum djarvt verjir seg sjálva móti russisku aggresiónini. Og um eitt fólk, sum vegna allan heimin gongur á odda í stríðnum fyri fólkaræðinum. Fremst av øllum er tað eitt krígsróp til okkum øll um at reisa okkum og berjast fyri frælsi. Um ikki nú, so nær?”

 

 

Eg havi onkuntíð áður skrivað hetta, og eg endurtaki meg sjálva nú. MEN føroyska valstríðið snúði seg jú um tey lítlu gerandisviðurskiftini. Tey, sum eru umráðandi fyri okkum hvør sær í tí dagliga, men tær stóru ideologisku linjurnar vóru næstan ikki at hóma í valstríðnum. Nú politiska landslagið beint nú ber brá av, at tað verða Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum fara at seta seg við borðendan vita vit, at arbeiðsvikan helst verður stytt. Ikki í bræði, men 1 tíma annað hvørt ár ella so. Og helst verður onkur skattareformur, eins og onkur oljustuðul og líknandi.

Men nú krossarnir eru settir, og eingin skal hugsa um at selja seg til veljaran í eina tíð í øllum førum, eri eg meira spent uppá tær stóru linjurnar. Hvat hendir nú við Russlandsavtaluni? Andstøðuflokkarnir funnust jú at stjórnini fyri ikki at hava fyrireikað nakað í spurninginum um Barentshavið, og tí kundi man ikki kvetta frá degi til dags. Men hvat er næsta stigið? Ætlar samgongan — skuldi hon blivið skipað — at fara undir at fyrireika annað virksemi at seta í staðin fyri Barentshavið, ella var tað bara tokutala?
Hvussu er við kanningarstjóranum, sum júst Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn bóðu um? Teir tríggir flokkarnir fingu ein kanningarstjóra settan, men bara við tí arbeiðssetningi at kanna ítøkiliga “útlutanina av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir”, sum Jacob Vestergaard framdi í fjør. Men tveir aðrir spurningar vóru partur av upprunaligu umbønini um ein kanningarstjóra. Tað var at kanna fyrisitingina undir samgonguni sum sat frá 2015 — 2019, og at kanna fyrisitingina heilt aftur til 2010, tá ið makrelurin kom til Føroya. Hvat hendir við tí nú? Ætlar man framvegis at kanna seg sjálvan og upprunan til, hvussu makrelurin er blivin býttur frá fyrsta degi? Ella er tað líka mikið nú?
Við Volodomyr Zelenskyj frammanfyri mær, hugsi eg eisini um uttanríkis‑, verju- og trygdarpolitikk. Tað selur ongar billettir í valdystum, skilst, men tað er also umráðandi. Hvat verður gjørt fyri at halda eftirlit við russisku trolarunum, sum fiska undir Føroyum? Hvat við kavbátunum, sum poppa upp aðru hvørja løtu, og hernaðarflogførunum, sum vit hoyra, men einki vita um? Nær hava vit, sum búgva her, forrestin fingið nakra kunning um, at her koma ting og sakir at henda í føroyskum firðum og loftrúmi, sum vit ikki hava upplivað áður?
Eg veit væl, at man ikki kann siga slíkt við Gud og hvønn mann. Men tað er nú løgið, at virksemið í og kring Føroyar broytist so nógv, uttan at nakar politikkari sigur okkum, hvat hendir her. Í øllum førum onkra yvirskipaða kunning vildi eg næstan væntað. Naivt? Kanska. Men hetta eru rembingartíðir, og sjálvt í okkara gerandisFøroyum hava vit tørv á, at fyrihalda okkum til tað.

Ja – her er nógv umráðandi at fara í holt við. Um ikki nú, so nær?

 

Vaginala øskubikarið

 

Nú hugsar tú kanska, hví skodfissen er í yvirskriftini. Tað er tað, tí eg fylti 36 um nú vikuskiftið, og havi eg hildið dagin í tveimum — fyrst saman við kærum starvsfeløgum og síðani saman við ikki minni kæra manninum í Keypmannahavn. Eg skal ikki fortelja tær hvørjar gávur, eg fekk, men har var ein, sum eg helt, var festlig. Tað var eitt øskubikar, sum eg fekk frá einum starvsfelaga, sum skal vera ónevndur í hesum skrivinum, og motivið er ein vagina, og undir øskubikarinum stendur “skodfissen”. Søgan við øskubikarinum er, at tað er ein kvinnuligur journalistur í Danmark, sum hevur fingið nógvan ágang móti sær, og tað løgnasta onkur hevur rópt hana er “skodfisse”.

Tað helt hon var so mikið merkisvert, at hon mátti gera eitt øskubikar við einari vaginu á, fáa tað framleitt í X antal nøgdum, og selja tað. Heitið “skodfisse” havi eg enn til góðar, men gudarnir skulu vita, at tað er mangt slíkt man skal leggja oyra til sum kvinna í føroyska samfelagnum.
Tí fegnist eg um, at eg í ár havi upplivað, at ein ung kvinna varð vald inn á Fólkating fyri Føroyar. Og at 10 kvinnur vórðu valdar inn í løgtingið — tað hægsta nakrantíð. Og ikki minst gleði eg meg til javnstøðu í landsstýrinum (tað má man ganga út frá verður óansæð hvat hendur, eftirsum allir flokkar hava lovað tað í valstríðnum). Tí tað er bara við at tryggja javnstøðu í øllum liðum í samfelagnum, at vit sleppa undan, at kvinnur verða róptar “skodfisse”, hildnar til aðrar standardar enn menn, undirlagdar sexismu og kvinnufíggindaligan atburð. Og tað er bara soleiðis tað gerst púra vanligt, at ein kvinna er stjóri, løgkvinna, tingkvinna, landsstýriskvinna o.s.fr. Við at bara gera tað.
Líka so nógv, sum tær yngru kvinnurar hava at takka teimum, sum undan fóru, líka so nógv gongur tað hinvegin. Takk til allar “skodfisser”, ungar sum eldri, fyri at tit berjast móti patriarkinum. Tað er bara soleiðis, vit bróta mynstrið.

 

Nú til meira reyp

Um vikuskiftið komu partar trý og fýra av Gev mær tínar pengar út. Tað er ein frálík podvarpsrøð, sum Rólant Waag Dam hevur gjørt. Hon snýr seg um ein føroyskan falsara, sum lumpaði yvir 80 føroyingar. Og so skal eg sjálvandi eisini kunna teg um, at á síðuni eru tvær podvarpsrøðir, sum koma út við nýggjum pørtum hvørja viku. Hesar báðar vera framleiddar í Danmark. Ta einu gera Flemming Rose og Sofie Frøkjær, hon eitur Fri Ukraine, og er sjálvandi um Ukrainakríggið. Hin eitur Friis Diplomatipost, har Flemming Rose og Friis Arne Pedersen – tveir sera vællisnir menn – taka okkum ígjøgnum fleiri stórhendingar kring allan knøttin. Báðar tvær vil eg absolutt viðmæla – sjálvandi, tí eg havi jú valt tær út til okkara síðu eisini.

Og so skal eg eisini minna teg á, at hevur tú ikki teknað hald enn, so haldi eg tú skal gera tað. Tað er ógjørligt at gera gravandi journalistik, sum er púra óheftur av lýsingarinntøkum og politiskum stuðli, uttan haldarar.

Tí ger hvør einasti haldari mun. Ert tú haldari, so fyrst av øllum — takk! — næst av øllum, so haldi eg tú burdi teknað teg til tíðindabrøvini Frí Vinna, Frí Mentan og Fríur Politikkur, sum eg sjálv, Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam skriva. Og so skalt tú gleða teg til søgurnar, sum koma hesa vikuna. Bæði greinar og podvarpar eru ávegis — og tað eru týdningarmiklar søgur, vit koma við.

Hevur tú nakra søgu, sum tú heldur vit burdu vitað um, so skalt tú endaliga skriva aftur til mín her.

Takk tit øll, sum frammanundan hava sent inn tipp til okkara!

Vinarligast
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri (og skodfisse), Frihedsbrevet.fo